Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-08-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 1993síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 146 — 6. AUGUST 1993 | Mentunartiltøk å Mentan er so nógv, men tað fyrsta hugsað verður um man vera tað, ið hoyrir farnari tíð til, skrivada orðið, sangur og tónleikur. Og tiltøk, sum innihaldsliga eru merkt av hesum eiga stóran part av skránni yvir mentunar-dagarnar í Klaksvík. Tað eru fleiri fram sýningar. T.d. hevur Norðoya Fornminnissavn opið í hølunum í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvíkini í dag, í morgin og sunnudagin, og Norðoya listarfelag hevur framsyning somu dagar. Listaframsyningar Nólsoyar Páll sat í síni tíð á Myrkjanaroyra- garðinum. Millum nógv annað fekst hann við at yrkja. Nú eitur bóndin á søguliga garðinum Archibald Black. Hann býr í bóndahúsunum á Grønab6li, sum abbi hansara bygdi. Listarligu evnini eru har, og helst man góða útsýni vera góður íblástur til mál- ingina. Hvat Archibald hevur fingið av skafti innan listina sæst á framsýning Í Ósáskúlanum, sum er CI opin í morgin og sunnu dagin Bókasavnið hevur í eini fjøruti ár verið naturlig ur liður í mentunarlivi num í Klaksvík. Fyrstu árini hildu John Reid Bjartalíð og bøkurnar til í leigaðum hel-um í krambúðini hjá Jóhann-es úr Hvalvík. Síðani varð flutt í norðara enda í Nordoya Sparikassa Um 1970 varð útlærdur båékavørdur settur. Tað var Jaspur Joensen, sum kom í starv, tá flutt varð í mið-hæddina í hølunum hjá Klaksvíkar Sjó- mansskúla. Har húsaðist savnið til kommunan keypu klædna-búðina hjá Kjølbro á Biskupsstød, ið er góður karmur um framsýningina av bókum og yrkingum efur norð- oyingar, sum verður i dag og í morgin. Frímerkja- framsýning Fyrsti maðurin, sum kom við postid til Klaksvikar, var Conrad Nicolajsen, ið frá 1869 hevdi åbyrgdina av at fåa postin år Havnini um Eysturoy og til Nordoyggjar. I Klaksvik vórðu brøv og pakkar til bygdina avleveraði hjá sýslumanninum, meðan tað ul Kunoy og Kalsoy varð lagt í handlinum út í Klaksvík, áðrenn hann helst fram í Hvannasund, har post- urin ul Svínoyar og Fugloyar varð lagdur, áðrenn leiðin bar ul Viðareiðis. Fyrsta maí 1888 lat postverkið upp í Klaks- vík. Tað varð hildið til í sýslumanshúsunum. Seinni varð flutt í hús- ini, har politistødin nú er, og fyrraparun av sekstiårunum vórðu nú- verandi ståsiligu hølini í miðbýnum tíkin í nýtslu Har verður frímerkjaframsýning í dag og í morgin. Fyri gll Aðra staðni verður nevnt, at nógv verður gjørt burtur úr børnu- num. Leikluturin hjá teimum brekaðu verður heldur ikki gloymdur. Hesi sein-astu 10 árini eru komin vard-ur verk- staður á Brekku og Dáin á Eiðinum. Hesir báðir stovnarnir skipa allar dagarnar fyri framsýning í fimleikarahallunum. A ítróttarliga økinum Bøgesvang sóknar- nr Í c tú úti í Grey Tíðindablaðið CH