Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 98 - 24. mai 2003 Nr. 98 - 24. mai 2003 29 Tórs Ítróttarráð pdf Toll og Skatt - innlatingarfreistir pdf Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2202, Sp/f Bátatænastan, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 12.03.2003. Nýtt navn: P/F Bátatænastan Kapitalur: Hækking við kr. 840.000,00 til kr. 1.200.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 840.000,00 við grunshækking. Skráseting Føroya tann 21. mai 2003 Kristin Balle _______________________ YVIRLÝSING STUÐUL TIL MASKINMEISTARAFELAGIÐ OG TEIR MASKINMEISTARAR, SUM STARVAST HJÁ FISKIVEIÐIEFTIRLITINUM Undirritaðu fakfeløg lýsa við hesum okkara fulla stuðul til Maskinmeistarafelagið í stríði teirra móti Fiskiveiðieftirlitinum. Samstundis lýsa vit okkara stuðul til teir maskinmeistarar, sum nú standa í vanda at missa størv síni, tí aðrir maskinmeistarar gera sær dælt av trætuni millum Maskinmeistarafelagið og Fiskiveiðieftirlitið. Vit átala samstundis harðliga teir maskinmeistarar, sum soleiðis falla bæði Maskinmeistarafelagið og limir felagsins í ryggin. Hesir maskinmeistararar eru vælvitandi um, at talan er um eina ósemju millum arbeiðsgevarapartin og fakfelagið, og tí skilja vit als ikki, at teir við umsóknum sínum stinga fótonglar fyri teir maskinmeistarar, sum í royndunum at fáa loyst trætuna, hava sett størv síni uppá spæl. Vónandi stendur øll føroyska fakfelagsrørslan saman móti slíkum ágangi og vit vilja staðiliga ráða maskinmeistarunum frá at søkja lýstu størvini,so leingi trætan millum felagið og Fiskiveiðieftirlitið ikki er loyst.So mikið av samanhaldi vóna vit, at hesir maskinmeistarar kenna mótvegis starvsfeløgum sínum. At enda skulu vit staðliga mæla Fiskiveiðieftirlitinum til at medvirka til, at málið verður loyst, við at verandi maskinmeistarar halda áfram í størvum sínum. Tórshavn, 22.05.2003 Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag Havnar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Starvsmannafelagið Pedagogfelagið Havnar Handverkarafelag Tvøroyrar Handverkarafelag Vágs Handverkarafelag Yvirlaborantur til Náttúruvísindadeildina Søkt verður eftir yvirlaboranti til starvsstovuna á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum við setan frá 1. august 2003 at rokna. Starvið Starvið er 3/4- tíðar starv.Tað fevnir um: • Planlegging, fyrisiting og arbeiðsfordeiling á starvsstovuni • Fakligt og annað samskifti inn og út av starvsstovuni • Eftirlit og bíleggingar av vørum • Starvsstovuarbeiðið, so sum: - Kemiskar, fysiskar og mikrobiologiskar analysur - Framleiðslu av reagensum • Ábyrgd og viðlíkahald av starvsstovutólum • Heintan av prøvum til kanningar • Faklig vegleiðing av studentum Førleiki Vit vænta at tú: • ert laboratoriuteknikari ella laborantur við starvsroyndum • hevur góðan førleika til at arbeiða sjálvstøðugt • ert røkin • hevur kunnleika til vanlig telduforrit, td Microsoft Office Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðfinn Magnussen á tel. 35 25 50 ella á teldupostadressu eydfinnm@setur.fo Løn Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, fl.V. Umsókn Umsóknir, við avriti av prógvum, ævisøgu (curriculum vitae) og møguligum viðmælum, skulu vera Náttúruvísindadeildini í hendi í seinasta lagi mánadagin 23.juni 2003.Umsóknir skulu sendast til:Náttúruvísindadeildin,Postrúm 2109,FO 165 Argir. Á Náttúruvísindadeildini (NVD) á Fróðskaparsetrinum eru íalt 8 vísindastarvsfólk innan stødd-, alis-, evna-, lív-, hav-, jarðalis- og ravmagnsverkfrøði. Harumframt eru tvey starvstovufólk á starvsstovuni (hendan lýsingin er eftir øðrum teirra) og tvey skrivstovufólk í umsitingini. Í løtuni eru tríggjar Phd-verkætlanir í gongd á NVD, og eru tær innan seismiskar signalviðgerðarhættir og modellering av alduviðurskiftum við Føroyar. NVD veitir Bachelor of Science (BS) útbúgvingar innan lívfrøði, ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði, kunningartøkni, teldufrøði og jarðalisfrøði. Undirvísingin verður veitt av starvsliðinum á NVD og av uml. 30 uttanseturs undirvísarum, ið eru á øðrum stovnum og virkjum bæði í Føroyum og uttanlands. Í løtuni eru um 35 studentar á NVD, harav 18 taka BS í kunningartøkni,skipað sum hálvtíðarlestur.Harafturat eru um 20,ið lesa einstakar lærugreinir. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3405, P/F Televarpið, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 26.03.2003. Kapitalur: Hækking við kr. 100.000,00 til kr. 1.100.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 100.000,00 til kurs 3.000 Nevnd: Farin úr nevndini: Hákun Steingrímsson, Mikkjalstrøð 5, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Reidar Nónfjall, á Fløtti 2, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 22. mai 2003 Kristin Balle _______________________ GSM telefonir Tráðleysar Til skip og bátar Nokia - Siemens - Motorola Ericsson - Panasonic Siemens Dect. Kunnu ikki avlurtast NMT 450 - VHF telefonir v.m. SØLA & TÆNASTA C M Y K 29 28