Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 165 — 2. SEPTEMBER 1993 grundarlag - ti skal málið kannast gjølla, áðrenn avgerð verður tikin Enn hevur landsstýrið ikki úkið stóðu til, hvat tað skal fyritaka sær - ella um tað skal fyritaka sær nakað sum helst - í málinum viðvíkjandi seismiska skipinum Acadian Searcher, sum seinasta fríggjadag gjørdi kanningar inni á føroyskum øki. Landsstýrið skuldi í gjár ella fer í dag at taka eina avgerð í málinum. Ó- vissa hevur tikið seg upp um, hverjar reglur eru galdandi innan fyri tey ymsu markini tað verið seg fisiimarkid, lands- grunnsmarkið og Gráu leiðina millum Føroyar og Bretland. Eingin lví Marinustødin hevur ann- ars klárt og greitt sagt frá, at skipið var innan fyri mark, tá tað gjørdi kann- ingar Carsten Høgh, ovasti sigur vid Sosialin, at har er eingin ivi. Skipið var fyri tað fyrsta 9 fjóðringar innan fyri okkara fiskimark. Harnæst var tað eisini innan fyri sjálvt landgrunnsmarkið. Carsten Hegh sigur, at skipið, tá tað fór suður um landsgrunnsmarkið hevði 4 kilometrar av útgerð liggjandi í sjónum innan fyri landgrunnsmarkið, og at útgerðin tá varð í brúki. Tískil er eingin iv: skipið gjørdi 6légligar kanningar å føroyskum øki og fekk harvið bodini um at fara út um mark sigur Carsten Høgh Varin Vit hava spurt Arna Olafson, sum stendur fyri samráðingunum við Bret- landi um sjálvt markið, hví føroyskir myndug- leikar drála við at senda bretum métmøli! -Eg ivist sjálvandi principielt í øllum til eg havi fingid høvi at kanna tad gjølla eftir. Vit mugu ansa eftir ikki at taka avgerðir, sum byggja á eitt skeivt grundlag. Tí ynski eg at síggja allar upplýsingar í málinum, áðrenn eg fari at koma við einum tilmæli. -Men ovastin á Mar- inustødini ivast ikki. Skip- ið var inni á føroyskum eki. Tá tit nú ivast, hvert hetta er rætt, er tað so ikki tað sama sum at undi- rmeta arbeiði hjá donsku sjóverjuni og siga, at hon hevur borið seg skeivt at? -Nei tað er tað ikki. -Men ovastin á Mari- nustóðini sigur jú, at skip- ið hevur verið ólógliga inni á økinum, er tað so ikki bara at mótmæla? -Tað hevði verið huga- ligt, um verðin var so einføld. -Men átti landsstýrið ikki longu at havt bidid bretska handilsmálaráðið um eina frágreiðing í málinum? -Tað er ikki vist, at tað hevði verið so kløkt. „fá ELSE æn á Árni Olafson: -Eg havi einki ímóti, at nakað viður skifti. Mynd jan Skulu boða frá Arni Olafson sigur annars, at tað er ásett í rætn- ingslinjunum fyri samráð- ingunum um markið, at partarnir so vítt møguligt skula boða hvørjum gðr- um frá, tá teir geva sokallað ikki ekslusiv loyvi í tí umstrídda økinum. -Men er ikki vandi fyri, at bretsku kanningarnar á okkara og ti umstrídda økinum, nú beint áðrenn vit skulu til at geva loyvi ul kanningar, hava minkað munandi um virðið av teimum kanningum, sum vit nú skulu til at gera? -Hava teir verið á tí øk- inum, sum vit kunnu geva loyvi til, so kann tað sjálvandi ávirka hetta. Men tað er eisini ein spurningur um, hvussu umfevnandi kanningarnar hava verið. Mær vitandi skulu nógvar kanningar tl fyri at fáa eitt haldgott úrslit. Helst oljugki Vit spurdu Arna Olafson, um tann bretski áhugin fyri hesum økinum, merk- ir, at teir hava eina vitan oo ——23 hendir, men vit mugu hava skipad longu, sum sigur okkum, at olja helst er f økinum! -Tey seismisku rådgev- arafeløgini royna at gera seismiskar kanningar å økju, har tey halda, at oljufeløg eru åhugad f at keypa seismisku úrslitini. Tað bendir ti á, at feløgini halda, at her er ein markn- aður fyri seismiskum úrs- litum Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes fredag den 24. sept. 1993 kl. 13.10 tvangsauktion, (AS 293/93) over matr. nr. 329 b, Vágur, beliggende Toftahagi og Botnhagi. Auktionen er begæret af kuratorerne for konkursboet Heri Hjelm, Vågur, advokat Olavur Jåkup Kristoffersen og advokat Eyðfinnur Jacobsen, v/ Advo- katskrivstovan, Fr. Petersensgøta, Tórshavn, (920809) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er 21.272 kvm. »innan- garðs< jord. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 31.08.93 Mette Søgaard-Nielsen dím. Seismisku skipini, sum eru við Føroyar, eru væl sterri enn Patrick Haggarty, sum vitjaði á Havnini herfyri