Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-08-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 1993síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 152 — 14. AUGUST 1993 … 0g fevna um allar Føroyar -Eins og mikladalsmenn drupu allar kóparnar sum inni í látrinum vóru, soleiðis vanvirdu vit ta sjåldsama fínu javnvág, sum er millum havsins djór. Og hevndin - Ja, hon er ikki fullgjørd fyrr enn tey revsadu eru so mong, at tey kunnu halda hvør annan í hond og fevna um allar Føroyar skrivar Hermann Oskarsson m.a. i "Sjønarmid" í dag. Minnist meg rætt, so fór uppruddingin efur ódnina í 1988 fram á rímuligan og siðiligan hátt. Tað sum hendan himmalódnin hevði sorað fyri sær varð sópað saman og skaðarnir umvældir, og alt tað skirv- isligasta, sum vendi upp i vesturættina bleiv styrkt, so tað stóð betur ímóti næstu ferð hon brast á, ódnin. Tad er møguligt at onkur ultuskaði sær eina takplátu ella eitt vindeyga Ov nógv frå uyggingini. Tað var ikki meira enn rimuligt. Samanhaldið skaðanáttina minnir meg ikki sørt um hendan gjøgnumsúrgandi bróður- andan sum bindir manna- múgvuna saman sang- kveldið Ólavsskudag. Men eitt er skaðabjarg- ing og 6lavsøkur6mur — nakað annað er forrætt- ning. Og tað gevur at bíta nú gerast skal upp og skil fáast á eftir búskaparkrep- puna. Flest øllum man nú verða vorðið greitt, at tað er onki sum eitur brødra- lag í ætladu kreppuloysn- unum. Her er tað sum um- borð á Titanic: tey á fyrsta klassa sleppa upp í bjarg- ingarbátarnar og restin fer undir kav við sálmasangi. Bankamir fáa dekkað skuldina við einum láni sum løntakarin skal aftur- gjalda, skuldin hjá virkj- um og skipum verður ant- in strikad ella omad sum bankaskuldin. Tær finansi- ellu transaksjónirnar eru um at koma upp á pláss og eftir er so at seta kanónir- nar í stilling til framtíðina. Arbeiðsmegin, sum er til avlops má fara av landi- num við einari hálvari miljón í skuld í reyvalum- manum. Farvæl. Teir donsku myndug- leikarnir sum skuldu bjarga fíggjarligu stump- unum og taka statsligu ábyrgdina av tí sum hend- ir, geva greið boð um hvussu teir búskaparligu og politisku karmarnir skulu vera framyvir. Inn- anfyri tey mørk sum heimastýri og privat pengavald seta, sjálvandi. Teimum er tað so rúkandi líkamikið hver tað verður, sum skúmar róman ella hver ið kemur í klemmu Tað skal bara hanga sam- an upp á onkran máta. Vinnan, bæði á sjógv og landi, skal drívast renta bult og politikararnir skulu ikki sleppa framat fíggjar- ligu stýringini av henni Hetta man yvirhøvur klinga væl í oyrunum á hvørjum føroyingi, sum hevur upplivad sjeyti- og áttau árini við øllum sans- um í behold. Nú bíðar so alt eftir startskounum frá banka- stjórunum og Fíggingar- neyndini.. Tað verður hon sum skjýtur nýggjárið inn, og so situr Føroya Fiska- virking å lopi, klår til at leggja alla virking av fiski undir labbarnar å teimum somu, sum hava rent landið á heysin. Á hesi viðurskifti, fíggjarligu konstruktiónirnar og pla- sering av skuld og ognum í framtíðini, og tilrætta- legging av organisatión og ognarviðurskiftum í fiski- idnadinum, hava føroyskir politiskir myndugleikar ikki tað allarfjernastu ávirkan. Allir hesir fyrstu leikimiar í talvinum skulu geva stórri pengamonnum ordiligt fótafesti í starthol- unum. Aftaná at Føroyar fyrst í sjeyti árunum avgjørdu ikki at fara upp í EEC, Rá- fiskagrunnur varð settur á stovn og vit fingu 200 fjórðinga markið, fekkst so við og við ein viss javnvág í maktstrukturin. Ikki búskaparlig javnvåg — har valdaði hin galopper- andi ørskapur. Men allir partar funnu sítt pláss. Staturin og landið funnu hvønn annan í málsyvir- tøkum og blokkstuðuls- skipan. Reiðararnir funnu Landskassan og ein full- fíggjað æðraskipan fekkst ímillum politiska valdið í landinum og so penga- menninar, vinnulívsmen- ninar og spekulantarnar. Revisorar og bankamenn vístu hvussu alt skuldi figgjast, reiðararnir høvdu funnið frensin og embætis- menninir hildu kjaft. Inn- tøkurnar vóru góðar og kjøtið gott, so fakfeløgini skiftu verkfalskassan út vid pensjónskassan. Og so rivnadi vombin. Alt gorið og gallið fleyt út. Javnvågin koppadi, so at i dag veit ongin av pørtun- um rættuliga hvat ið hin parturin ætlar sær. Ákær- urnar fúka yvir høvdunum á arbeiðsleysum skulda- reyvum. Arabo ákærir donsku fíggjarmenninar fyri mølposavirksemi, Ba- calaostjórin meldar pass, stjórarnir í fiskatilvirking- ini ákæra bankarnar fyri obstruktión, Frits vil hava Kjartan frásettan, Rætturin leitar eftir kompromitter- andi skjølum og bankarnir verða ákærdir fyri penga- hamstring. Men hvat er hetta so fyri ein levind og gangur, gorran og mála- geipan? Jú, partarnir eru um at finna hvør annan“ aftur. Summir gera seg tvøran fyri at fáa hina bestu samráðingarposi- sjónina, aðrir hótta og buldra fyri at fáa mótpartin at loypa framav, og allir flyta ognir og pengar á tryggasta stað. Men tá eitt passaligt tal er farið á húsagang so at rentabilitet- ur aftur fæst í ta sum eftir er, tå nýggjur strukturur er fingin i fiskivinnuna, tå teir útlendsku finansmen- ninir hava fingið álit á tað tamarhaldið, sum danski staturin hevur á Føroyum og tá eitt passaligt tal av fólki er farið av landinum — so finna teir hvgr annan aftur í sáu og semju. Men tað verður so undir , Sjónarmið teimum neyvari kreditt- reglum sum danski kapi- talurin og danski staturin seta. Det greier seg i sjøen, segði norðmaðurin. Føroy- ingurin situr og bidar eftir kyrrindunum, so farast kann til árarnar aftur. Í dag hava vit einki í at velja. Tá hanin gól triðju ferð, miðskeiðis í sjeyti ár- unum sótu vit og piðaðu hárygg. Tá ræddust vit russarar, tjentu pengar og góvu keisaranum tað ið keisarans var. Fá góvu sær Tidindabladid CELL far um, at tå høvdu vit eitt val. Teir sum peikadu å eina aðra leið, enn hesa finansieraðu psykosuna, vóru Adolf Hansen á odda fyri utr6drarmonnunum, D. P. Danielsen, John Smith og einstakir aðrir. Teir droymdu tá um eitt samfelag, sum livdi í hóv- ligari sáu við fiskirikidømi í havinum. Nakað sum tá mikladalsmaðurin droym- di Kópakonuna biðja seg eira brimli sínum og nós- unum. Men eins og mikla- Spik Útvarpið hevur hesar dag- arnar havt okkurt sjáldsamt at siga okkum um mun á prísum á turrsaltaðum spiki í ymsum handlum. Ein dani, ið selur okkum spikið 43 kr. fýrari fyri kg. enn onkur annar, vildi vera við, atdygdin í hansara vøru mundi vera tann betra. Í útvarpstíðindunum 11. aug. kl. try korter til sjey, segði ein føroysk tíðinda- kona, at spikid, sum kostar 43 kr. meira fyri kg., er “reint spik", har einki tvøst er á" Gamalt var, at tú skuldi skera nóg mikið av undan- skurði uppí (at siga teimum, ið ikki vita: "undanskurdur” er "tvøstid, sum er á" — so segði konan). Skert tú “reint spik" við litlum ella ongum undan- skurði, goymist tað illa og tránar. Undanskurðurin eigur at vera ikki minni enn 1-2 cm. — tá tað ber til. Annars er undanskurður etandi, og kókað hvglja við. Væl ber til at seta góðan undanskurð undan turrsalt- aðum spiki á vatn eitt sam- døgur og kóka hann. Hetta er av besta mati. Mallu-Jógvan dalsmenn drupu allar kóp arnar sum inni í láuinum vóru, soleiðis vanvirdu vit ta sjáldsama fínu javnvág sum er millum havsins djór. Og hevndin — ja, hon er ikki fullgjørd fyrr enn tey revsadu eru so mong, at tey kunnu halda hver annan í hond og fevna um allar Føroyar. Hermann Oskarsson Landsdráttur til frama fyri Deyvafelag Føroya Drigid var 22. juli 1993. Vinningar til seðlar- narnr. 1165, 13713, 12640 og 14839 eru heintaðir. Lutir, sum ikki eru heintaðir fyri 27. au- gust, fella aftur til felagið. Sendið seðilin til: íkki vinnara- / > Deyvafelag /„ }Feroya | æg VD + 165 Argir Lýsið i sosialinum