Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI-JAVNAÐUR -BROÐRALAG Tverafólk gevast ikki so TAÐ hvílir stór ábyrgd á stjóranum í nýggja superfelagnum Føroya Fiska- virking og nevndini í hesum felagnum Hesir skulu komandi dagarnir avgera. hvørp virki skulu taka ímóti fiski og hvørji ikki. Nógv umrødda saneringin av fiskifdnadinum skal verða liðug seinast í hesum mánaðinum, og tá fáa vit at vita, hvussu mong av teimum upprunaligu 21 flakavirkjunum í land- inum fara at arbeiða fisk í vetur og frameftir TAÐ stendur nógv á fólki runt kring landið júst av hesi somu orsøk. Øll vilja varðveita síni arbeiðspláss og soleiðis sum gongdin hevur verið í Føroyum seinastu 25 árini, so hava flakavirkini fingið ein ikki bert týðandi leiklut fyri virksemi á staðnum, tey hava eisini havt ein lívsjáttandi tydning. Flakavirkini eru vorðin lívæðrin í bygdini ella býnum. Tað er út frá teimum, at alt annað virksemið stavar. Verða hesi virki, hesir miðdeplar bráddliga uknir burtur, merkir tað, at tað verður øskukalt á plássinum. Hetta rakar so meint, at tað setir djúp sár í tað so sjálvt bustadarmynstnd. Aðrastaðni eru tey fyri náttúruvanlukkum av ymsum slag. Hesum eru vit í stórum skánað fyri. Men bråddliga at skula seta seymin í hurðina á ti so lívsjáttandi og »KINGFISHER« & »ISLANDER« i- Jan Miller Fyritaksstjóri Krisjan Dahi Blabioix: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Térfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Jåstines Eldesgaard livsgevandi fiskavirkinum kennist ikki sért sum ein náttúruvanlukka. TAÐ er tú heldur einki at siga ul, at bygdafólk tekur stig til at tryggja og verja júst sítt virki. Tey vilja fyri alt í verðini ikki missa einasta stóra arbeiðs- plássið. Tað er sum verður sálin bråddl- iga rivin út úr bygdasamfelagnum verð- ur fiskavirkið stongt. Vit hoyra, hvussu eitt nú breskir kolanámsarbeiðarar og familjur teirra stríðast fyri at varðveita kolanámini. Hesum hava vit helst ikki givið so nógv fær - ul í dag - har okkara nám - ja fyri mong at sammeta vid gullnám - verða stongd. Nú duga vit betur at skilja, hví eitt nú bretskir kolanámsarbeiðarar hava stríðst fyri at hava námini opin og hví fakfeløg teirra hava gingið á odda í hesum stríði. Í gjárkveldið varð skipað fyri fólkafundi á Tveroyri - har stødan hjá einasta veruliga arbeiðsplássinum í býnum flakavirkinum skuldi viðgerast. Skal fólkið og kommunan, sum hava sett so nógvan pening í fyri at varðveita hetta gullnámið, geva skarvin yvir? Skal virkið seljast móðurfelagnum fyri harvið møguliga at verða stongd med alla? Ella skulu fólkini, sum framhaldandi vilja búleikast á hesum góða plássi, heldur ÚTRÓÐRARBÁTAR 2 15-33 fót ISLANDER 15, 16 og 19 fót ISLANDER 23 og 26 fót 4,6-10,0 m 4,6-5,8 m 7,0-8,0 m (Skjóttgangandi útróðrar- og vinnubátar) KINGFISHER 20, 26 og 33 fót 6,1-10,0m (tyngri, sjótryggari útróðrarfar) Á K SS Bátarnir kunnu latast heilt lidnir og utgjørdir — =KINGFISHER K20=. Longd 6,02 m breidd 2,40 m, dýpýsingur 0.66 m kinningsh. 0.76 m, standihædd i hús: 1,95 m. Lættur at gera lidnan ur hålv fabnkata ella å ti byggistigi, kundin ynskir Vit kunnu eisini útvega brúktar bátar og alla sjóvinnuútgerð — mek.Aekn. ella aðra til storri sum smærri før Vinnu- ella fritidarfør — spyrjið so fyrst hjá okkum! | SMITHY HOUSE | STONEHAVEN AB3 2 NH fo Sætland UK Services - títt bretska samband Telephone 009 44 (0569) 64705 Fax 009 44/0569) 66583 Sknvid ella nngið og biðið um Alan Johnston Klárar glasfipurplátur TAKPLÁTUR, 2 m h., 1,6 m b., um!. 200 kvm. — til sølu fyri bert kr. 2.500,-. Hittist millum kl. 12 og 13 til leygar- dagin. Tlf. 18406 seta føtur í spenni og ella alla orku í at koyra víðari uttan fyri móðurfelagið? Hvussu við skuldini, ber ul at sleppa burtur úr hvørkrataki móðurfelagsins spyr onkur? Ber til at klára kappingina uttan fyri spyrja onnur? TAÐ er greitt, at stendur tað nógv á leiðsluni í Føroya Fiskavirking, so stendur enn meira á fólkunum, sum ein komandi støda fer at raka. At stig verð- ur tikið ul slíkan fólkafund kann bara vera rætt, tí fólk hevur krav upp á at fáa alt at vita. Tað eigur at krevja av sínum poliusku umboðum, at tey sakliga og ærliga greiða frá møguleikunum. Sjálv- andi eru kenslur við í hesum álvarsmáli, men tað er meira neyðugt enn nakrantid at viðgera tað fult og heilt - uttan at lata kenslurnar einsamallar undirbyggja stóðu akanina. Ein noydist at ganga út frá ti aktuellu støduni og viðgera hana. Harvið er ikki sagt, at ein eigur at gloypa øllum, sum verður sagt og góðtaka alt, sum verður sagt. STJÓRIN í móðurfelagnum segði við Sosialin herfyri, at pláss er ikki fyri tnmum virkjum í Suðuroynni. Harvið segði hann heldur ikki, at pláss er fyri tveimum virkjum. Tað er greiti, at vågbingar, tvøramenn og hvalbingar bera ein vælgrundaðan ótta í hesum døgum. Tí hvat virki ella hvørji virki verða opin efur saneringina verður spurt. Tad í Vági? Tað á Tvøroyri? Tað í Hvalba? VIT sóu helst, at øll virkini komu at arbeiða fisk, men bara avmarkaða fiskamongdin í løtuni forbjóðar hesum. At tverafólk bera ótta fyrr, at tað verða iey, sum verða við sviðusoð, tå avtornar skilir ein, tá ein hevur orðini hjá stjóranum í Fiskavirking í huganum, um at stórur dentur verður lagdur á at hava teknisk vælutgjørd virki. Her vita vit, at virkið í Vági liggur sera frammaliga. Men tá sami stjóri um somu tíð sigur, at eitt virki ikki bert er teknikkur, tað hevur eisini eina sál og hana kunnu vit ikki síggja burtur frá, tá fær tað ein at hugsa, at tann áhaldandi innsatsur, tann ómetaliga åhugin og ågrytni, sum tvørafélk hava havt fyri at varðveita og menna sítt flakavirki, man fara at koma virkinum ul góða. Hyggja vit at, hvussu væl leiðsla og arbeiðsfólk hava stýrt og arbeitt hetta seinasta árið, har stórur partur av øllum fiskinum í landinum, er arbeiddur, so hevur ein ilt við at trúgva, at hetta virkið skal enda í mølposanum hjá Mikkelsen og Mohr. Tað skal ti vera okkara inniliga ynski, at flakavirkið á Tvøroyri verður at síggja millum tey virkini, ið verða opin eftir saneringina antin í móðurfelagnum ella uttan fyri. pappirslonin Vit hava opið soleiðis: månadag til hósdag kl. 9.00—18.00 friggjadag kl. 9.00—19.00 leygardag kl. 9.00—14.00 — vælkomin — Svermsgøta 9 - Fr. 110 Tórshavn tif. (298)10603 fox. 10806 box. 3181