hósdagur 26. august 1993síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða8 > Nr. 160 -—
26 AUGUST 1993
Tíðindablaðið (571)
ógvan Mørkøre, samfelagsfrødingur:
Meiningsleyst at
hjálpa bankunum
um vit ikki loysa
trupulleikarnar
Í samfelagnum
-Bankarnir eru ein partur av samfelagnum. So leingi tú ikki
hevur loyst trupulleikarnar í samfelagnum loysir tú heldur
ikki trupulleikarnar hjá bankunum. Ti er tað so
meiningsleyst at hjálpa bankunum uttan at gera nakað fyri at
loysa trupulleikarnar í samfelagnum.
Hetta sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfróðingur í
samrødu við Tíðindablaðið Sosialin. Hann ivast stórliga í,
um tað er rætt at halda fram við at bjarga bankunum, um
henda bjargingarætlan ongan enda fer at taka.
Jógvan Mørkøre heldur eisini, at tað er eitt ringt tekin
um framtíðina í Føroyum, at Den Danske Bank nú heilt tekur
seg úr Føroyum. Tað sigur nakað um, hvussu hesin stóri
bankin metir framtíðina í Føroyum.
Tað nyggjasta í føroysku
bankaverðini er nógv um-
rødda samanleggingin av
teimum båum bankunum.
Ein av teimum, sum hevur
luttikið í ordaskiftinum
um kreppuna í samfelagn-
um og støduna hjá bank-
unum er Jégvan Mørkøre,
samfelagsfrødingur. Hann
er ikki bilsin av, at at
bankarnir nú verða lagdir
saman. Hetta vistu vit
longu 22. mars, tá broyt-
ingar vórðu gjørdar í
partapeninginum.
Nú ymiskt kemur und-
an kavi um leiklutin hjá
Den Danske Bank sigur
Jógvan Mørkøre seg
kunna taka fult undir við
úttalilsunum hjá Finnboga
Arge, úngmanni um, at tå
umrøddu broytingar vórðu
gjørdar í bankaverðini í
mars mánað, sleptu politi-
kkarnir í veruleikanum
Den Danske Bank burtur
úr klemmuni.
Upp á fyrispurning um
tað var rætt at keypa
partabrøvini frá Den
Danske Bank heldur
Jógvan Mørkøre, at tað er
ringt at meta um. Teir
høvdu helst sloppið burtur
úr fyrr ella seinni á ein
ella annan hátt.
-Men tað at teir nú heilt
sleppa Føroyum meti eg
sum eitt sera ringt tekin.
At hesin bankin nú so
fegin kvettir øll banka-
bond vid Føroyar sigur
ikki so líuð um framtíðina
í Føroyum. Vit kunnu í
hvussu er staðfesta, at
hesin stóri bankin í hvussu
er hevur lítlar vónir um
framtíðina her á landi.
Alfabetið
Jógvan Mørkøre setir ann-
ars eitt stórt spurnartekin
við, hvussu skilagott tað
er at halda fram við at
bjarga bankunum aftur og
aftur.
- Vit søgdu A í oktober
í fjør og síðani hava vit
sagt bæði B,C og D -
bankanir eru nú bjargaðir
heilar triggjar ella fýra
ferðir, og spurningurin er,
hvussu langt vit skulu í
alfabetinum aftrat!
Nú eru vit so komin í
eina ónda ringrás, sum
sýnist ring at koma burtur
úr. Tað eru tey, sum
halda, at tað er skeivt nú
at gevast við at hjálpa
bankunum, nú so nógvir
pengar longu er brúktir og
tí tað møguliga ikki skal
so nógv til aftrat., áðrenn
vit eru komin á mál.
Jógvan Mørkøre sigur
víðari, at vit í dag í veru-
leikanum ikki vita hvussu
langt út í alfabetinum vit
skulu til tess at røkka
málinum. Skulu vit heilt á
botn í alfabetinum, so er
tað ein spurningur, um vit
ikki eiga at steðga nú
| Á
Jógvan Mørkøre, samfelagsfréðingur
rýmir úr Føroyum. Mynd kalmar
heldur hann.
-Hvat er at gera?
-Møguliga eru vit kom-
in inn á eitt skeivt spor.
Vit eitast at liva undir eini
liberalari skipan. Men um
somu tíð sum bankamir
fyri alt í verðini ikki mugu
fara á heysin verður sagt,
at tað er tað í fínasta lagi,
SDK 1 IN IR €1
8 SEE BED
CE
danske Bank flygter n
a
Leidslan i Den Danske Bank lidug vid Føroyar. Grein i Ekstrabladet
gelser a
Vernes to største pengeinstitutter på fallittens rand
-Tað er eitt ringt tekin, at Den Danske Bank
>?
at onnur virki fara á heys-
in, tí tað er ein nátúrlig
gongd. Tá fáa vit so eitt
sunnari virksemi osfr.
Tvs. bankarnir skulu
TAB PÅ 6-700
MILL. KR.