fríggjadagur 1. oktober 1993síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr
U
fe Ellemann
ensen
fyrrverandi uttanríkisráðharri:
Danmark eigur
at fáa fyrimunir
Í komandi olju-
Vinnu í Førovum
| X
Tá hl tyUuo VEIT rr
verður trupui
fyrimumir í eimi
t fyri okkum at skilja
komandi
x
um framttøin
t jFUFL FILE Vil Í eg
]
bart ut
um danir ikki kunnu
foroyskari oljuvinnu. Tit kunnu ikki
sted, al tað
faa
bara koma til okkara tå rokningarnar skulu gjaldast.
M.a. hetta sigur fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin
og nu andstóðuleiðarin á fólkatingi, Uffe Ellemann-Jensen
við Tíðindablaðið Sosialin.
Hann heldur annars ikki, at Danmark hevur ráð til at
lata Føroyar fara á heysin men vísir á, at danir verða
noyddir til at seta føroyingum krøv, um teir skulu læna fleiri
pengar.
-Vit mugu hava trygd fyri, at tit veruliga broyta poli-
tikkin, so vit ikki enda í somu ódnu ringrás einaferð afturat
sigur Uffe Ellemann-Jensen.
Fyrrverandi danski uttan-
ríkisráðharrin, Uffe Elle-
mann-Jensen, er kendur
fyri sín stóra áhuga fyri
Føroyum og føroyskum
vidurskiftum. f sambandi
við tær stórbroytingar, sum
í hesum døgum eru før-
oyska samfelagnum fyri,
hevur Tíðindablaðið Sosi-
alurin skift orð við hann.
Seinast vit tosaðu við
Ellemann-Jensen, var í
mars í ár. Tá segði hann, at
Danmark ikki hevði ráð at
lata Føroyar fara á heysin.
Øllum kunnugt er nógv
vatn runnið í sjógvin síð-
ani tá, og stødan er nógv
versnað. Nú verður tosað
um milliarda upphæddir,
sum skulu pumpast inn í
føroyska samfelagið.
Eingin partur
skal »kollapsa«
Hvat heldur Uffe Elle-
mann-Jensen, sum and-
støduleidari á fólkatingi og
fyrrverandi uttanrikisråd-
harri okkara, kann bjarga
Føroyum undan húsagang-
i?
- Hesin spurningur er
trupul at svara, tá eg ikki
havi atgongd til somu upp-
lýsingar, sum stjórnin hev-
ur, sigur Uffe. - Men eg
standi fast við tað, eg fyrr
havi sagt um, at Danmark
ikki kann lata ein part av
Ríkisfelagsskapinum >kol-
lapsa<. Tað vildi kostað
Danmark dýrt í altjóða tign
og kreditviðri. Hetta merk-
ir í praksis, at Danmark má
bera byrðuna í sambandi
við búskaparligu sanering-
ina. Stødan er bara soleið-
is, og Danmark hevur jú
ongan annan at senda
rokningina til, heldur Uffe
Ellemann-Jensen.
A heysin av oyðsli
Nú verður sagt, at tað hjál-
pir einki einans við >ábót-
um« í føroyska samfelag-
num. Neydugt er vid milli-
ardainnsproytingum her og
nå. Onkur sigur, at vit okk-
um tørva eina >Marshall-
hjålp«. Onnur tosa um at
lysa Føroyar sum »kata-
strofuøki« og uppaftur
Onnur, at oyggjarnar eiga
at verða settar í undantaks-
stóðu. Hvat heldur Elle-
mann-Jensen um tað?
- Tá verður sjálvandi
settur spumingurin um,
hvussu forðað verður fyri,
at tit ikki bara koyra víðari
á sama hátt, soleiðis at út-
reiðslumar ikki fara at
vaksa enn meira. Henda
spurningin vilja danskir
skattgjaldarar = sjálvandi
seta. Hetta má loysast við
samskifti millum donsku
stjórnina og landsstýrið,
heldur Uffe Ellemann-Jen-
sen. - Nú nevndi tú orðið
»Marshallhjålp«. Tá eiga
vit at hava í huga, at hon í
sínari tiO var nýtt sum
>hjálp ul sjålvhjålp«, og at
pengamir als ikki vér givn-
ir ul nytslu uttan treytir. -
Eisini haldi eg, at ordid er
misvisandi, ti »Marshall-
hjålpin« var latin Evropa,
sum var niðurundirkomið
av kriggi. Føroyar eru útar-
maðar av oyðsli.
Vit mugu
seta tykkum krøv
Víðari sigur Uffe Elle-
mann-Jensen, at danir
gjørgnum árini hava latið
skiftandi landsstýri sjálv
stýrt búskapinum - í anda
heimastýrisins, sum hann
tekur til. - Men eg má siga
tað bart út, leggur hann aft-
urat: - Vit fáa ikki Fólka-
ungid at góðtaka, at vit
partvís skulu gjalda stórar
rokningar fyri fortíðarinnar
syndir - sum vit frá dansk-
ari síðu í ferð eftir ferð á-
varaðu ímóti - og partvís
opna møguleika fyri, at
stødan kann endurtaka seg
um nøkur ár. Tí verða krøv
sett um innlit í, hvørjar av-
talur Føroyar gera í sam-
felagsbúskapinum, = sum
Danmark seinni kanska
kann koma at hanga uppá.
Tíðarandin
fyri sjálvræði
Annars heldur Uffe ikki, at
Føroyar aftur fara at gerast
eitt danskt amt. - Tað vildi
jú verið í strid við evrop-
iska tíðarandan, sum gevur
Uffe Ellemann-Jensen formaður í Vinstraflokkinum: -Eg taki undir við politikkinum
hjá stjórnini mógvegis Føroyum
einstøkum fólkabólkum
størri og stórri sjálvræði. Í
hesum sambandi er sjálv-
ræðið innan Ríkisfelags-
skapin ein fyrimynd hjá
ðrum. Tí er tað, at tørvur
er á einari endurnýggjan av
term féroysku politisku
skipanini, sum gevur møg-
uleika fyri åbyrgdarfullum
og samanhangandi poli-
tikki.
Skipan uttan
»lokalpolitikk «
Hvat er tad fyri ein politisk
skipan, tú hugsar um?
- Eg meini, at vit skulu
burtur frá eini politiskari
skipan, har lokal áhugamál
hava so stóra ávirkan, og
har samfelagsbiiskaparlig
fyrilit alt ov ofta verða sett
til viks. - Serliga íløgur í
tunlar, vegir, havnir o. s.
fr. standa í dag sum ein
ræðandi minnisvarði yvir
eina politiska skipan, sum
alt ov ofta ikki sá upp um
nærmasta fjallatind. Tað
eru føroyingar sjálvir, ið
mugu finna loysnina. Men
hetta skal bert verða ein
loysn, sum kann sannføra
okkum onnur um, at út
vilja venda gongdini.
Tykkara kreppa -
okkara ávaring
Nú hava vit hoyrt nógvar
søgur um, hvussu illa før-
oyingar eru umtóktir mill-
um vanliga danan. Hvat
heldur tú, at vanligi danin
heldur um Føroyar og før-
oyingar í hesum døgum?
- Fyrst og fremst er
vanligi danin helst argur
um, at eitt samfelag í so
stóran munn »einki leggur
í< fíggjarliga veruleikan,
og so bara sendir rokning-
ina víðari til onnur. Sam-
stundis skilja danir, at nátt-
úran hevur verið føroying-
um kørg. Tey, ið hugsa
meira, síggja í >tí føroyska
døminum« eina ávaring til
danir um, hvussu illa tað
kann ganga, um eitt sam-
felag lænir ov nógvan pen-
ing, og so brådliga ikki er
ført fyri at gjalda og ikki
kann rgkja sínar skyldur.
Tit mugu sannfæra
okkum umloysnina
Uffe Ellemann-Jensen
heldur ikki at forstáilsi og
viljin er serliga stóru hjá
dønum framhaldandi at
gjalda fyri føroyingar. Tí
heldur hann tað vera av
sera stórum týdningi at
gera eitthvørt, sum kann
sannføra danir um, at vit
vilja venda gongdini.
Neyðugt at
kenna viðurskiftini
Men hvat heldur Uffe um
vitjanina hjá politisku-bú-
skaparligu nevndini í Før-
oyum?
- Eg haldi, at vitjanin
av einari danskari fólka-
ungsnevnd er av stórum
týdningi. Tað eru jú hesir
politikarar, sum skulu
sannføra teirra veljarar
um, at teir skulu >punga
út< til føroyingar. Tí snýr
tað seg um at sannføra
politikarar um, at føroy-
ingar hava skilt støduna,
og tey krøv hon setur - at
tit ikki bara koma við um-
beringum um, at tað gekk
galið.
Vit spurdu eisini um
Uffe Ellemann-Jensen tek-
ur undir við politikkinum,
sum danska stjórnin førir
mótvegis Føroyum, ella
um hann hevði gjørt tað
ødrvisi?
- Við teirri vitan eg
havi f dag, so haldi eg ikki,
at eg hevdi gjørt ødrvisi.
Tf taki eg undir vid poli-
tikki stjórnarinnar.
Annars heldur hann, at
tað er av stórum týdningi,
at danskir ráðharrar, sum
hava við Føroyar at gera,
javnan eru á vitjan. -
Sjálvur havi eg stóran á-
huga fyri Føroyum og vitj-
aði eg ti á hverjum ári,
sigur hann. - Vit kunnu jú
heldur ikki skilja føroysk
viðurskifti, um vit ikki
hava verið har - og helst í
rættuliga ringum veðri,
leggur hann afturat.