hósdagur 26. august 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Danska fólkatingsvitjanin
alstóran týdning fyri bæði
føroyingar og danir
NÚ er hann so ásettur - dagurin, tá
landsstýrið aftur skal niður til Keyp-
mannahavnar at tosa við donsku
stjórnina. Dagurin er 12. oktober. Stutt
áðrenn kemur kjarnan í donskum fíggj-
arpolitikki, búskaparliga- og politiska
nevndin í fólkatinginum við sjálvum
fíggjarmálaráðharranum á odda.
NÚ tað eisini verður tesað so nógv um
eitt komandi fólkaungsval er greitt, at
Føroyar koma at vera eitt av málunum i
valstríðnum. Hetta kann koma at gera
tað truplari hjá eini sitandi stjórn og tað
serliga eini stjórn, sum fevnir um fleiri
ymiskar flokkar, at semjast um møgu-
ligar nýggjar hjålparpakkar ul Føroya.
Uttan iva fara Poul Nyrup og Lykketoft
at fáa nógvar svævnar dagar komandi,
fyri ikki at siga svøvnleysar nætur, tá
tað um Føroyar og vidurskiftini millum
Føroyar og Danmark ræður.
EITT er so, hvat danir fara at fyritaka
sær komandi, tá talan er um Føroyar.
Nakað annað er - og tað er sambært
einum donskum biskaparfrødingi og
einum føroyskum samfelagsfrødigi í
Sosialinum í gjár og í dag tað mest
umrådandi - hvat føroyingar sjålvir
hava upp á hjartað. Hvat vilja vit -
hvørji eru ynski og krøv okkara, tå vit
skulu til at hitta danskar politikarar og
embætismenn aftur! Vit mugu gera
okkum púra greitt, hvat vit vilja - vit
mugu til at gera eina ætlan fyri hetta
samfelagið. Hetta er nidurstødan i
teimum báðum samrødunum í
Sosialinum. Lyck og Mørkøre eru púra
samd og siga ban út: føroyingar mugu
fáa stórri ávirkan á sína egnu framtíð og
til tess krevst, at føroyingar sjålvir taka
seg um reiggj og stinga út í kortið.
Aftrat hesum kemur, at vit um somu tíð
taka fulla ábyrgd av okkara gerðum.
TAÐ eru tey, sum hava fýlst á landsins
myndugleikar fyri ikki at gera nógv
mikið til tess at fáa eina ella aðra end-
urreisingarætlan á beinini. Danir setra
eina nevnd fyri og aðra eftir til at
viðgera støðuna í Føroyum, meðan før-
oyingar bara sita hendur í favn og bíða
Nakað herfyri tók landsstýrið so um-
radda kriukk til eftirtektar og setu eina
føroyska endurreisingarnevnd. Enn
hava vit so einki hoyrt ul nevndina,
men helst fer okkurt at spyrjast frå
henni skjótt, tí landsstýrið kann ikki
fara aftur ul Danmarkar og einki úspæl
hava fyrireikað frammanundan
Vónandi eru vit ikki ov góðurúgvin tå
vit gita, at nevndin er í ferð við sítt
arbeiði og fer at lata landsstýrinum eima
ella aðra ætlan undan fundinum
UM ein mánað koma so donsku fólka-
tingsumboðini ul Føroya, og tað er
greitt, at hetta verður kanska ein hin
mest týðandi vitjanin í mong mong ár.
Tí nettup henda neyndin er spegils-
myndin av øllum ti fólkavalda danska
fólkatinginum og tískil er tað sera sera
týdningarmikið, at vit føroyingar eru
væl fyrireikaðir at taka ímóu hesi nevnd
Tað verður kunnleikin, fatanin og
metingarnar, sum henda nevndin færr
við sær sum førningur aftur ul Dan -
markar, sum í stóran mun fara at avgera
lagnu okkara. Nettup ú at veljarakann-
ingarnar vísa, at danir einsvæl kunnu
fáa eina reint borgarliga stjórn eftir eitt
komandi val sum eina við javnað-
arflokkinum á odda, er tað so umráð-
andi, at eitt breitt spektrum í danska
fólkatinginum umboðandi allar flokkar
við egnum eygum og oyrum sleppur at
síggja og hoyra, hvussu stødan er í
Føroyum.
VIT eiga at leggja kortini á borðið.
Einki eigur at verða krógvað, og bæði
politikarar, embætismenn 00. eiga at
spæla vid opnum og ærligum kortum.
At snyta danir- hvat tad so enn merkir -
fer bara at koma okkum sjålvum aftur
um brekku. Tað er einki minni enn
okkara skylda at leggja fram fyri hesa
breiðu nevnd alt tað ulfar, sum er,um
føroysk viðurskifti og royna at svara
øllum spurningum. Spurningar um
miðsavning kontra miðspjaðing, spurn-
ingar um dupultfunkuónir, um
lívsneyðug arbeiðspláss, um privata
vinnulívsmynstrið, ognarviðurskiftini,
um almenna sektorin í síni heild, um
valskipanina, um flogvøllir, undirsónar-
tunnil, vegir og brýr og havnir, osfr. Alt
eigur at verða vidgjørt sakliga og opið.
DONSKU fíggjarneyndarlmirnir skulu
vera hjartaliga vælkomnir til Føroya
Teir skulu sleppa at siggja, at vit ikki
liggja aftanfyri danir, tá talan er um
gestablidni. Kunnu teir fara heimaftur
til Danmarkar uttan fordómar og uttan
at bera ógrundað hatur ul hesa granna-
tjóðina fyri norðan, so er nógv vunnið
við slíkari vitjan. Kunnu teir entá fara
heimaftur við eini kenslu av, at hesi
bæði bróðurfólkini, danir og føroyingar,
hava eins nógv brúk fyri hvørjum ødr-
um í tíðunum, sum koma og at gott
samstarv tænir báðum tjóðum,
uppaftur meira vunnið.
so er
TØRVANDI kunnleiki, giungar og
skeivir upplýsingar um Føroyar og
føroyingar millum eitt nú danskar
fólkaungsmenn hevur verið við nil at
gera kluftina millum hesi bæði fólk
stórri. Tað hevur skatt vidurskiftini
landanna millum. Tað hevur elvt til
óneyðugar og grundleysar skuldseungar
og atfinningar móti okkum. Men tað er
so sanniliga eisini okkara egna skyld, at
mangir danir hava fingið eina skeiva
uppfatan av føroyingum og at summur
teirra hata føroyingar. Og her slepst ikki
undan at nevna tær sera ósiðiligu, hat-
urfullu og eitursprænandi rødurnar, sum
Óli Breckmann fólkatingsmaður hevur
hildið á fólkatingi. Uttan mun ul hvat
hesin maður enn kann hava gjørt av
góðum fyri føroyingar gjøgnum sítt
fólkatingsarbeiði, so hevur hann við
frumskógarkendu talum sínum á fólka-
tingi sett split í millum nógvar danir og
føroyingar. Hann hevur bæði blandað
eiturið og givið ofrum sínum tað at
drekka. Hann hevur tendrað tann neista,
sum oftani gerst til stóran eld millum
tey frammanundan intolerantu, fanat-
isku og frelstu. Lat tað tí verða sligið
fast her einaferð med alla og við sjey-
tummaseymi: rødur Breckmans hava
oyðilagt nógv fyri føroyingar. Hetta er
annars ikki tíðin, har vit eiga at brúka
orkuna til at fordóma og rakka niður á
hvør annan, men tå tú viðger spurningin
um vidurskiftini millum føroyingar og
danir, er leiklutur hjá umrødda fólka-
tingsmanni so ræðandi, at hann eigur at
verða tikin fram fyri um ikki annað, so
at ræða við. Slíkir persónar byggja ikki
brúgv millum bróðurtjóðir. Og tað er
nettup tað vit hava brúk fyri. Tí kedmur
danska folkatingsvitjanin eisini í tókum
tíma og m.a. út frá hesum er tað so
umráðandi at fáa danskar poliukarar ul
Føroya, so teir hava høvi ul at síggja
viðurskiftini sum tey eru - og sjálvandi
upp á gott og ilt.
TAÐ eru 30 dagar ul henda stóra
nevndin kemur til Føroya. Til ta tid
kunnu vit fáa nógv av skafti, og tað er
vón okkara, at landsstýrið saman við
endurreisingarnevnd og ødrum rådgev-
um - eisini andstøduni á ungi - ger sitt
ítarsta fyri at skapa eitt nytt grundarlag
- eina ætlan fyri eitt framtíðar Føroyar.
Og er tað so, at niðurstaðan av hesum
arbeiði verður, at samfelagnum - ikki
bara tørvar hissini milliónir nú og tá ul
tess at forða fyri, at bankar 00. fara á
heysin, so eiga vit at gera dønum hetta
greitt. Og er tað so, at stødan sær heilt
6møgulig út, so er at leggja kortini á
borðið og møguliga ásanna, at Føroyar
sum ein av okkara oftani sera bein-
raknu skribentum - John Smith - hevur
skrivað í hesum blað herfyri - bert
kunnu koma á føtur aftur, um landið
verður lýst vanlukkugki - tí búskapurin
er koyrdur fastur - og har einasu máti at
bjarga landi og fólki er at lata ti eitt
ella annað slag av Marshallhjálp.
LATIÐ okkum leggja kortini á borðið,
men ul tess er neyðugt við eini grund-
leggjandi kanning og analysu av sam-
felagnum, og tað er hon, sum umrødda
endurreisingarnevnd vónandi fer at
koma við og sum tá kann vera grund-
arlag undir úngingunum í Føroyum vid
búskaparligu og politisku nevndina hjá
fólkatinginum og so í Danmark undir
samráðingunum við donsku stjórnina.
Tað stendur ti púra greitt fyri okkum, at
júst hesar báðar hendingarnar ávikavist
seinast í september og fyrst í oktober
fara at fáa avgerandi týdning fyri fram-
tíð okkara.
OG nettup út frá hesum eiga vit før-
oyingar at síggja til at standa saman
sum ein maður og ikki brúka tíð og
orku til at keglast inn á hver annan og
stríðast hvgr móti ðrum , men heldur í
felag at royna at fáa sum frægast burtur
úr fyri okkum øll og komandi ættarlið.
Lítið skil á Strandferðsluni
Tað má sigast at vera sera
lítið skil á Strandferðsluni,
hvussu teir samanseta ferða-
ætlanina runt Føroya land.
Fen tú av Tvøroyn sunnu-
morgun kl. 7.30, so ert tå ikki i
Klaksvik fyrrenn kl. 14.30.
Hetta må sigast at vera ein sera
langur tårur, lika langur sum at
fara år Klaksvik til Gran
Canari (uttan fyri Afrika) upp á
somu tíð, har eisini verður
millumlent í Kastrup.
Hvat er gali?
Fyri tað fyrsta, so eru tveir túrar
fyri døgurda, men báðir liggja
so tíðliga, at einki ferðafólk fer
við hesar túrar, ein er kl. 8.15
og hin 9.35, hin seinni dettur
burtur síðst í hesum mánaðin-
um. Hvat túrurin kl. 8.15 skal
nýtast til, veit bara Strand-
ferðslustjórin, sum hevur sett
ferðaætlanina saman. Hví ikki
leggja túrin kl. 8.15 niður og
flyta hann til kl. 11 ístaðin, so
kundu ferðafólk úr øllum Før-
oyum sloppið norður til Klaks-
vikar fyri døgurda. Hetta átti at
verið munandi betri, enn at
nøkur få tandur sigla kl. 8.15.
Eitt hjartasuff
Ný, táið ein skrivar um Strand-
ferðsluna, so kann ein ikki lata
vera við at skriva um hvussu
rotin politikkurin í Føroya
landi er. Signar Hansen, ella nú
Signar á Brúnni (passar væl ul
mannin), hevur síðani hann er
komin upp í politikk arbeitt
fyri seg og síni, tað seinasta er
at fáa Skálafjarðarsiglingina í
gongd aftur, so at hann kann
fáa nakrar eyka atkvødur til
komandi val. Grundgevingin
fyri siglingina er at eysturoy-
ingar hava ov langan veg til
arbeiðis, og at arbeiðsdagurin
gerst ov langur, hví hyggur
Signar ikki longur norður eftir
eisini, hvønn tann einasta
morgun ferðast fleiri norðoy -
ingar til Havnar til arbeiðis.
Havatey ikki longri arbeiðsdag
enn hansara atkvødur, ella
havat?
Hvussu vid skula-
børnunum?
Taka vit skúlabernini í teimum
hægru skúlunum, so skulu tey
eisini hvønn tann einasta dag,
bæði í góðum og ringum lík-
indum, yvir um fjørdin. Hava
tey ikki eisini longri arbeiðs-
dag enn hansara atkvødur? Hví
lata teir ikki skulabørnini í
Norðoyggjum ganga í skúla
her nordun, vit hava allar um-
stødur til tess. Vit hava ein
stóran, tóman skúla, Tekniski
Skúli, sum líuð og einki verður
nýttur. Við nøkrum fáum um-
vælingum hevði hann væl
kunnað verðið nýttur til enda-
málið. Hevdi tað ikki verið
lættari at nakrir fáir lærarar
ferðaðust ímillum, enn at meira
enn hundrað skulabørn skulu
um fjørdin hvønn tann einasta
dag? Hetta hevði spart tíð hjá
teimum, og er tað íkki
grundgevingin fyri at Skála-
fjarðarsiglingin er tikin upp-
aftur?
Sjálvandi skulu vit nor8oy-
ingar hava somu rættindi sum
atkvødumar hjá Signari Han-
sen, ella hvat?
Símun á Høvdanum