hósdagur 5. august 1993síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eli Hentze úr B71 heldur, at tað
er betri at spæla ein nýggjan
finaludyst, enn at tapa fyri HB í
einum dysti sum tí tyskvøldid
Ein av spælarunum, ið ikki
so sjáldan hevur gjørt vart
við seg á liðnum hjá B71, er
Eli Hentze
Hann hevur nøkur ár á
baki á besta liðnum hjá B71,
og hann var eisini við í tí
minniligu finaluni í 1989:
— Hana skulu vit altíð fáa
at hoyra um, og tey flestu
mundu óivað samanbera
dystin tyskvøldid við ta fin-
aluna, ið eisini endaði 1-1,
sigur Eli Hentze. — Men vit
spælarar hava nokk gloymt
hana nú, og tað ber heldur
ikki úl at liva upp á fortíðina
í allar ævir. Dysturin týs-
kveldið var eisini ein góður
dystur — nógv ferð og nógv-
ir målmøguleikar, so eingin
skal gremja seg um tað.
Eli heldur, at skuldi ein
vinnari verið funnin hesa-
ferð, so átti tað >næstan at
havt verið B71«.
Eli Hentze, B71 og Hans Thomassen, HB í nærdysti
Vit høvdu longu fingið
gott tak á HB, tå teirra ven)-
ari tók Rúna Nolsæ og
Kára Reynheim út, og tað
gjørdi ikki uppgávuna verri
fyri okkum, sigur Eli. — Ég
skilji í hvussu er ikki, hví
hann gjørdi tað, men sama
ger. Vit royndu alt tað, vit
kundu, men tað skuldi bara
ikki eydnast hesaferð.
Askoðararnir
lyftu spælið upp
Serliga væl letur sandoy-
ingunn at åskodarunum, ið
vóru møttir ul dystin.
— Tað er heilt vist, at um
hesin hyrurin var á áskoð-
arafjøldini ul hvønn dyst, so
hevði tað verið við ul at lyft
fótbólun í Føroyum upp á
eitt hægri stødi. Tá spælt
verður við so livandi fjøld
aftan fyri seg, er tað nógv
lættari, heldur hann. — Vit
vórðu mestsum lyfur av
áskoðarunum týskveldið,
og tað gjørdi stóran mun.
Eli Hentze heldur ikki, at
tað er gott at spæla eina so
drúgva finalu uttan avgerð:
Serliga fyri áskoðararn-
ar er tað keðiligt, tí tey koma
fyri at síggja ein vinnara. Og
allir spælararnir vóru næst-
an deyðir aftaná. Hinvegin
vil eg heldur hava ein um-
dyst, enn tapa fyri HB...
hj.
Eftir at hava synt got
spælå 1. liði í venjingar-
dysti móti B68 og ólav-
søkudystinum móti TB,
gav Sverri Jacobsen ti
19 åra gamla Hans Tho-
massen kjansin f steypa-
finaluni týskveldið mót
B71.
Hesa uppgávu loysu
hann eisini avbera væl,
og at hann nærkast ein-
um føstum plássi á 1. liði
sást eisini aftan á dystin,
tá hann saman við hin-
um skrivaði visum-um-
sókn fyri at koma við til
Europa Cup-dystin, sum
skal verða í Riga í Let-
landi um tævr vikur.
— Eg hevði ikki øgilig-
ar nervar undan dystin-
19 ára gamli Hans Thomas-
sen spældi so mikið sannfør-
andi á HB-liðnum tyskvøld-
ið, at hann uttan wa er nær
einum fóstum plássi á 1. liði
um, men tá dysturin var
komin í gongd, líkasum
fóru nervarnir burtur,
greiðir Hans Thomas-
sen sjálvur frá. — Tað var
stuttligt at vera við, og
eg vóni í hvussu er, at eg
havi ein kjans at spæla
meg inn á liðið við hes-
um.
Men gjørdist tað ikki
ov drúgt at spæla í 120
minuttir uttan avgerð?
— Jú, ad var drúgt,
men hinvegin hevði tað
heldur ikki verið stutt-
ligt, um avgerðin fall, og
hon var til fyrimuns fyri
B71, heldur Hans. — Nú
skal so avgerðin finnast í
umdystinum.
hj.
FSF í rasshaft
av umdystinum
Asetingarnar um finaluna um løgmanssteypid
eiga at verða broyttar
Børge B. Hansen kassa-
meistari mán ivaleyst
dáma væl, tá B71 og HB
spæla finalu um løg-
manssteypið. Sandoying-
ar og HB leiktu 1-1 í
1989 og so mátti nýggjur
dystur leikast. Tað vil
siga, at FSF kravdi tvær
ferðir inn. Og í ár syrgja
somu lið fyri, at Børge
kann krevja inn eina ferð
aftur at eftir at 61.000
komu í kassan miku-
kveldið
Men løgmanssteypid,
sum efur dystin stóð
einsamalt og kalt á ein-
um borði á FSF skriv-
stovuni í staðin fyri at
verða kroyst og klemmað
av havnamonnum ella
sandoyingum, kann vísa
seg at gerast trupult at
sleppa av við í ár: tað er
ógvuliga torført at finna
nýggjan leikdag
FSF fundaðist miku-
kveldið um umdystin,
men eingin avgerð varð
tikin. Mikudagarnir í
august mánaða eru allir
upptiknir. Komandi
mikudag er landsdystur
móti Noreg, annan miku-
dag er Europa cup, og
mikudagin 25. august
hevur HB biðið um, at
landskappingardysturin
móti GÍ verður leiktur.
Hesin dysturin skal sam-
bært skipanina leikast
15. august, men HB
ætlar sær avstað ul Riga
leygardagin fyri ella
sunnudagin, sum
dysturin móti GÍ í
Gundadali er ásettur.
So eru vit komin út í
september mánað. Fyrsta
mikudagin er Europa cup
á skránni, og annan
mikudagin verður HM
dystur á Svangaskarði
móti Rumenia. Einki er
á skránni mikudagin 18.
september — uttan so at
annað føroyska liðið
spælir seg úr und-
anumfarinum og í fyrsta
umfar í Europa cup.
Longri tað lýður út,
myrkari verða kvøldini
og truplari verður at av-
greiða finaluna. Onkur
tosar um, at leika hana
vikuskiftið eftir at
landskappingin er lokin,
og onkur tosar um at
flyta seinasta umfarið og
so leika finaluna 3. okt-
ober. Undir øllum um-
stóðum standast trupul-
leikar av finaluni.
Fyri á aðalfundi
Ásetingarnar viðvíkj-
andi finaluni eru sam-
tyktar á ársaðalfuni í
FSF. Tí skulu broyungar
eisini samtykkjast har.
Tað var snópisligt bæði
hjá leikarum, áskoðarum
og løgmanni at veðra-
hornini ikki vórðu hand-
aði. Løgmadur tóktist
annars hugna sær saman
við restini av VIP-arun-
um. Serljga fylgdu tey
vid ógvuliga nógv åhug-
aðu sandoyaråskodarun-
um, sum ofradu seg so
nógv frammi vid girð-
ingina, at teir áttu at
havt møguleikan at
komið í bað eftir dystin!
Okkara ráð skulu vera,
at uppskot verður lagt
fyri komandi aðalfund,
um at finalan um løg-
manssteypid verdur av-
gjørd eitt kveld. Er
javnleikur eftir 90
minuttir eigur at verða
leikt tvær ferðir 15
minuttir og um fram-
vegis stendur á jøvnum
eigur avgerðin at verða
tikin vid brotsspørkum.
Eitt sindur óheppið, men
nógv minni éheppid enn
at plága føroyska
fótbóltsheimin við
nýggjari finalu, sum tað
tykist vera meiri enn
trupult at fáa pláss fyri
-hnn-
Myndir: Jens
Kristian Vang
ek AL — 0 — — — = EA