týsdagur 10. august 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——"""
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BROÐRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri
Fyritaksstjóri Krisjan Dahi
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
: Jan Miller
Baðfóix Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hlimar Jan Hansen -
Utgevar: P/1 Sosialurin
Uppsetng PA Sosialurin
Prent: PÅ Pressan 1981
Justinus Eldesgaard
Bústaður. Argjavegi 28
Tøeton: 11820
66. ÅRGANGUR
Postadr : Postsmoga 78
110 Tórshavn
Tøletax 14720
Argjum
Bankarnir og vit
TAÐ kom helst rættiliga Óvart á lands-
ins stýri, tá sjónvarpið í farnu viku vísu
at siga frá, at ein orsøkin til, at bank-
arnir ikki hava møguleika at fíggjað
nakað sum helst í Føroyum er tann, at
teir hava brúkt pengarnar ul at aft
urgjalda lán í útlandinum. Víst varð í
somu sjónvarpssending á, at bankarnir
aftur tørva pening, og at teir aftur fara
at venda sær ul tað almenna. Hesi
tíðindi fingu løgmann at kalla
bankaleiðslurnar til snarfund í
Tinganesi. Hon vildi hava at vita, hvat
liggur undir hesum tíðindunum.
HVAT fekk løgmaður so at vita, lå av-
tomadi! Ikki nógv, tí sambært løgmanni
eftir fundin, so vóru tey ikki blivin
nógv klókari upp á hesar stóru og
álvarsomu spurningar, sum alt
bankavirksemið í løtuni fevnir um. Hon
vísti sjónvarpsmanninum til bankarnar
at fáa mein at vita.
VIT hava leingi vitað, at bankamir hava
ikki havt tað gott. Fleiri ferðir hava tað
almenna Føroyar og tað almenna Dan-
mark verið noydd ul at bjarga bank-
unum. Og okkurt bendir á, at tað ikki er
nóg mikið við umrøddu bjargingum
Neyðugt verður helst viðm uppaftur
fleir.
EITT av høvudsendamålid hjá ti al-
menna at skuldabinda hvønn Per og Pól
fyri at útvega bankunum pening var tað,
at hetta skuldi uyggja okkara peninga-
skipan og harvið møguleikarnar hjá ti
sunnara partinum av vinnulívinum at
halda fram ella bróta upp úr nýggjum.
Síðani er jú tað hent, at:vit hava fingið
at vita, at hjálpin ul bankarnar er ikki
farin til at menna vinnulívið men til at
gjalda utlendska skuld vid hjå bank-
unum.
VIT vita, at ein orsøkin til, at bankarnir
eru illa fyri, er tann, at nógvur peningur
er fluttur av landinum ella í aðrar
peningarstovnar, og tiskil hava bankar
nir ov líuð av tókum peningi at arbeiða
við. Eitt endamálið við almennu inn
spræningini av milliardum í bankarnar
var tá eisini fyrst og fremst at geva
teimum tøkan pening at arbeiða vid
Men nú sær ikki mætari út enn vit her
fáa skrúvuna uttan enda. Ti sohvørt tað
almenna letur pengar ul bankarnar og
bjargar teimum gevur tað teimum, sum
eiga nakað ella nógvan pening í bank
unum møguleika at bjarga sær henda
pening við eitt nú at flyta hann av
landinum.
NÚ nærkast so tíðin, tá ið teir
pengarnir, sum vórðu uppsagdir í
bankunum beint efur fyrstu
bjargingarroyndina av bankunum i fjør,
kunnu takast ut ur bankunum
Dimmalætting vil i grein leygardagin
vera við, at talan er um meira enn eima
mia. kr. Við øðrum orðum er vandi fyri,
at bankarnir komandi tíð rætt og slætt
verða drenaðir fyri tøka uppspardan
pening og at nógv av hesum peningi nú
endar í útlandinum.
Men hvat ger tingid og landsstýrið
verður spurt í hesum døgum, nú Óvissan
ræður og eingin veit, hver í veruleik-
anum ræður í Føroyum, politikaramir,
bankarnir ella onkur heilt annar. Hetta
fær ein ul at hugsa um væl rakta
setningin í tåttinum hjá Tróndi Olsen "1
Gøtu ein dag": "men sig, hvat ger
Tingið, tú statt ei og bín?" "Jú teir selja
gryn.” Man hetta ikki vera tann fatan,
sum mangir føroyingar í dag hava av
bæði tingi og landsstýri, nú hest lítla og
onga ávirkan hava á, hvat almenni
peningurin til bankarnar verður brúktur
til og enn minni vita, hvat hendir í
bankaverðini, sum tað almenna í dag er
einn av høvudspartacigarunum í gjøgn-
um longu fleiri bjargingarroyndir.
TAÐ kann ikki sigast annað, enn tað
ræður fjáltur og ótu millum manna, nú
sjálvt ikki okkara leiðani fólk hava
fingurin á bankapulsinum. Dimmalætt
ingin má sigast at hava gjørt sína støðu
upp, tá blaðið við stórar yvirskrift leyg-
ardagin rætt og slætt slær fæst, at best
man vera at lata bankarnar fara. Hetta er
djørv men møguliga eisini ábyrgdarleys
tala, tí enn hevur eingin rættiliga gjørt
sær greitt, hvat hendir, um vit lata
bankarnar fara. Hevur Dimmalætung
veruliga so stórt innlit í banka- og sam-
felagsmál og avleiðingarnar av einum
bankarátt, at blaðið, sum kemur í hvort
hús í landinum, við stórari yvirskrift
yvir alla síðu 3 kann skriva, at vit eiga
at lata bankarnar fara? Ein kann ikki
annað enn spyrja, um tað ikki í veru
leikanum er ábyrgdarleyst av blaðnum
at mæla ul at lata bankarnar fara bara út
frá onkrari hissini keldu, sum vil vera
ónavngivin!!!
TÁ eingin annar í samfelagnum hevur
verið førur fyri at siga, hvat hevdi hent,
um bankarnir fóru, so kann tað tykjast
løgið, at landsins størsta blað og mål
gagnið hjá tí størsta andstøduflokk-
inum, sambandsflokkinum, kann koma
til hesa avgjørdu niðurstøðu bara út frå
onkrari ónavngivnar keldu. Tá blaðið
tekur stóðu í eini so stórum ålvarsmåli,
hevur tað eisini skyldu til at siga sínum
lesarum, hverjar fylgjurnar verða, lata
vit bankarnar fara.
EIN stórur vansi við okkara demokrati
er tann, at tað er so trupult hjá fjølmid-
lunum at fáa upplýsingar um stór og
álvarslig samfelagsmál. Hetta veri seg
bæði innan tað almenna og eisini eitt nú
í bankaverðini, sum nú er vorðin alt
meira almenn, tá hugsað verður um,
hvar hevurn bjargað hesum bankum og
hvør stendur til at skula rinda hesa
skuld aftur. Eingin ivi er um, at høvdu
bæði politikarar, bankafólk oo. við
spælt við meira opnum kortum og eisini
í stórri mun torad at viðgingið ikki bert
gjørd mistøk men eisini egið mátt- og
hjåparloysi, tá hevdi kanska sæð Ødrvisi
út. Við alla tíðina at látast sum um at
ein veit og kennir støðuna gera politik-
aramir í veruleikanum sær sjålvum og
sínum veljarum eina bjarnatænastu
AT sjónvarpið gongur undan at útvega
fólki upplýsingar og vitan um, hvat
fyriferst aftanfyri leiktjóldini skulu
fólkini har hava tøkk uppiborna fyri.
Haldið áfram. Men at landsins størsta
blað og málgagnið hjá
sambandsflokkinum skal brúka giungaår
og énavngivnar keldur ul at koma til
eina so kollvetlandi nidurstødu sum
hana at mæla ul at lata bankarnar fara
kunnu vit ikki taka undir við. Slík - já
dómadagslíknandi tala - átu í hvussu er
áðrenn hon varð sett á prent í landsins
størsta blað - at verið betri undirbygd
eitt nú vid at greitt frå fylgjunum av
einum veruligum bankarátt
TAÐ kennist annars sera margháttligt at
ikki fleiri av mongu av okkara væl- og
høgtubunu fólkum, sum hava nomið
sær útbúgvingar í útlandinum eitt nú
innan búskap og samfelagsfræði ikki í
stórri mun leggja seg út í almanna
ordaskiftid og harvið geva sitt týðandi
íkast ul hetta orðaskifuð, sum i
veruleikanum als ikki er til - nettup
vegna vantandi undirtøku frá umrøddu
fólkum. Hesi áttu so sanniliga at havt
skyldu til at givid ødrum føroyingum
innlit i teirra fakligu vitan, soleiðis at
fleiri í hesum landi skiltu støðuna og
høvdu møguleika at gera sær sínar egnu
tankar út frá m.a. hesum. Júst hesin
mangul uppá fakliga og kvalifiseraða
luttøku í ordaskiftinum tykist og
tørvandi vitan og innlit hjå eitt nu
politikarunum fær ein at koma til ta
niðurstøðu, at bankarnir - og tå hugsa
vit um Føroya Banka og Sjóvinnubank-
an - í veruleikanum eru teir, sum hava
bæði buktina og báðar endar.
Frá Norðurlandahúsinum:
Nýtt innihalds-
ríkt førovakvøld
Mitt millum Olavsøku og
tann tíggjunda Tórshavnar
jass-, fólka- og bluesfesu-
val kemur næsta føroya-
kveld í Norðurlandahúsi-
num í kvold við føroyskari
kvøldsetu og fiskaverdum
år heimsins reinasta havi,
ulrættalagt av — Føroya
Fiskasølu og Nordurlanda
húsinum. Kvøldsetan er
sum vant undir leiðslu av
Mikkjali Helmsdal, ið hev-
ur lagt hesa skrå:
Mikkjal Helmsdal bj6dar
vælkomin og greidir frå
skrånni.
Ljósmyndargðin
>Havlandið< við myndum
eftir Inga Joensen og tón-
leiki eftir Jóhannes á Rógvu
Joensen. Hetta er ein lands-
lagslýsing í tónum og
myndum, sum heldur seg til
ta Orørdu náttúruna og litir-
nar og ljósið í henni.
Dupultkvartett undir
leiðslu av Hera Eysturlíð
syngur eldn og nýggjari
føroyskan tonleik.
Sjónleikararnir Egi Dam,
Eyð Matras og Kristina
Hansen framføra »Magnus
Dam Jacobsen — Ein leik-
mynd«.
Jazz/rockbOlkurin
Plúmm saman við bassleik-
aranum Jóhannus á Rógvu
Joensen spæla egnan tón-
leik. Limimir í bólkinum
byrjaðu at spæla sama heilt
ungir í byrjanini av 80-áru-
num og teir hava gjøgnum
árini ment seg til at gerast
kanska fremsta føroyska
navnið á jazz/rokk-øki
num.
Ljósmyndargðin >Bláur
bóltur< eftir Inga Joensen
og Johs. á Rógvu Joensen. Í
hesi rødini er myndastílurin
meiri ekspressionisuskur
og tónleikurin meiri rútm-
iskt ágangandi enn í tí fyrru.
Ein bláur bóltur gevur høvi
ul eina uppdagingarferð í
nýggju og gomlu Havnini.
Føroyskur dansur við
Norðursreymoyar dansi-
verður
1 x
ui Ci
felag. Fyrst
framvising av dansi og
dansispølum, og síðani
verður ein vísa kveðin, har
áskoðararnir verða bodnir
við upp í ringin.
Tað hevur verið væl av
fólki ul øll føroyakvøldini í
alt summar, og teir triggir
samstarvsfelagamir, Ferda-
råd Føroya, Føroya Fiska-
søla og Norðurlandahúsið,
vænta eisini góða undirtøku
tey try sidstu kvøldini, i
kvøld,10., 24. og 31. au-
gust.
Føroysk kvøldseta
verdur i Nordurlanda-
old
TØKK
Hjartaliga takk fyri synda samkenslu, tå
kæra mamma okkara
GUNHILD PETERSEN
fødd Hansen
busitandi i København
doyði og varð jarðað.
Familjunnar vegna
Osla, Meinhild og John