Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-08-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Landsstýrið eigur ikki at góðtaka piratvirksemi SPURNINGURIN um at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini gjørd- ist bråddliga háaktuellur fríggjadagin , tá sjóverjuskipið Hvidbjørnen kom fram á eitt útlendskt rannsóknarskip, sum gjørdi seismiskar kanningar av undirgrundini heilar 9 fjórðingar innan fyn føroyska fiskimarkið. MARINUSTØDIN setti seg alt fyri eitt í samband við danskar myndugleikar, sum gjørdu greitt, at utlendsk skip hava ikki loyvi at gera slíkar kanningar innan fyri føroyska fiskimarkid, og skipið fekk tiskil boð um at fara út um markið. HETTA er eitt sera álvarsligt mál, sum vónandi bæði landsstýrið og ríkismyn- dugleikar ikki lata fara aftur við borð- inum, sum um einki var hent. Hetta má fáa avleiðingar so ella so. Vit kunnu á ongan hátt góðtaka, at ein bretsk ráð- harrastova uttan víðari gevur einum privatum felag loyvi til at gera kann- ingar langt inni á føroyskum øki. Hetta um somu tíð sum vit og bretar sita í samráðingum um markið millum lond- ini. ENN er so líuð komin fram í málinum, at nógv verður til gitingar. M.a. vita vit ikki við vissu, á hverjum øki bretska felagið Digicon hevur fingið loyvi til at gera kanningar. Men okkurt bendir á, Norðurlandahúsið: FRÆLSI--JAVNAÐUR - BRØDRALAG Fyritaksstjóri Krisjan Dahi Ljósmyndari Kalmar Lindenskov > at loyvi er givið ul kanningar innan fyri føroyska fiskimarkið. Spurningurin er tá, hverji rætundi vit í heila tikið hava á hesum øki. Kunnu vit m.a. krevja, at ongar kanningar verða gjørdar á havbotninum? Sambært donskum myndugleikum kunnu vit tað. Hvar standa so okkara egnu myndugleikar í hesum máli. Sosialurin hevur fingið uppspurt, at soleingi vit ikki hava nakað búskaparligt mark kunnu vit heldur ikki gera krav upp á, at aðrir gera havbotns- kanningar, ið einki hava við fiskivinnu at gera. Vit hava so eisini fingið upp- lýst, at danskir myndugleikar fyri nógv- um árum síðani hava designerað tvs. gjørt krav upp á økid innan fyri fiski- markið og skuldi tað kravið so eisini havt við sær, at eingin sleppur at gera kanningar uttan loyvi frå føroyingum. TAÐ hevur verið sera torført at fáa nakað at vita í aktuella málinum. Vit mugu so bara vóna, at okkara landsstýri tekur spurningin í størsta álvara og letur bretar vita, hvat teir hava gjørt sendir teimum eitt mótmæli. Helst er tað ikki nokk. Vit mugu krevja at fáa upp- lýsingarnar, sum seismiska skipið hevur fingið á føroyskum øki. Hetta eiga bretar at fáa at vita alt fyri eitt og átti landsstýrið saman við ríkismyndug- leikunum longu at havt gjørt vart við hetta. MÁLIÐ er nóg meira álvarsligt enn tey flestu gera sær fær um. Tí her er í Christian Vuust Badioix Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Christian Vuust Nordic Quartet kemur nú til Føroya at hava konsertir. Tad er ein jazztónleikabólkur við fýra ungum tónleikarum úr Dan- mark og Svøriki. Bólkurin spældi fyrstu ferð saman á »Århus Festuge« 1991. Í januar 1992 var bólkurin >Hevuðsbólkur henda mánaðin< á Copenhagen Jazz House. Tónleikararnir í hesum bólki eru: Christian Vuust, tenor- saxofon, hevur td. spælt við Blue in Green, Jørgen Emborg og Kliivers Big Band. Claus Gade, trummur. Ein av teimum væl kendu jazzuummusláarunum í Danmark. Hevur spælt saman við Tomas Franck, Jens Jefsen og Ben Besia- kow. Og úr Svøriki: Tobias Sjøgren, úr Gøte- borg, guitar — ein gåvurikur jazztónleikari. Hann er ein- ans 22 ára gamal. Hevur Ld. spælt saman við Jon Balke og Audun Kleive. Johannes Lundberg, kontrabass, eisini ógvuliga gávuríkur svenskur kontra- bassistur. Spælir Ld. saman við Gula Floden. Christian Vuust Nordic Quartet leggur stóran dent á akustiskt ljóð. Tónleikurin hjá bólkinum er í høvuds- heiunum nýtolkingar av norðurlendskum og ameri- kanskum sangsiði. Nordic Quartet Hesin bólkur var í sep- tember 1992 á tónleikara- ferð í Noregi, og var tón- leikur teirra væl móttikin bæði av áhoyrarum og fjøl- miðlum. Eisini hevur bólk- urin givið út fleiri plátur. Í Føroyum fara teir at hava konsert hósdagin 2. sept. kl. 20.00 um borð á sluppini »Høganes« í Runavík. 3. september hava teir tvær konsertir. Ta fyrru á Føroya Læraraskúla kl. 13.15 og ta seinnu í Norð- urlandahúsinum kl. 19.30. Møguliga verdur ein kon- sert hildin aftrat å onkrum ødrum skúla. Atgongumerki tl kon- sertimar eru at fáa í Norð- urlandahúsinum. Utgevar: Pt Seslalurin Uppsetng PA Saslalurtn Pront. P/ Pressan 1981 veruleikanum talan um ídnaðarnjósing av grovasta slag. Eitt privat bretskt felag fer undir kanningar av føroysku undirgrundini við samtykki frá einum bretskum råharrastovni. Just um sama mundið, sum føroyskir poliukarar skulu til at tosa um, hvussu og nær vit skulu geva loyvi til líknandi kanningar. Nú útvega bretar sær á 6løgligan hátt upplýsingar um møguliga olju og gass í okkara undirgrund. Hesir kunnu so brúkast til at tæna bretskum áhuga- málum, tí hví skuldi bretska handils- málaráðið annars givið loyvi ul slíkar kanningar. Talan er um Føroya framtíð. Tí - er olja í undirgrundini, so er tað okkara olja, og hana skulu bretskir piratar ikki sleppa at skalta og valta við. Vit mugu nevniliga gera okkum greitt, at umrøddu kanningar kunnu skaða okkara egnu ætlanir um at fara undir miðvísar kanningar á økinum. Tá kanningar longu eru gjørdar kann tå hava ávirkan á tær disposiuónir, ið aðrir skulu gera fyri okkum. FØROYINGAR vóru so glaðir, tá danir lótu okkum rættin ul undirgrund og råevnini í henni. Nú sær ikki mætari út enn, at bretar halda at hesin rættur er "laun” teimum. Fyri tað fyrsta krevja bretar eitt órímuliga stórt øki innanfyri okkara fiskimark og nú loyva teir so bretskum feløgum at gera kanningar á okkara øki. Ein kundi spurt, hvat er tilætlad í hesum spælinum! Reynir bretska handilsmálaráðið kanska við at 66. ÁRGANGUR Bústaður. Argjavegi 28 | Postadr. Postsmoga 78 Argjum 110 Tórshavn Tølston: 13820 Teletax 14720 geva eitt slíkt loyvi í veruleikanum at spæla eitt av sínum kortum út! Er hetta vælumhugsaður leikur í tí langa talvi- num, sum snýr seg um stríðið um markið? TAÐ er greitt, at tað liggur stór ábyrgd á teimum fólkum, sum eru sett at umsita okkara undirgrund og eisini samráðingarnar við bretar. Hetta er eingin létt uppgáva, men talan er tó um eina uppgávu, sum vit mugu til at taka í størsta álvara - eisini í Tinganesi, sum hevur ovastu leiðsluna í málinum við sjálvum løgmanni á odda. Ahugavert kundi verið at vitað, hvat løgmaður, sum umsitur gkið undirgrund, hevur at síga í hesum máli. Sjálvandi eigur ein løgmadur at vera varin, men vit hava eisini brúk fyri einum løgmanni, sum er avgjørdur og ikki tolerarar, at slíkt sum hetta verður framt. Tað eigur at fáa avleiðingar so ella so. Hetta er eitt so álvarsligt mål, at løgmaður áttu at latið bretar vita, at hetta kunnu føroyingar ikki góðtaka. Vit mugu krevja at fáa at vita, hví ein bretsk ráharrastova hevur stungið út í kortið loyvi ul kanningar á eini leið, sum er føroyk. Er hetta eitt mistak, er tað ein provokatión ella er hetta ein vælumhugsaður leikur í talvi teirra at fáa uppýsingar um part av tí økinum, sum somu bretar gera krav upp á í samráðingunum við føroyingar? Frá BUSSLEIÐINI Mánamorgunin 30. august verður ein eykabussur, leið 6, allar skúladagar, fyribils fram til árslok 1993. Bussurin er serliga ætlaður til næmingar, sum skulu í Eystur- skúlan og Studentaskúlan, men kunnu øll sjálvandi brúka hann. Klokkan 7,30: Av Vegnum Langa til Flatarvegin Klokkan 7,35: Úr Oluvugøtu í Eysturskúlan (Koyrt verður eftir somu leið sum Leið 3) Klokkan 7,40: Við Eysturskúlan. Higani verður koyrt í miðbýin (Steinatún) eftir J. Paturs- sonargøtu, Fr. Petersensgøtu, J.C. Svabosgøtu og Frælsið til Lærara- skúlan. Klokkan 7,50: Av Frælsinum (Læraraskúlanum) í mið- býin (Steinatún) Klokkan 7,55: Ur Steinatúni í Studentaskúlan. Koyrt verður eftir Bokjarabrekku, R. C. Effer- søesgøtu, Eystara Ringvegi og Hvíta- nesvegi til gotuna oman á Studenta- skúlan, har hann er o.u. kl. 8.05. Norðasta Horn: Møguleiki verður nú at fara í Bygdaleiðsbussin úr Kirkjubø (0.u. kl. 7.39) og so í Steinatúni at fara í eyka- bussin niðan á Studentaskúlan. BUSSLEIÐIN Tórshavnar Býráð