Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | FRÆLSI--JAVNAÐUR - BRØDRALAG Baðíóik. Randi Jacobsen - Dagny Fyri ett: Kalmar Lindenskov Åbyrgdarleysur fólkaflokkur Í dag fer tingid at viðgera eitt uppskot frá fólkafloksmanninum Olaf Olsen um eina monopollóggávu. Neyvan eru tey mong, sum ikki eru samd í, at monopol er av ti énda, og at vit mugu forða fyri, at monopol og monopolliknandi støður fara at gerast ein fastgrógvin partur av okkara gerandisdegi. At luun hjá Føroya Fiskasølu hevur verið just hesin venda vit aftur til OLAF OLSEN hevur møguliga - vil onkur naiv sål halda - innast inni eina vælmeinta intensión, tå hann leggur uppskot fram um at forða fyri mono- polum. Men tá vit hyggja nærri at bæði tíðspunktinum og måtanum at koma við slíkum uppskot, so er rættiliga lætt at gjøgnumskoða veruligu ætlanina við ú, nevniliga, fyri einhvønn pris at fáa felt hesa samgonguna og fáa nýval - og sjálvandi at fáa steðgað móðurfelag- num. Tá stendur fólkaflokkurin bráddliga sum tann stóru bjargarin NÚ at vilja steðga móðurfelagnum og teirri felags saneringini er einki annað enn åbyrgdarleysur politikkur. Hvat hava fólkafloksmenn hugsað sær skal korna ístaðin, og hvaðani skal kapitalur koma frá ul at keypa upp virkini? Nú er tað so, at einki er bara svart og hvítt. Har er altíð nógv ímillum, sum ein eisini eigur at geva gætur. Tað eru tey, sum hava hildið og halda, at tað hevði verið nógv betri, um virkini fóru á heysin eitt og eitt og síðani vórðu keypt aftur av eitt nú privatum á plássunum. Onnur hava so hildið, at hetta fór at taka ov drúgva tíð og at eingin vissa tá var fyri, at privatur kapitalur var til at fáa gongd á aftur. Onkur annar vil vera við, at tann kapitalur, sum móðurfelagið hevur, er í veruleikanum als ikki so stórur, sum hann verður gjørður ul. Hann munar ikki nógv. Uppaftur onnur siga, at bert við eini felags sanering var gjørligt at fáa kreditfeløg og bankar at sleppa so mikið nógv av skuldini sum stødan nú er. Og soleiðis kann verða hildið fram. Men tænir tað nøkrum endamáli, nú saneringin er um at verða liðug? JÚ vist eru nógvar meiningar og met- ingar um hetta stóra málið, og tá er sjálvandi ringt at siga, hvørjar eru tær réttu. Tað er tó okkara hugsan, at ein roynd nú at steðga felags saneringini er skeiv og eigur at forðast. Her má og skal samgongan standa saman. Tað er Krisjan Dahí Joensen - Térfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Jåstines Eidesgaard eingin orsøk ul at "leypa upp å vognin hjá Olaf Olsen” fyri tað um nakað skilagott er í tankanum at vilja forða monopolum. Olaf Olsen hevur eittans endamál við hesum uppskoti, og tað er at vinna flokkinum nøkur politisk points, men tað skal hann so sanniliga ikki fáa loyvi ul. VIT eiga heldur ikki at vera blind fyri, hví Olaf Olsen kemur við hesum uppskoti nú. Tað er ikki ti, at hann hugsar um Føroya framtíð. Tí gjørdi hann tað, tá átu hann fyri langari tíð síðani at havt studlda teimum, sum ro ynt hava at bróta Fiskasølumonopolid. Men júst ti at tað i stóran mun vóru hansara egnu, sum stýrdu tí monopolinum var tað í lagi. So ein loyvir sær at ivast í, hvat veruliga býr undir ynskinum um at forða fyri einum monopoli! Tá ein sjálvur situr á og fær nýtt eina monopolstødu ul egnan fyrimun er eitt slíkt í fínasta lagi, men so skjótt aðrir koma at sita á monopolinum er tað ein vanlukka. Ja so einfalt kann tað sigast, og tf eigur upp- skouð hjá Olaf Olsen at verða víst aftur. Nakað annað er so, hvat í framtíðini kann verða gjørt ul tess at forða fyri monopolum og monopolliknandi stød- um. Men ålvaratos Olaf Olsen: er tað ikki dupultmoralur nå at skyra monopol eina vanlukku, tå júst tin flokkur og tínir floksfelagar gjøgnum 20 år hava brúkt alla hugsandi orku ul at fasthalda um monopolið Føroya Fiskasølu væl studlad av ti størsta bankanum - vid sama fólkafloksstjóra í teimum báð- um!!'Hevur tú gloymt, hvussu floks- felagi tín, stavnaðarmaður útrópu allar kritikarar av fiskasølumonopolinum fyri kommunistiskar ørindasveinar, øvund- sjúkar sosialistar ol.! HVAT bagir fólkaflokkinum kundi ver- ið spurt! Hvussu kanst tú taka henda flokk fyri fult, tá formaður floksins fer upp á ungsins rødarapall og mælir til at slíta frá Danmark sum skjótast! Sami maður, sum hevur verið vid til at gera tær avtalur við danir, sum nú skulu tryggja okkum eina framtíð her á oyggj- unum! IKKI øll merkja kreppuna á sama hátt, men flestu av okkum stúra fyri fram- tíðini. Spurningurin er, hvat hetta fer at enda við! Eitt stendur rimmarfast, og tað er, at vit sleppa ikki burtur úr nakr- ari kreppu uttan við einum positivum samstarvi við danir. Tað hevur kanska ongantíð verið so neyðugt sum nú at byggja upp góð viðurskifti við danir, ið júst byggir á felags álit. Og nettup tað, sum m.a. fólkafloksmenn takast við í hesum døgum, eitt nú royndin at sabo- tera felags saneringina og uttan va cis ini eina helst neyðuga bankasaman legging, er at grugga vidurskifti okkara við danir og skaða tey. Hetta er sjálv- andi so lætt nú flokkurin er í andstøðu, men eitt minstamát av ábyrgdarkenslu eigur ein at kunna krevja av hesum flokki, sum hóast alt hevur siuð í Tinga nesi øll hesi seinatu árini og harvið hevur verið við ul at leggja lunnar undir víðari gongdina. TAÐ hevur einki við undirbrotligheit at gera, tosað verður um at hava góð viðurskifti við danir og geva teirra ynskjum og meungum gætur. Sjálvandi eiga vit ikki at góðtaka eitt og alt, sum danir ynskja av okkum. Vit eiga at brúka alla okkara orku í framhaldandi at greiða dønum frá støduni og fortreyt- unum hetta fólkið livir undir. Tað ber sjálvandi ikki til hjá dønum at smoyggja óegnaðar loysnir niður yvir okkum uttan at hugsa um fylgjurnar. Her er neyðugt at umhugsa allar avgerðir og finna tað skilabesta burtur úr. Sum partur av ríkinum hava danir skyldu ul at hjálpa okkum, men vit hava so sanniliga eisini skyldu til at gera okkara ul, at kreppan verður loysn á skilabesta hátt. So tey signal okkara politikarar senda til Danmarkar eru ógvuliga avgerandi. Alt bendir á, at danir hava álit á løgmanni og hetta hevur ikki so líuð at siga. Harfyri er ikki sagt, at løgmaður eigur at lata danir einsamallar stinga út í kortið, hvussu framtíðar samvinnan millum londini eigur at síggja út. MEN fólkafloksmenn skulu vita, at teirra atburður og gerðir tæna ikki ein- um framhaldandi góðum og neyðugum samstarvi við danir. Besta dómi um henda vánaliga atburð teirra eru tey has- arderaðu úttalilsi, sum landsstýrismenn fólkafloksins javnan komu við, tá teir sótu í Tinganesi og sum vóru merkt av eini andstygd mótvegis dønum. Hetta er eisini tað sama vit hava upplivað á fólkatingi, tá umboðsmaður fólkafloks- ins hevur hildið fleiri av sínum niður- gerðandi og vanæruligu torutalum. Alt nakað, sum hevur verið við til át víðka kliftina millum føroyingar og danir. TINGIÐ fer í næstum at viðgera eitt uppskot um at geri broyting í parta- felagslóggávuni, sum skal kunna tryggja eina bankasamanlegging. Tingið hevur eftir ynski frá dønum samtykt , at henda broyting skal koma í gildi 1. januar, men nú vilja donsku myndugleikarnir hava hana at koma í gildi góðar tveir mánaðir fyrr. Hetta fyri at kunna fremja bankasamanleggingina skjótari. Eisini hetta royna menn nú at forða fyri og tíanverri eru tað eisini samgongumenn, sum her vilja seta kíla í. Uttan at hava nóg gott innlit i, anun ein bankasamanlegging er av tí rætta ella ikki, so er hetta tó tað, ið liggur í lufuni og sum kønir menn siga er einasta loysn í løtuni. Tað vísir seg at vera neyðugt við stórri eindum, bæði á bankaøkinum og í vinnulívinum fyri at vit kunnu klára ringastu avleiðingarnar av kreppuni. Hetta hevur helst vansar við sær eisini, men tá vit ikki kunnu fáa tað besta, so megu vit taka við tí næstbesta. Haraftrat krevja viðurskifuni á útlendska marknaðinum, at vit standa meira saman og tess stórri vit eru tess betri eru møguleikarnir at fáa samstarv við útlendskar fyritøkur eitt nú á fiskivinnugkinum. Hetta er tað, sum kønir menn vilja vera við. LATIÐ okkkum bara ímynda okkum, at fólkafloksuppskouð verður samtykt og móðurfelagið harvið verður steðgað. At tingmenn fella uppskotið um at kunna broyta partafelagslógina tveir mánaðir áðrenn ætlað. Hetta verður gjørt bert eina viku, áðrenn ein stór donsk sendinevnd kemur ul landið og tvær vikur áðrenn løgmadur og landsstýr- ismenn skulu til Danmarkar at tosa við donsku stjórnina. Hvat fara danir at siga til eina slíka gongd! Givið er tað, at tað verður okkum til lítlan sóma, tá vit aftur skulu til danir at biðja teir vera við til at fíggja undirskot á okkara fíggjarlóg, at taka yvir gjaldsbyrðarnar hjá illa fyrikomnum kommunum osfr. Vit hava einki val. Vit mugu prioritera sam- starvið við danir meira enn nakrantíð fyrr og ikki bara upp á okkara egnu pre- missur. Her má finnast ein millum- vegur, har báðir partar taka hædd fyri ynskjunum hjá hverjum ødrum. Men at fara so langt sum at kula niður á tingi ynski frá danskari síðu at gera hesar og hasar broytingarnar er ikki bert ringur politikkur, tað er sum at geva sær sjálvum mønusting. Enn eru tað so ser- liga fólkafloksmenn, sum vilja reka slíkan åbyrgdarleysan politikk. Sam- bandið og eisini aðrir andstødutingmenn tykjast duga betur at kenna sína vitjunartíð og tí kunnu vit bert vóna, at vit komandi tíð fara at síggja eina sterka samgongu sum saman við pørtum av andstøduni, fer at evna til og gjøgnumføra tann neyðuga politikkin - ikki minst tá tað snýr seg um framtíðar samband okkara við danir. —— L —— Stjórin í Fiskavirking: Katastrofalar fylgjur Stjórin í Føroya Fiska- virking, Bjarti Mohr ber ikki Ótta fyri, at uppskotið hjá Olaf Olsen um at steðga móðurfelagnum fer at vinna undirtøku, tí pol- iukararnir eru hóast alt so mikið at sær komnir, at teir duga at síggja, at tað verður ein vanlukka fyri landið verður felags san- eringin steðgað nú. -Fólkaflokkurin hevur helst tvær ætlanir við hes- um uppskoti. Onnur er at steðga móðurfelagnum og hin, sum helst er av stórri týdningi, er eitt politiskt taktiskt útspæl til eitt komandi val leggur hann aftrat. Bjarti Mohr ivast onga løtu í, at klára politikarnir at drepa Føroya Fiska- virking longu í fødingini, fær tað katastrofalar fylgjur fyri Føroyar. Hann heldur tað annars vera logið, at fólkafloks- menn ganga so harðliga ímóti móðurfelagnum, tí teir hava jú góðukið, at slíkt felag skuldi setast á stovn so ella so. Hetta verður umrødd í avtaluni við danir bæði í oktober og í mei. Bjarti Mohr vísir eisini aftur uppskotinum hjá Lassa Klein í sama máli. -Men hví hevur tað gingið so seint við saneringini? -Tað er ti, at vit hava ikki viljað tvingað fólk upp í, men latið tey um- hugsað støðuna. Stjórin í Fiskavirking er ásamdur við teimum, sum siga, at ein tvingsulssøla hevði verið betri. Hann heldur ikki tað er nokk til av privatum kapitali allastaðni. Slík hevði eisini verið nógv Framhald á síðu 20