Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kílapolitikkur FÓLKAFLOKKURIN við Olaf Olsen á odda hevur tað ringt í hesum døgum, ja so ringt, at fólkafloksmenn royna at brúka eitthvørt høvi til at seta kíla í samgonguna. Hetta royndu teir at gera fyrr í ár, tá teir vóru part- ur av táverandi samgongu, men tá tók Marita Petersen, løgmaður teir allar á bóli. Hon setti fólka- flokkin upp á pláss einaferð med alla, nakað, sum nógv javnaðar- fólk og onnur við hava sæð fram til leingi. Tá varð tað gjørt so eftirtrykkiliga, at flokkurin end- aði í andstøðu og ein nýggj sam- gonga undir javnaðarleiðslu kom til. FOLKAFLOKSMENN hava helst nógv uppá hjartað í hesum døgum men eitt høvuds hjartamál teirra í hesum sváru tíðum er at kunna varðveita so nógv sum til ber av tí valdi teir hava havt í vinnulívinum, nú teir hava mist valdið í Tinganesi. Nú alt samfelagið er um at fella niður rundan um teir, hava teir fingið eygað á seinasta bjargingarflakan, sum er eitt hissini uppskot um at savna tær kreftir á tingi, ið kenna seg ørkymladar av øllum sanerings- tosinum. Hetta er tað, sum kundi verið nevnt kílapolitikkur, og sum vit vita, at sami flokkurin hevur verið so Gførur til fyrr, tá stavnamaðurin var í velmaktini. ENDAMÁL fólkafloksins við hesum uppskoti er at varðveita ognarrættin til tey mongu fall- ittini, sum fólkafloksmenn í stóran mun sjálvir eiga ábyrgdina av og síðani at seta kíla í sam- gonguna, so hon slitnar og harvið fáa vit nýval. Og eitt nýval nú - og tað vita allir fólkafloksmnen - kann jú bara gagna fólkaflokk- inum, tí tað er hann sum hevur koyrt hetta málið upp í ein spíss og skapt øsing og ónggd manna millum. Fólkaflokkinum líkt sleppur hann næsta altíð væl burtur úr øllum, sum hann í veru- leikanum sjálvur hevur verið við til at samtykkja. TAÐ er greitt, at samgongumenn eru í eini torførari støðu. Mangir teirra eru í iva. Teir hugsa um flakavirkið í heimbygdini, um tí verður lív lagað. Og hetta skilir ein væl. Men vit mugu eisini síggja veruleikan í eyguni og góðtaka, at pengar eru ikki til at koyra við sama blussi sum áður, og tí mugu óvanligar loysnir fremjast. Tað má annars sigast at Nýggj kvøldskeid Í Vestmanna Vestmenningar og onnur áhugað kunnu ganga á kvóldskeiði í vetur og læra meira um føroyska fisktvinnu. Tað er Kvøld- skúlin og Fiskvinnuskulin í Vestmanna, sum í felag skipa fyri skeiðunum Skipað verður fyri tveimum skeiðum í Vestmanna í vet- ur, sum eru ætlað teimum, sum hava áhuga fyri for- oyskari fiskivinnu á sjónum og á landi, men sum ikki kunnu ganga í skúla í van- ligari skúlatíð. Undirvíst verður hvert mikukvøld, og hvert skeiðið varar 22 tím- ar. Á ti fyrra skeiðnum, sum byrjar 29. sept, verður greitt frá um fiskastovnar, stovnsmetinga og stýrings- hættir, har høvudsdenturin verður lagdur á føroysk viðurskifti. Greitt verður frá støduni í fiskastovnunum undir Føroyum, og fyri út- litunum fyri veiðu tey kom- andi árini. Aftan á nýggjár verður meira gjørt burtur úr fisk- inum, eftir at hann er veidd- ur. Dentur verður lagdur á tydningin av góðar hag- reiðing, tá fiskurin er komin úr sjónum, og hvørjir úr- dráttir kunnu fáast burtur úr feskum og frystum fiski. Treytin fyri at farið verð- ur undir skeiðini er, at í minsta lagi 12 fólk er hugað at vera við. Meira fæst at vita um skeiðini við at vend sær ul Kveldskúlan ella Fiskivinnuskúlan í Vest- manna. vera stórt spell, at alt hetta við saneringini hevur tikið so drúgva tíð, og er tað helst hetta sum er høvudsorsøkin til tað órógv, sum er á monnum í løtuni og sum fær teir at ivast SANERINGIN er nú um at verda veruleiki, og er tad so sum stjórin í felagnum og landsstyris- maðurin í fiskivinnumálum siga, at unga ættarliðið av vinnulivs- monnum nú vil sleppa í gongd og heldur seg kunna útinna nakað gott fyri land og fólk í nýggja móðurfelagnum, so eiga vit eisini at lurta eftir teimum. Øll eru vit samd um, at stødan landið er komið í, er sera torfør, og at nógvar avgerðir tí eru ótraditionellar. Men tá avtornar fara vit kanska at síggja, at nógvar av hesum avgerðum vóru júst tær, sum vóru neyðugar til tess at geva pláss fyri einum nýggjum ættarliði av vinnulivsmonnum. UTTAN mun til hvat menn halda um uppskotid hjå Olaf Olsen, so er greitt, at tað í veruleikanum er destruktivt. Tað ber á ongan hátt í sær, at vit seta nakað annað ístaðin fyri, og enn hava fólka- floksmenn ikki megnað at komið við nøkrum alternativi til ætlan- Kvinnuhúsið Sjálvhjálparbólkar Sjálvhjálparbólkur fyri kvinnur við sam- livstrupulleikum verður mikudagin frá 18.30, fyrstu ferð 29. kl. 17.00 til kl september. Sjálvhjálparbólkur fyri kvinnur, ið sum barn ella hálvvaksnar hava verið fyri kynsligum ágangi ella incest, verður mánakveld frá kl. 20.00 til kl. 21.30, fyrstu ferð 27. september. Ætlanin er at bólkarnir skulu koma Kvinnuhusinum. Kostnaður er 30 kr. fyri hvørja ferð. saman 10 ferðir í Tilmelding á telefon 17200 gerandis- dagar milllum kl. 14.30—16.30, í sein- asta lagi 22. september Kvinnuhúsið Blindastovnur Foroya hevur opið mándag-fríggjadag kl. 9—16. Telefonir: 18222 og 19288. ina við móðurfelagnum. Nú fáa vit so at síggja, um samgongan klárar trýstið frá hesum løgna flokkinum, ið altíð dugir at vinna sær fyrimunir burtur úr øllum málum - uttan mun til um hann er í samgongu ella andstøðu. Vit fáa at síggja, um tað fer at eydnast taktikaranum og strateginum Olaf Olsen at seta ein kíla so djúpt inn í samgonguna, at hjólið steðgar at mæla og samfelagið harvið steðgar heilt upp. Eitt nýval nú hevði verið tað best hugsandi fyri fólkaflokkin, sum nú í nakrar mánaðir hevur megna at vaksa sínar hendur reinar og adressera allar landsins syndir og ólukkur til núverandi samgonguflokkar. At tað longu hevur eydnast honum eisini at seta ein kíla í størsta andstøduflokkin, sam- bandid vid at seta likheitstekin millum hann og saneringsflokk- arnar í Tinganesi vísir bara, hvussu snildur og góður taktikari Olaf Olsen og fyri tað fólka- floksmenn eru tað. Tá tað ræður um at fáa sum mest burtur úr til sín sjålvs og at leggja ábyrgdina fyri allar verðins ólukkur yvir á hinar, tá er fólkaflokkurin bara nummar eitt. Hvussu kann eg broyta liv mitt? Hvussu fái eg frið við meg sjálvan — sinnisliga javnvág og sanna livsorku? Jú — til ber at liva eftir fjalla- prædikuni Ókeypis uppi UNIVERSAL LIFE, Dept. 6.40, -P.O. Box 5643, 8700 Wirzburg, -Germany