fríggjadagur 17. september 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 176 — 17. SEPTEMBER 1993
Vilhelm Johannesen:
saman
Bankarnir
- og Figgingargrunnurin eigur at verda
skipaður í tveir grunnar, soleiðis at annar
grunnurin kemur at eiga meirilutan i
på
bådum bankunum, medan hin grunnurin
kemur at eiga partapeningin i
Føroya Fiskavirking,
felagnum
på
móður-
segði
Vilhelm Johannesen á tingi. Hann legði
stóran dent á, at føroyingar sjálvir fáa
stórri vald, bæði tá talan er um grunn-
arnar,
bankarnar og
Føroya Fiska-
virking. Vit prenta ein part av røduni,
framsøgumadur javnadarfloksins helt á
tingi í samband við fíggjarlógar- og løg-
mansróðuorðaskifti
Í endanum á løgmansrøduni
i tí partinum, sum nevnist
»Samgonga og samstarv«,
sigur løgmaður: »I hesi sera
torføru tíð er neyðugt meira
enn nakrantíð, at vit — flokk-
arnir, ið hava átikið okkum
at stýra — standa saman um
at loysa vandamálini og lata
seráhugamálini, sum hver
flokkur sær hevur, liggja,
elva tey til ósemjur, sum
koma samstarvinum f vanda
og taka tíð og orku, sum
eigur at verða nýtt til at
loysa tað, sum veruliga
trokar á<.
Í stóran mun kann eg taka
undir við løgmanni í hesum.
Soleidis sum stødan í før-
oyska samfelagnum er i løt-
uni, er tað sera umráðandi,
at vit hava so trygg politisk
viðurskifti, sum yvirhøvur
gjørligt. Men hinvegin må
eg gera vart vid og undir-
strika, at í stevnumidunum
hjá javnaðarflokkinum
stendur: >Tað almenna skal
skipa fyri, at ikki bert tey, ið
hava peningaveldi, sleppa
at keypa øll rættindi til skip,
fisk og virkir«.
Eg eri sannførdur um, at
bæði løgmadur og hini
landsstýrisumboðini hjá
javnaðarflokkinum standa
aftan fyri hesi orðini í
stevnumiðunum hjá javn-
aðarflokkinum. Eg rokni
eisini vid, at hinir báðar
samgonguflokkarnir
bæði landsstýrisumboðini
og tingmanningarnar hjá
teimum — kunnu taka undir
við hesum sjónarmiði. Eg
tvist heldur onga løtu í, at
andstæðuflokkarnir her á
ungi eisini eru rættuliga
samdir í hesum sjónarmiði.
Hesi orðini burtur úr
stevnumiðum floksins meti
eg sum ein sera týdningar-
miklan part av floksins
grundleggjandi politisku
sjónarmiðum. Men tilmæl-
ið frá bygnaðarneyndini um
umsetiligar kvotur er á ong-
an hátt í tráð við hetta sjón-
armið. Tvørtur ímóti. Tad er
virksemið hjá Figgingar-
grunninum frá 1992 heldur
ikki. Tað sama kann sigast
um virksemið hjá teimum
báðum stóru bankunum,
sum tað almenna eigur í-
gjøgnum Figgingargrunn-
in, og um virksemid hjå
Føroya Fiskavirking, ið
virkar undir somu »para-
ply«.
Sum vera man ger løg-
maður nógv burtur úr
bankakreppunum, sum
hava verið hetta seinasta
árið. Hetta verður gjørt fyrst
í røduni — í tí partinum, sum
nevnist »Politiska stødan og
gongdin< og síðani í tí part-
inum, ið nevnist >Fíggjar-
og búskaparmál<. Nevnt
verdur, at føroyski skatt-
gjaldarin er skuldarbundin
vid umleið 1 milliard krón-
um, fyri at bjarga teimum
báðum bankunum. Í dag er
talið nærri 1,5 milliardum
krónum.
Í løgmansrøduni verður
eisini greitt frå samráðing-
unum, sum hava verið mill-
um Ríkisstjórn Danmarkar
og Føroya Landsstýri 6. ok-
tober 1992, 1. februar og 28.
mai 1993. Eitt úrslit av sam-
ráðingunum er Fíggingar-
grunnurin frá 1992, sum nú
eigur meirilutan í báðum
teimum stóru bankunum,
og meirilutan í móðurfelag-
num Føroya Fiskavirking.
Aftanå tær seinastu sam-
rådingarnar og aftan á ta
seinastu almennu peninga-
innspræningina í bankar-
nar, er komið í ljósmála, at
nú skulu teir báðir stóru
bankarnir leggja saman til
ein banka.
Tíverri er fólksins álit á
bankamar nógv viknað
hetta seinasta árið. Og alt
bendir á, at hetta álit fer at
vikna enn meira, um so
verður, at báðir bankamir
verða samanlagdir. Alt
fleiri og fleiri ímynda sær,
at tíðin í Føroyum verður
skrúvað aftur um 1856, tá
Kongaligi einahandilin
varð tíkin av. Tá talan er um
bankavirksemið, fiskiídnað
og fiskivinnu annars bera
fleiri Ótta fyri, at vit koma
aftur í einahandilstíðina.
Tað, sum eg higartil havi
sagt um frágreiðingina frá
bygnadamevndini, um
Figgingargrunnin frå 1992,
um bankamar og um Før-
oya Fiskavirking, kann fåa
fleiri at ivast í, um Vilhelm
Johannesen er framsøgu-
maður fyri tann størsta sam-
gonguflokkin, ella um hann
er framsøgumadur fyri ein
av andstøduflokkunum ella
ta samlaðu andstæðuna.
Men her skal ongin ivi vera.
Eg eri framsøgumadur fyri
Tíðindablaðið (ST)
javnaðarflokkin og eg er
partur av samgongum og
standi = aftan
landsstýri.
Hesar atfinningar eru ikki
vendar ímóti sitandi lands-
stýri og sitandi samgongu
Tær eru heldur ikki vendar
ímóu landsstýrinum, sum
sat frammanundan, og held-
ur ikki ímóti samgonguni, ið
stóð aftan fyri tað landsstýr-
ið. Tær eru vendar ímóti
donskum politikarum og
donskum embæusmonn-
um. Ímóti tí donsku leiðsl-
uni í Fíggingargrunninum,
ímóu t donsk/føroysku
leiðsluni i Føroya Fiska-
virking og donsk/føroysku
leiðsunum í bankunum.
Tað er so, sum parta-
madur min, Atli P. Dam,
fólkatingsmaður, segði i
einym orðaskifu í danska
fólkatinginum fyri nøkrum
mánaðum síðani. Danskir
myndugleikar hava seymað
klæði og smoygt tey niður
yvir høvdid á føroyingum.
Teir tóku ikki mál áðrenn
klæðini fóru úl seymingar.
Og heldur ikki sluppu vit,
sum skulu ganga í hesum
klæðum, at passa klæðini
áðrenn tey skuldu takast í
nýtslu. Urslitid er sjálvandi
hareftir.
Hetta seinasta árið eru
tvey føroysk landsstýri sett
upp ímóti múrinum av
donskum myndugleikum.
Og har hava tey fingið
byrsumúlan fyri bringuna.
Og her hava allir danskir
flokkar, uttan tveir, nevni-
liga polamir í donskum
poliukki, verið medvirk-
fyri sitandi
andi. Tá vit tosa um sam
ráðingar 6. oktober 1992, 1
februar og 28. mai í ár. so er
hetta ikk: heilt rætt. Talan
hevur ikki verið um san
ráðingar. Talan hevur verið
um beinleiðis »harrabod
Nu skal eg ikki bari
standa her og finnast at 0;
visa á ta skeivu gongdina
samfelagnum og spåa um
døpur útlit sum tað,
stødan verður verri enn hor
var áðrenn bátsbandið varð
avloyst, og verri enn hon var
áðrenn Kongaligi eina-
handilin varð ukin av
1856. Eg skal eisini royna at
vera konstruktivur og vísa á
onkra gongda leið burtur úr
nesum oIørn, oKKarå Sam
felag stevnir útí
Vanlukkan er tann, at tann
nýggi, stón bankin, móður
felagið Føroya Fiskavirk-
ing og Fíggingargrunnurin í
roynd og veru eru ein og
sama fyritðka. Hesir hava
tikið sær bukuna og báðar
endarnar tá tað snýr seg um
føroyskt vinnuliv. Hetta
merkir, at liv ikki verður
lagað teimum fiskavirkjum,
sum vilja vera uttan fyri
móðurfelagið. Og tað merk-
ir aftur, at fiskiskipini koma
at fáa ein prís, ið verður á-
settur av Føroya Fiskavirk-
ing, uttan kapping av nøkr-
um slag frá nøkrum ødrum.
Ein teyt fyri at sleppa
undan hesum er, at teir báðir
stóru bankarnir ikki verða
lagdir saman, at Fíggingar-
grunnyrin frá 1992 verður
skipaður í tveir grunnar, so-
leiðis at annar grunnurin
kemur at eiga meirilutan av
partapeninginum í báðum
bankunum, meðan hin
grunnurin kemur at eiga
partapeningin í móðurfe
lagnum Føroya Fiskavirk
ing, og at føroyingar sjålvir
fåa størri vald, bædi tå talan
er um grunnamar, bankar-
nar og Føroya Fiskavirking.
Men treyun fyri at ein slik
umskiping av øllum hesum
vidurskiftum kann lata seg
gera, er tann, at avtalurnar,
sum eru gjørdar vid donsku
stjórnina 6. okt. 1992, 1.
febr. og 28. mai 1993, verda
broyttar. Um hetta letur seg
gera, ber sjålvandi ikki til
hjå mær at siga, men eg vil
mæla ul, at okkara lands-
stýri undir samrådingunum
við stjórnina nú til heystar,
gera hesa royndina, og legg-
ur alla orku í at royna eitt-
hvort, sum ber á hetta borð-
ið.
Eg meti eina broyting í
hesum viðurskiftum sum
eina avgjørda treyt fyri, um
vit skulu varðveita eitt sunt
vinnuliv í Føroyum. Hetta
er ein treyt, um ikki øll
fiskavirkini skulu enda í
Føroya Fiskavirking, so-
leiðis at vit fáa eina 6hugna-
liga monopolstødu, sum fer
at valda innan peninga-
heimin, innan fiskiídnaðin
og innan fiskivinnuna yvir-
hevur. Hetta eiga vit at
leggja alla orku í at sleppa
undan.