hósdagur 16. september 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 175 — 16. SEPTEMBER 1993
Føroyskur politikkur
verid katastrofalur
- Vanligi føroyingurin eigur sjálvur at endurreisa føroyska sam-
felagid, men ikki bert »maktelitan« i Tinganesi ella pamparar-
nir, sum hava sett seg oman á samfelagið.
Avtalan við danir er eitt maðkverk, tí hon setir føroyingar
fullkomiliga út av spælinum. Føroyingar eiga nú at taka stríðið
upp við bankarnar. Vilja teir ikki fáa gongd á fiskivinnuna, so
eiga stig at verða tikin til at stovna ein nýggjan banka - tí ein
på
banki skal vera solidariskur við samfelagið, hann virkar í, sigur
5 Á
Karl Nolsøe, biskaparfrødingur, í samrødu við Tiðindablaðið
Sosialin:
Karl Nolsøe, sum byr i
Danmark, er útbúgvin bú
skaparfrødingur. Hann hev-
ur m. a. arbeut í Grøn
lands- og forsætismålaråd-
num. Sum føroyingur og
sum búskaparfréðingur ult-
anlands, hevur hann havt
meguleika at eygleiða før-
oyska samfelagið uttanifrå.
Í samband við tær broyt-
ingar, sum nú henda í før-
oyska samfelagnum, hava
vit skift orð við Karl, sum
er sera bersøgin og ikki
leggur fingramar ímillum.
Vit spurdu hann fyrst,
hverja viðmerking hann
hevði ul samanleggingina
av bankunum:
- Føroya Banki hevur
ongantíð verið ein føroysk-
ur banki, men ein deild av
Den Danske Bank. Tá
bankin varð stovnaður í
1906 kundi tú halda, at
hetta fór at gagna føroyska
samfelagnum. Men tað
passar ikki! Hetta så eg tå
eg herfyri hugdi í eina
gamla statusbók, sigur
Karl. - Bankin hevði bara
eina rollu fram til seinna
heimsbardaga, og tað var at
plúndra tað føroyska sam
felagið
Um hetta mundið - í
Wunum, vóru tidimar i
Føroyum nógv verri enn í
Danmark. Men tå megnadi
hvørt virki at greida sini
viðurskifti við kreditorar-
nar, og skipini vóru alla
tíðina í gongd.
Mjølvad egnu køku
Den Danske Bank hevur
altid tjent væl upp å Føroy-
ar. I 1933, sum var tad
versta búskaparliga árið i
Fyrri partur:
Danmark og Føroyum, lat
eingin danskur banki eitt
oyra í vinningsbyu. Men
Føroya Banki lat heili 8% í
vinningsbýu ul sínar parta-
eigarar - fyrst og fremst
Den Danske Bank. Hetta
vísir, at Føroya Banki ong-
antíð rættuliga hevur viljað
tikið lut í føroyskum vinnu-
lívi - og eg dugi ikki at fat-
a, at føroyingar skulu
kenna sær nakra skyldu
mótvegis Føroya Banka
ella Den Danske Bank, sig-
ur Karl.
Den Danske Bank hev-
ur altíð roynt at mjølvad
sína egnu køku. Fyrr átti
hann eini 60% av partapen-
inginum í Føroya Banka og
nú nøkur í 80%. Reyk
bankin hevði Den Danske
Bank moralskt hingið upp á
tað.
Ótorskammað
Karl heldur tað vera arr-
ogant og óforskammað av
bankastjórunum at koma
fram í sjónvarpinum og
siga, at føryingar einki hav-
a at siga, og at bankarnir
ikki fara at seta pening í
føroyskt vinnuliv, ti har eru
eingi túverdig — projekt.
Bankarnir hava ovmikið av
pengum, siga teir - og teir
fara at plasera teir uttan-
lands!?
Skuldu latið
bankarnar farið
Karl heldur tað vera dundr-
andi skeivt av landsstýri-
num at bjarga bankunum. -
Politikaramir áttu at latið
bankarnar = rokið, sigur
hann. Var tað eitthvert pri-
vat virki, ið soleiðis mangl-
aði eginkapital, so var eing-
In annar útvegur, enn at
Karl Nolsøe: Den Dan-
ske Bank hevur altíð
mjølvad sína egnu køku -
og vunnið nógvan pening
upp á Føroyar
Tíðindablaðið CS
Karl Noisee:Líka mikið
hvussu nógv føroyingar
pukla og slíta næstu 50
árini, so klára teir ikki
sjálvir at rinda uttan
landsskuldina!
lysa virkid konkurs. Høvdu
bankarnir rokið, so høvdu
tey stóru innskotini farið.
Tey smærru - upp ul 250
tis kr, høvdu verið bjargað
av donsku bankatrygg-
ingarskipanini. Soleiðis
hevði Den Danske Bank
sloppið at goldið einar
fimm mia kr, heldur Karl.
Den Danske Bank var
snúðin - hann slapp sær av
við bankan, við at strika
einar 300 milliónur krónur
- og hann hevur tjent ríki-
liga tað, bara hesi seinastu
árini.
Tey stóru innskotini
høvdu klárað saneringina. -
sum hevði verið effektiv og
alt virksemið kundi verið í
gongd.
- Eg haldi tað er ófatu-
ligt, sum landsstýrið ber
seg at. Hetta segði eg eisini
við ein fyrrverandi tjóð-
veldismann, sum eg kenni -
Finnboga Ísakson, sigur
Karl. - Eg segði við hann,
at teir skuldu lata bankar-
nar fara, og at hann ikki
skuldi fara upp í landssýrið.
Men hvat ger Finnbogi?
Just tað øvugta - og helst
fyri at fáa okkurt burtur úr
tí sjálvur!
Ikki skil
okkara viðurskiftum
Føroyar hava ongantíð ver-
ið so heftar av Danmark,
sum nú. Vit hava lagt ein
økta skuld oman á tað ov-
urstóru skuld, sum ver
frammanundan. Tvær milli-
ardir fyri tveir bankar, sum
eru hildnir uppat at virka.
Læntur peningur og ein
donsk leiðsla í Fíggingar
grunninum við einum
verðinsfjarum bankastjóra
úr tjóðbankanum, Richard
Mikkelsen, sum formanni
Hann kennur einki ul før-
oyskt vinnulív. - Halda ut
kanska, at nakar hevði
funnið upp á at endurreist
ØK, A. P. Møller ella aðra
stóra fyritøku við hjálp frá
forsætismálaráðnum?
Nei, tað er óhugsandi,
heldur Karl. Hann heldur,
at tann, sum kenna før-
oyska samfelagið best, er
vanligi føroyingurin og als
ikki maktelitan í Tinganesi
og allir hesir pamparamir,
sum hava sett seg oman á
tað føroyska samfelagið.
Karl heldur ikki, at tað
eru skilagóð fólk í lands-
stýrinum, sum hava verið
við ul at gjørt hasa avtaluna
við danir. - Føroyingar hav-
a jú frásagt sær allan av-
gerðarrætun!
Hann heldur eisini, at
moralurin vantar í alt ov
stóran stíl. - Her kann eg
nevna fólk, so sum læknar,
sjúkrasystrar, lærarar o. 0.
sum fáa eitt sokallad »Før-
oya-ullæg<. Hava út nakr-
antíð hoyrt um íslending,
sum fær >Íslands-tillæg<,
ella dana, ið fær >Dan-
marks-tillæg«? - Hatta er jú
tann reina útplúndring av
føroyska samfelagnum
fullkomiliga blottað fyri
moral!
Trælalyndið situr fast
Karl fatar ikki rættuliga
føroyingar og - sigur hann:
- Eg má sanna orðini, sum
pápi mín segði aftan á eitt
val, tá eg var óviti. Hann
helt, at trælasinnid sat so
fast í føroyinginum, at tað
ruddaðist ikki út Sjálvur
havi eg altíð vónað, at hetta
ikki var sætt. - Landið er jú