Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 1993síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr 184 — 29. SEPTEMBER 1 993 Til allar føroyingar: Latið pengar til arbeiðið hj Reyða Krossi Sjálvt tann minsti stuðul er stór hjálp T.d. kann ein halda liv í einum barni fyri bert 3 krónur um dagin sigur Reyði Krossur í tíðindaskrivi í sambandi við innsavningina, sum heldur fram til 30 SEP mber Umframt tað arbeiði, Reyði Krossur Føroya er vid at stuðla her heima hjá okkum, er felagið eisini við í tí hjálpararbeiði, sum Reyða Kross felagsskapur in stendur fyn Tað er ikki frammanund an avgjørt, hvat innsavnaði peningurin fer ul. Tað er umrådandi, at vit kunnu hjálpa har neyðin er størst júst tá tað er brúk fyn hjálp. Men longu nú kunnu vit siga frá, hvar tað avgjørt verður brúk fyri hjálp nú í heyst og komandi vetur Sum dómi kunnu nevnast: sum Fyrrverandi Jugoslavia Ein harður vetur hótur, og alheims Reyði Krossur hev - ur harðliga brúk fyri stuðli. Peningurin fer m.a. til mat, klæði og teppi ul tey menn- iskju, sum annars fara at doyggja í hungri og kulda. Viðmerkjast skal eisini, at alheims Reyða Kross fe- lagsskapurin ger eitt stórt arbeiði í fyrrv. Jugoslavia fyri at fáa tey fræls, sum eru innilæst í óhugnaligum fangaupum. Kaukasus og Tadjikistan Eisini her í fyrrv. sovjet- iskum landspørtum er nógv brúk fyri hjálp. Stødan er tann sama sum í fyrrv. Jugo- slavia. Serliga eru tað flóutafólk, sum hava tørv á mati og klædum, skulu tey yvirliva okmandi vetur. Sudursudan Ein hungurs vanlukka hótur hetta afríkanska landið. Al heims Reyði Krossur ar beiðir í økjum, har aðrir fe lagsskapir hava lagt frá sær Reyði Krossur býur út m.a. mat og heilivág ul tey mongu, sum eru hótt av sjúku og hungri Somalia Seinasta ár gjørdi Reyði Krossur sera stórt arbeiði fyri at basa teirri hungurs- neyð, sum hótti við at beina fyri heilum ættarliði. Nú tørvar landinum pening fyri at koma á føtur aftur, so sleppast kann undan van- lukku av sama slagi. Fáa tey hjálp, so kunnu somaliarar sum frá líður klára seg sjålvi. Mozambique Aftan á borgarakríggj gjøgnum nógv ár er friðurin loksins komin ul Mozam- bique. Mong túsund eru flýdd ella koyrd úr heimi teirra — m.a. ul Malawi. Tey skulu hava hjálp ul at koma heim aftur og byggja sær nýtt lív aftur frá botni av. Minnist til: Sjálvt tann minsu stuðul er stór hjálp. T.d. kann ein halda lív í ein- um barni fyri bert 3 krónur um dagin Innsavningin ul Reyða Kross Føroya er í ár í døg- unum frå 24. ul 30. sept. 1993 Skjót hjálp er dupult hjálp. Skal Reyði Krossur veita skjóta hjálp er neyð- ugt, at felagsskapurin altíð stendur úlbúgvin, tá boðini koma Udsat auktion Det meddeles herved, at tidligere be- kendtgjort tvangsauktion AS 399/93 (j. nr. 689, nr. 145/93.003) over matr. Fuglatjørdur, der var berammet til 23. september 1993 kl. 11.30, er udsat til torsdag den 14. okt. 1993 kl. 13.30 Færøernes fogedret, den 23 09.93 Mette Søgaard-Nielsen dím ”Tidindabladid Her eru sjey av teimum nýggju føroyingunum. Fremst Eyðfinn Midjord, Hvalba, Levin Lisberg, Hvalba, Birita Hammer, Beinta Poulsen, Katrin Clementsen og Jórun Djurhuus úr Havn og Lena Andersen úr Hoyvík.. Eyð Berg úr Hvalba og Meiken Mortensen úr Havn eru ikki á myndini Mynd: Kalmar Ferð teirra til Jorsala Níggju ungir fóroyingar fóru týsdagin til Ísrael í Kibbutz Undirtøkan hjá føroyingum at fara i kibbutz í Ísræl er góð og í løtuni eru tiggju- tals føroyingar í kibbutz ymsastaðni = í Heilaga Landinum. Týsdagin fóru níggju ungir føroyingar við flog- fari úr Danmark, hetta hendi um kveldið og teir vóru frammi mikunåtuna Teir eru nú komnir uppá plás; í ymiskum kibbut- zum, millum annað eru fýra endaðir í kendu kibbutzini AFFIKIM, har flein før- oyingar eru i løtuni Onkur er komin i eina kibbutz, sum liggur tætt við libanesiska markið við býin Hazor. Tað er ymiskt hvussu leingi føroyingamir verða 1 Ísrael. Onkur verður burtur í tveir mánaðar, onkur annar tríggjar. Av teimum nýggju før- oyingunum eru fýra úr Hvalba, fýra úr Havn og ein úr Hoyvík. jústinus Teir nýggju kavararnir Í gjár tóku fimm kavarar prógv á Føroya Sjómann- skúla. Teir kunnu nú ar- beiða sum kavarar niður á 50 metra dýpi. Tað er Vaktar og Bjargingartæn- astan sum skipar fyri kav- araskúlanum í Føroyum Har er eisini ein treyt, skal tú arbeiða umborð á vakt- arskipunum, at tú skal hava eina heilsuvåttan sum sigur, at tú kann ger- ast kavari. Myndin sýnir nýggju kavaramar saman við lær- arum og hjálparfólki. Teir fimm kavaramir standa í miðjuni á myndini, fremst frá vinstru húkandi Jógvan Højgård, Janus Rein. Af- tara nummar tvey frá vinstru Karl Marius Pet- ersen, Jógvan Holm og Mortan Mortensen. Longst til vinstru Heri Mørkøre apotekari á Tvøroyri. Longst til høgru, Ingi Justinussen og Elmar Højgård, tad er Elmar sum stendur fyri útbúgvingini. Kavararnir hava gingið í skúla í fimm vikur. jústinus Mynd: Kalmar Amnesty International Skrivstovan [I Vágsbotni er opin månadag, týs- dag og mikudag kl. 10—16. Tif. 15816.