týsdagur 5. oktober 1993síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Jes Lunde formaður í politisku og búskaparligu neyndini:
Nr. 188 — 5. OKTÓBER 1993
Danski studulin til
føroysk arbeidsplas
-Tad er heilt greitt stødan hjá ti sosialistiska fólkaflokkinum, at stuðulin úr Dan-
mark í framtíðini skal brúkast til at seta gongd á virksemi i Føroyum heldur enn
bara at enda í bankunum fyri síðani at fara av aftur landinum.
Hetta sigur Jes Lunde, formaður í politisku og búskaparligu nevndini í
danska fólkatinginum. Nú hann er afturkomin til Danmarkar av Føroyavitjanini
ætlar hann á ávirka donsku stjórnina og fáa hana at innsíggja, at pengarnir til
Føroya eru best farnir, um teir fara sum td. rakstrarfigging av virkjum, sum vilja
gera seg út til at góðska fiskin meira.
Jes Lunde er formaður í
poliusku og búskaparligu
nevndini. Hann er sera
væl nøgdur við vitjanina í
Føroyum.
-Eg trugvi, at vit í
fólkatinginum aftaná hesa
vitjan hava fingið eitt
nógv betri grundarlag at
taka stóðu ul tað, sum
stjórnin fer at koma við av
uppskotum.
Upp á fyrispurning
hvat hann heldur er størsti
trupulleikin í Føroyum i
dag sigur Jes Lunde, at tað
er tann ovurstéra skuldin.
Henda skuld stavar ser-
stakliga frá alt ov stórum
fløgum í 80-unum við
útbygging av havnum og
við útbygging av fiska-
virkjunum, uttan at hædd
er tikin fyri, um tað fór at
vera nokk av fiski.
-Hetta er ein mylnu-
steinur um hálsin á tykk-
um, og tí verður avgjørt
neyðugt við eini skuldar-
sanering, og ul tess at
hetta ikki endurtekur seg,
er neyðugt við at gera
fleiri gfundleggjandi
broytingar í samfelags-
bygnaðinum.
Jes Lunde heldur tað er
sera umráðandi, at allar
skipanir, sum eggja fólki
ul at gera óneyðugar og
Olønandi fløgur, eiga at
takast av ella steðgast.
Neydugt við
rakstrartigging
-Men ber tad til at strika
allar ílegur?
-Tað ger tað sjálvandi
ikki. Nettup ti er tað av-
gerandi, at vit í eini felags
loysn bera so í bandi, at
tøkur verður rakstrarkap-
italur í Føroyum, soleiðis
at virki, sum hava nýggjar
verkætlanir á skránni, Ld.
góðskingarvirki, fáa fígg-
ing. Alternativid er, at alt
stegðar fullkomiliga upp.
Jes Lunde er rættiliga
avgjørdur, tá talan er um
spurningin, hvat komandi
stuðulin úr Danmark skal
brúkast til. Hann vísir á, at
tað ber ikki til bara at lata
bankunum pengarnar, um
teir allir verða brúktir til at
gjalda lán í útlandinum,
og einki fer til at menna
virksemið í landinum.
-Tað verður heilt greitt
stødan hjá sosialistiska
fólkaflokkinum á fólka-
ungi, at komandi stuðulin
ul Føroyar í stóran mun
skal brúkast til at fáa
gongd á virksemið. Og ti
fara vit eisini at royna at
gera stjórnina varuga við
júst hetta, áðrenn hon fer
at samráðast við lands -
stýrið tann 12. oktober.
Jes Lune heldur ikki, at
føroyingar skulu bera ótta
fyri, at danir við eitt nú
hesi vitjan royna at
“lokka" føroyingar inn í
EF. Hann leggur dent á, at
føroyingar skulu kunna
samráða seg til betri kvot-
ur, soleiðis at tað verður
óneyðugt at skula gjalda
upp ul 20% í tolli.
-Men hvat spurning-
inum um EF-limaskap
viðvíkur, so kann eg bara
ugga tykkum vid ti, at har
fari í hvussu so er ikki eg
at leggja trýst á tykkum.
Jes Lunde heldur ann-
ars ikki, at føroyingar
kunnu liva við, at alsamt
fleiri rýma av landinum.
Hann heldur, at cinasti
måtin til tess at forða
hesum útviklingi er at
útvega fleiri arbeiðspláss í
Føroyum.
i -
NF
Sanering í øllum
samfelgnum
Formaðurin í politisku og
buskaparligu neyndini iv-
ast onga løtu í, at:tað er
avgjørt neyðugt við eini
skuldarsanering í øllum
føroyska samfelagnum og
ikki bert í fiskiídnaðinum.
Eisini á sethúsagkinum,
innan fiskiflotan og á
mongum ødrum økjum er
hetta neyðugt.
Jes Lunde heldur
somuleiðis, at føroyingar
mugu gera sær greitt, at
tað verður neyðugt at
spenna lívreimina enn
meira komandi árini. -Tá
tú hevur stóra skuld, so
slepst ikki undan hesum.
-Men tað, sum er um-
ráðandi, hóast talan er um
at lækka livistødid, er, at
tað framhaldandi hendir
nakað í samfelagnum og
at tað verður møguligt at
gera iløgur í nýggj ar-
beiðspláss.
Men roknar Jes Lunde
vid, at føroyingar verða
noyddir ul at geva nakad
av sjålvstyrinum frå sær
komandi årini, nå danir
fara at seta fleiri krøv til
okkum!
Til tað sigur hann, at
hetta sum heild ikki fer at
henda.
-Vit virða heimastýrið
fult út, men tað er greitt,
at tá vit senda tykkum
pengar, so vilja vit gjarna
hava eina trygd fyri, at tað
spyrjast nøkur arbeiðs-
pláss burtur úr.
Samvinna innan olju
Hvat heldur Jes Lunde um
eina komandi oljuvinnu í
Føroyum - eiga føroyingar
at samvinna vid danir å
hesum øki?
-Tað haldi eg avgjørt
hevdi verid kløkt av tykk-
im. Eg beri ótta fyri, at
um Ut einans taka upp
samarbeidi við tey multi-
nationalu feløgini so sum
Shell og BP, so fara tit at
bróta hálsin av ú og verða
—=
snýttir í síðsta enda.
-Hava út tosað um
henda spurningin undir
vitjanini?
-Nei tað hava vit ikki
gjørt. Men vit stríðast í
løtuni við EF um eitt
sokallað oljudirektiv, sum
Sigur, at staturin ikki hev-
ur loyvi til at luttaka i
kanningum i oljuvinnuni.
Tad ætla vit at seta okkum
harðliga upp ímóu, ú tað
er sera umráðandi, at
okkara almennu oljufeløg
hava innlit í og eru við í
oljugranskingini, soleiðis
at vit ikki verða snýttir av
teimum stóru oljufeløg-
unum.
Jes Lunde sigur, at
hann nú fer at kunna sínar
starvsfelagar í fólkating-
inum um úrslitið av
vitjanini í Føroyum.
Umframt aðra
DARTUTGERÐ
hava vit eisini
1. floks
dartskivur
av merkinum
WINMAU
P/F FØROYA
DARTSØLA
TH. 15551
eftir kl. 16 Tlf. 14813