mikudagur 18. august 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Eymt mál
RÆTTILIGT strid hevur ukid seg upp
imillum Noreg og Island um fiskiskap i
Barentshavinum. Hetta stríð kemur i
kjalarvørrinum á fiskiskapinum hjá
teimum trolarum skrásettum í tridja
landi men við føroyskari manning, sum
hava fiskað bæði í Svalbardøkinum og í
altjóða sjógvi í Barentshavinum. Í gjár
visti útvarpið at siga frá, at ikki færri
enn 25 íslendsk skip eru á veg á leiðina
teir kalla "Smutthullet” ella "Loyni-
krókumn". Hetta er altjóða sjógvur, sum
liggur uttanfyri 200. fjórðinga búskap-
arligu økini hjá bæði Noregi og
Ruslandi og er ikki fevnt av Svalbard-
traktatini. Skip hava tí rætt til at fiska í
økinum, uttan at norðmenn, sum annars
hava eftirlitið um hendi í Svalbard-
økinum, kunnu gera nakað
” FRÆLSI - JAVNAÐUR -- BRØDRALAG
Ábyrgðarblaðstjóri: Jan Múlller
Fyritaksstjóri Krisjan Dahi
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Biadfoik Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Ugevar: Pt Seslalurin
Uppsetng PA Seslalurin
Prent: Pt Pressan 1981
Justinus Eidesgaard
Bústaður. Argjavegi 28
66. ÁRGANGUR
Argjum 110 Tórsharn
Tølgton: 11820 Taletax 14720
MEN norðmenn vilja vera við, at just
loynikrókurin er sera tydningarmikil
fyri allan fiskiskapin í Barentshavinum,
ti hann er uppvakstrarøki fyri toskin
Ein ógvuslig veiða har uttan nakað
efurlit kann tí hava ålvarsligar av-
leiðingar fyri fiskiskapin annars í Bar
entshavinum
FØROYA landsstýrið hevur valt at
ganga norðmonnum á møu í málinum,
tá tað snýr seg um at forða skipunum at
avreiða í Føroyum. Tummas Arabo,
landsstýrismaður sigur, at hann hevur
heitt á virkini um ikki at taka ímóu fiski
frá hesum skipum, men reiðarin á
tveimum av skipunum, ið er føroyingur,
sigur, at talan er ikki um eina áheitan
men um eitt forboð. Hann heldur tað
vera púra burturvið av landsstýrinum at
stuðla norðmonnum og biður lands-
stýrið heldur hyggja eftir, hvussu
íslendingar bera seg at. Teir lata seg
ikki trumpla niður av norðmonnum
TAÐ er greitt, at fiskiskapurin í um
stridda ekið er at meta sum Akilles
hælur hjá norskum fiskivinnuåhuga-
málum. Tí norðmenn fáa einki gjørt
móu skipunum, tí tey fiska lógliga
Hetta vita norðmenn og tí hava teir
eisini roynt at leggja trýst á stjórnirnar í
bæði Føroyum og Íslandi. Íslendskir
fiskimenn halda seg ikki gera nakað
skeivt men vísa heldur til, hvussu
norðmenn sjálvir royna at tråroyna allar
stovnar teir kunnu koma ul í altjóða
sjógvi. Eitt nú fiska norsk skip konga
fisk norðan fyri Ísland. Í samrødu við
Sosialin í dag leggur reiðarin á domini
karsku skipunum heldur ikki fingrarnar
ímillum. Hann heldur ikki, at norðmenn
eiga at spæla so góðir, tí sjálvir eru teir
serfrødingar í at tråroyna allar altjóða
leiðir
AHUGAVERT verður at síggja, hvussu
leikur nú fer fram. Vónandi koma
partarnir til sætis onkursvegna. Føroy-
ingar eiga í hvussu er at royna at fáa
sum mest burtur úr á fjarleiðum. Eru
møguleikar, sum vit ikki hava troytt
men sum vit hava fullan rætt ul, so eiga
vit eisini at kanna teir. Íslendingar hava
so lagt eystur í hav við øllum sínum
flota. Hetta fær sjálvandi føroyingar at
umhugsa alla støðuna. Er tað veruliga
so, at vit kunnu fáa meira burtur úr í
Barenshavinum spyr onkur! Lands-
stýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur,
at vit eiga at halda okkum til gjørdar
avtalur um veiðuna í Barentshavinum
Hetta er so almenni politikkurin og
tiskil hann, sum fiskivinnan má halda
seg ul. Nú verður áhugavert at frætta,
hvat andstæða á ungi og annars umboð
fyri vinnuna halda um aktuellu støðuna
Jórmund Vágadal, reiðari á domninikansku trolarunum:
Vit hava onga
log brotið!
-Skipini eru dominikansk. Føroyingar sigla á øllum heimsins høvum, og í hesum
førinum sigla fóroyingar eisini við dominikanskum skipum. Hetta málið hevur ti
einki vid Føroyar og føroyingar at gera. Tad er eitt mál millum Dominikanska
Lýðveldið og Noreg og snýr seg um Svalbardsáttamálan. Hetta var eisini tað eg
segði Tummasi Arabo, fiskimálaráðharra, áðrenn hann legði seg út í málið við at
rætta norðmonnum hondina.
Hetta sigur Jórmund Vágadal, reiðari á teimum báðum dominikansku trolar-
unum, sum hava verið atvoldin til stríðið í Barentshavinum. Vágadal ætlar sær ikki
at gevast á hondum, tí hann ella manningarnar hava onga lóg brotið. Hann hevur
júst havt fund við dominikanska uttanríkisráðharran, sum nú hevur sent norðmonn-
um bræv, har m.a. verður biðið um at fáa tillutað kvotur sum partur av Svalbard-
traktatini.
Jørmund Vágadal metir
útspælið hjá Tummasi
Arabo, fiskimålarådharra í
spurninginum um dom-
imikansku skipini at vera
eitt fullkomid bann hjå
båtunum at avreida i Før -
oyum. -Eg havi tosad vid
Arabo um hetta, so eg
veit, hvat eg tosi um. At
hann sigur, at hann hevur
ikki givið nøkrum boð
men heitt á virkini um ikki
at taka fisk frá skipunum
er ov bíligt.
Jørmund Vágadal vísir
á, at tá Tummas Arabo fer
út í fjølmiðlarnar og heitir
á virkini um ikki at keypa
fisk frá dominikansku
skipunum, og hann har-
umframt heitur á sjóverj-
una at hava eyguni við
bátunum, um teir koma
inn í føroyskt sjóðki, kann
tað ikki = leggjast út sum
nakað annað enn eitt veru-
ligt forboð móti, at bát-
amir koma ul Føroya.
Áheitan frá
noråmonnum
-Eg ringdi persónliga til
Tummas Arabo ur Islandi
og spurdi, hvi hann gjørdi
hetta. Hann svaradi mær,
at tad var komin ein å-
heitan år Noregi um hetta
málið, og landsstýrið fór
tískil at geva bátunum
forboð at koma til Føroya.
Tå eg spurdi hann, hvat
hendi, um skipini kortini
komu til Føroya, segdi
landsstyrismadurin, at
landsstýrið fórgat brúka øll
vápn ul tess at fyribyrgja,
at bátanir vórðu lossaðir.
Hann segði eisini, at
bátarnir í allar mátar vóru
óynskur i Føroyum.
Jørmund Vågadal sigur
seg ti vera komnan til ta
nidurstødu, at rådharrin
hevur givid hesum skipum
fullkomið bann at koma til
Føroya.
Mist nógvar pengar
Upp á fyrispurning hví tað
er so umráðandi at stevna
fiskimálaráðharranum
sigur Jørmund Vågadal, at
reiðarríið hevur mist
nógvan pening júst av
umrøddu orsøk. -Vit hava
havt négvar
eykautreidslur av at skula
landa í Íslandi. Vit høvdu
m.a. gjøri avtalur í
Føroyum við eitt nú
oljufeløg, men vard hon
var ongum. I Islandi kost-
ar oljan útvið 35 oyru
meira fyri liturin.
Haraftrat kemur
endurgjald fyri “tort og
svie", sum hann málber
seg.
Jørmund Vágadal um-
hugsar í løtuni, um hann
skal stevna fiskimálaráð-
haranum. Málið er til
viðgerðar hjá sakførara.
Fund við uttanríkis-
ráðharran
Málið um fremmandu
trolararnar, sum fiska í
altjóða sjógvi í Barents-
havinum og um teir
mongu íslendsku, sum nú
eru á veg á lcidina, er í
løtuni vid at elva til strid
millum Noreg og Ísland.
Jørmund Vågadal, sum
er reiðari á tveimum av
skipunum, sum eru skrá-
sett í Dominikanska Lýð-
veldinum og sum hava
fiskað í Barentshavinum
móu norskum vilja, er júst
heimafturkomin av fundi
við uttanríkisráðharran í
Dominikanska Lýðveld-
inum. Hesin hevur fingið
eit mótmæli frá norsku
stjórnini móti fiskiskap-
inum og fer nú at senda
norðmonnum svar.
-Sjálvandi vilja vit
fyrst og fremst loysa hetta
málið upp á ein diplo-
matiskan máta sigur Jor-
mund Vágadal.
Hava ikki brotið
nakra lóg
-Men hvussu kennir tú tað
at koma heimafiur og av
summum at vera mettur
sum sjórænari?
ET