hósdagur 30. september 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-JAVNAÐUR --BROÐRALAG
Fyritaksstjóri Krisjan Dahi
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
: Jan Måller
Baðíox Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng P/T Sosialurin
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: PT Seslalurin
Prant: PA Pressan 1981
Jústines Eidesgaard
Mótmælið grindaherferðini
UMFRAMT at hava næstan allar
verðsins ólukkur at dragast við í
hesum sváru tíðum, so hava vit
mín sann eisini fingið nakrar
fanatiskar terrorlíknandi
sokalladar umhvørvisfelags
skapir at stridast vid. Og tad eru
Ikki småting, sum hesir
felagsskapir krevja av okkum.
Vit skulu rætt og slætt gevast vid
at drepa grind. So einfalt er tad,
siga teir. Gera vit ikki eftir
bodum teirra vilja teir bruka allar
hugsandi kreftir til at taka
kvørkratak um føroyska fiskiut-
flutningin - sjålvt tilverugrundar
lag okkara
TAÐ er hesum vit nú mugu til at
berjast móti - ístaðin fyri at vit
fingu møguleika til at brúka allar
okkara kreftir til at fáa hetta
samfelagið í gongd aftur. Vit vita
væl, at tað í mongum førum
kann tykjast at vera ein nærum
ómegulig uppgåva at stridast í-
måti fanatiskum felagsskapum,
sum ikki himprast við at brúka
allar hugsandi metodur til at
vinna strid sítt.
FØROYA landsstýrið hevur
gjørt eitt stórt arbeiði til tess at
sannføra útlendingar um, at
grindadráp er okkara nátúrligi
rættur og henda rætt skal eingin
úti í stóru verð koma og taka frå
okkum. Men hetta er bara ikki
nokk. Agangurin í løtuni er vid
at gerast so mikið harður, at tað
er upp á tíðina, at vit fyritaka
okkum okkurt nýtt, okkurt
óvanligt, sum gevur afturljóð
Tað má bera til at kunna
sannføra umheimin um, at
undirgravandi bardagin hjá
umhvørvisfelagsskapunum er at
sammeta við veruligt terr-
orvirksemi móti eini lítlari tjóð
TIÐINDABLAÐIÐ Sosialurin
fer tí í dag og komandi vikurnar
saman vid Føroya fólki at gera
eina roynd at svara útlendsku
herferðini móti ikki bert grinda-
rápinum men móti allari okkara
tilveru aftur við at heita á allar
føroyingar, um at skriva undir
mótmælissknv, sum síðani verð-
ur sent bretska forsætisráðharra-
num John Major og eisini ollum
teimum bretsku fjølmidlunum,
sum annars eru so trekir at geva
innivist fyri nøkrum av tí, før-
oyingar hava at framføra sum
verju fyri grindadrápi. Lesið
meira um hetta á síðu 3.
SJALVANDI er hetta ikki nóg
mikið. Men tað er so ein roynd at
vísa, at føroyingar her standa
saman allir sum ein og við hes-
um mótmæli vilja vísa á, at
umhvørvisfelagsskapirnir í veru
leikanum vilja hesum fólki til
lívs. Og tað kunnu vit ikki
góðtaka. Annars halda vit, at
málið er so mikið ålvarsligt - ja
tað minnir ikki sért um
fullkomiliga órættvísu og oyði
leggjandi herferðina móti grøn
lendsku kópaveiðuni á sinni,
sum førdti til, at fleiri
småsamfeløg fingu mønusting
at landsins hægsti myndugleiki
løgmaður og landsstýri - eiga
saman við donsku stjórnini at
venda sær beinleiðis til bretska
forsætisráðharran og mótmæla tí
herferð og búskaparliga
terrorvirksemi, sum serstakliga
bretar standa fyri.
VIT eiga eisini at umhugsa um
ikki nýstovnaði felagsskapurin
Namco eigur at samskipa mót-
støðuna móti hesi herferð við eitt
nú at taka upp samstarv við
japanarar. Vit nokta at trúgva -
og vit eiga ikki at góðtaka, at
valið stendur millum at kunna
selja fisk ella drepa grind. Vit
seta okkara álit til at tær demo-
Bústaður. Argjavegi 28
Teiglon. 13820
Postadr.: Postsmoga 78
110Térshavn
Tølotax 14729
Argjum
kratisku kreftir, sum hóast alt
finnast í løndunum rundan um
okkum, at tær longu nú inn-
síggja, hvat hesir felagsskapir
eru við at gera móti tjóð okkara
og hjálpa okkum at steðgað hesi
herferð
AHEITAN okkara til allar før-
ovyingar er tí: skulu vit vísa um-
heiminum, at vit standa saman í
hesum máli, tá skrivið undir
mótmælið og sendið tað til okk
ara og vit fáa tað víðari til rætta
móttakaran.
Hvalirnir hava
tað betri enn
flottafolkini
— Feroyingar mugu
nú rópa neyðarróp,
áðrenn felagsskap-
irnir taka alt lívs-
grundarlagið undan
okkum. Eitthvert
tiltak er kærkomið.
Orðini eigur Hans J. Her-
mansen, ið er staddur í Nor-
egi júst nú. Hann hevur í
summar fingist nógv við at
greiða eitt nú útlendingum
frá grind og grindadrápi, og
eisini er hann formaður í
Grindamannafelagnum.
— Hesir felagsskapirnir, ið
royna at gera nógv burtur úr
grindadrápi og kópi, eru í
veruleikanum ikki áhugað-
ir fyri øSrum enn at fáa pen-
ing burturår ul sin sjålvs,
sigur hann. — Gamla orda-
fellid um »survival of the
fittest< kann fyn tað verða
broytt ul »suvrival of the
smartest<, tí allir hesir fei-
agsskapirnir fremja óbóta-
ligan skaða. Stendur tað ul
teirra, so kann tað í ringasta
føri føra við sær, at Grøn-
land, stórir partar av Íslandi,
Føroyar og eisini Norður-
noregi saman við ødrum
strandarríkjum verða av-
toftað.
Hans J. Hermansen sigur,
at í roynd og veru vildi tað
verið ein stór tragedia fyri
hesar felagsskapir, um før-
oyingar góvust við at drepa
grind, tí so hvarv ein stór
inntøkukelda
Lokka teir fram
- Eg kundi hugsad mær,
at vit føroyingar royndu at
framprovokera hesar fel-
agsskapimar, so tað bar til
at fåa samband vid teir —
andlits ul andlits, heldur
hann: — Og serliga åhuga-
vert hevði tað verið at fingið
roknskapimar hjá teimum
fram, so tað sást, hvagani
peningurin kom, ið teir
Hans J. Hermansen: — Felagsskapirnir, ið royna at gera
nógv burtur úr grindadrápi og kåpi, eru í veruleikanum
ikki áhugaðir fyri nøkrum pØrum enn at fáa pening burtur-
úr til sin sjálvs.
hava at arbeiða við. Viteiga
at royna at lokka
felagsskapimar fram, royna
at fáa teir at koma á tal við
okkum á ein ella annan hátt.
Hans J. Hermansen vísir
eisini Á, at hvalurin er nógv
meira hóttur av dálking enn
av okkara grindadråpi.
- Tað er, sum ein amerik-
anari hevur skrivað tað so
gott: Um kroatamir vóru
hvalir, vóru teir nógv betri
fyri, enn teir eru. Tað sama
við flóttafólki, sigur hann. —
Eingin hvalur hevur nakran-
tíð havt tað so ringt, sum so
mangt flóttafólk hevur tað
Staddur í Noregi hevur
F Hans J. Hermansen havt
møguleika at sæð Paul Mc-
Cartney úttalað seg til teir
norsku fjølmiðlarnar.
- Hann hevur sera spakur,
og núertað blivid til, at hann
er ímóti atdrepadjór. Um so
er, so dugi eg ikki at síggja,
hví hann skal leggja eftir
okkum fyri grindadráp,
heldur hann. — Vit åttu at
fingið mannin til Føroya, so
hann sjálvur kundi sæð, at
einki hopi er í tí, hann nú
letur seg brúka til.
Savnsmynd: Jens Kristian Vang hj.
|
i
|