Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 102 - 3. juni 2003 Hvítusunnustevnan 2003 í Ítróttarhøllini á Hálsi í døgunum 6. til 9. juni. Fríggjakvøldið kl. 20.30 Stórt syngið við kvøld. Leygarkvøldið kl. 19 Evangel. møti, kl. 22 Youth Arise – ungdómstiltak við ymsari luttøku. Hvítusunnudag kl. 11 Møti, kl. 18 Evangel. møti. Hvítu- sunnukvøld kl. 22 Lovsangs- konsert við føroyskum solistum og útlendskum tónleikarum – saman við United Voices. 2. Hvítusunnudag kl. 11 Møti og kl. 17 Evangel. møti. Á møtunum verða nógvir ymsir talarar. Barnatiltøk: Spennandi barnatiltøk verða leygar- kvøldið, 1. og 2. hvítu- sunnukvøld í Rhema. Byrja verður saman í stóru høll. Bøn verður 1 tíma áðrenn kvøldmøtini byrja. Sí annars lýsingar í bløðunum. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Vegna Hvítusunnustevnu í høllini á Hálsi, verða eingi møti í Filadelfia. www.filadelfia.fo Hebron, Argir Mikudagin møtast vit í húsbólkum. Samskipari: Mai L. Simonsen, tlf. 315226. www.hebron.fo Meinigheitshúsið Týskvøldið kl. 20 Bíbliutími, Áps. kap. 13, 1-20. Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms- møti v/ Sverra Kass, »Eina- ferð Jesus, altíð Jesus«. Leygarkvøldið kl. 19.30-22 Juniorhugni. Hvítusunnudag kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Hera Tróndheim 2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti v/ Birgir Johannesen. Ebenezer Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Fríggjakvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. www.ebenezer.fo Gudstænastur Mikudagin 4. juni Skopun: kl. 20 Inga Poulsen Dam Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Evangel. møti, øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel Mikukvøldið kl. 20 Møti. Missiónshúsið Libanon í Sørvági Hvítusunnustevnan verður í døgunum 6.-9. juni. Talari á stevnuni verður Peter Tkaczyk. Øll, yngri sum eldri, eru hjartaliga vælkomin. Gøta Týsdagin kl. 20 í Glyvra- Hanusars húsi, bibeltime v. Peter O. K. Olofson. Thabor, Fuglafjørður Møti verður mikukvøldið kl. 20 við Knud Didriksen, forstandara á Grejsdalens Efterskole í Danmark. Missiónshúsið, Leirvík Hvítusunnu møtir verða í døgunum 7.-9. juni. Leygarkvøldið kl. 20 talar Niels Jacob Nielsen, trúboðari og Leirvíkskórið syngur. Hvítusunnudag kl. 19 talar Regin Høgnesen, trúboðari og Kórið Effata, Strendur syngur. 2. Hvítusunnudag kl. 19 talar Niels Jacob Nielsen, trúboðari og Glyvra Streingjakór syngur. Siloa, Fuglafjørður Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera verður í Siloa mikukvøldið kl. 19.30. Símun Pætur á Torkilsheyggi talar. Evni: Elias. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið, Skopun Í kvøld kl. 20 Bíbliutími. Øll eru vælkomin. Betel, Vágur Ónsdagin kl. 20 Uppbygging- arfundur. Tilhaldið í Sandoynni Tilhaldið er opið mánadag og mikudag frá kl. 14–17.00. Drekkamuður er at fáa báðar dagarnar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mikudagin 4. juni Sangur og upplestur. Heildagstúrur til Elduvíkar. 18. juni er ætlanin at fara ein dagstúr norðureftir. Vit leiga buss við okkum, og fara úr Skopun kl. 10.30. Síðani koyra vit norður til Elduvíkar, har vit eta døgurða í Lonini uml. kl. 1.203. Á veg suður aftur vitja vit útgrevsturin í Kvívík og onnur støð. Kostnaður fyri túrin íroknað ferðing og mat er kr. 250. Neyðugt er at melda seg til túrin í seinasta lagi 15. juni antin í Tilhald- inum ella á tlf. 361990. Tilhaldið fer í summarfrí 1. juli til 1. september. Dagtilhaldið í Vági er opið hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15.00-18.00. Øll kunnu vera við. Dagtilhaldið Fløvin kemur saman mánadag- fríggjadag kl. 15.00-18.00 í húsunum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 2. mai: kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-18 Veving á loftinum. Seyma fýrkantar saman til teppir kl. 14-18 Kortspæl, landastrok, telving, dart og onnur spøl. Tilmelding til túrin mikudagin oman á Skálatrøð tlf. 316491 Týsdagin 3. juni: kl. 10-12 Vit baka kl. 10-11.30 Sangur, Flemm- ing og Benny Samuelsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15 Prát Mikudagin 4. juni: kl. 10-17 Opið hús kl. 14.30 »Vitja fabrikkina hjá Østrøm« í dag handil hjá Valdemar Lutzen á Skála- trøð. Tilmelding. Hósdagin 5. juni: Grundlógardagur – stongt. Fríggjadagin 6. juni: kl. 10 Vitja framsýningina Kelduvaði í Müllers Pakkhúsi. Hittast í Müllers pakkhúsi. Tilm. tlf. 316491 kl. 14-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg væl- komin. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61 655400. NA (Anomymir narkomanar) Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundur er hvønn hósdag kl. 17.30 til 18.30 og sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundur verður í kvøld kl. 20- 21.30, lisið verður í Stóru bók. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alk- oholikarum er hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 20 í Al-Anon, Tórsgøta 5 (inngongd vestan- fyri). Telefontíð er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca-danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariu- kirkjuni, Varðagøta 16. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. TILTØK V4-dráttur í drátti nr. 1489 31. mai 2003 Tølini: 1 - 2 - 15 - 22 - 39 - 50 - 56 - 62 - 68 - 69 - 75 - 78 - 79 - 81 - 92 - 98 Tríggir vinnarar Snars. nr. 2522002, Hoyvík Snars. nr. 2528524, Miðvágur Snars. nr. 2542421, Tórshavn Eykavinningur Vanl. seðil nr. 340063, Tórshavn Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Leygardagin 5. juli kl. 9.00 giftast í Ebenezer Randi Louisa Fjallsá og Rani Isaksen, bæði úr Tórshavn. Brúdleypið verður hildið á Hotel Føroyum kl. 11.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 315941 ella 212628 í seinasta lagi 20. juni. BRÚDLEYP C M Y K 26 Nr. 102 - 3. juni 2003 27 Aftasta rað frá vinstru: Mikkjal Joensen, Trøllanes, Símun Petersen, Klaksvík, Símun Gullaksen, Klaksvík, Kristin Poulsen, Klaksvík, Jógvan Joensen, Klaksvík. Mittasta rað frá vinstru: Jóhanna Maria Hansen, Hattarvík, Hans Elias Høj- gaard, Húsar, Hjørdis Hansen, Norðoyri, Essa Petersen, Norð- depli, Sámal Sørensen, Mikla- dalur. Fremsta rað frá vinstru: Emma Sigvaldsdóttir Jacobsen, Hattarvík, Oddbjørg Justinus- sen, Árnafjørður, Hanna í Kongsstovu, Haraldsund, Ingun Samson, Viðareiði. Á myndini vanta: Bjarni Ziska Dahl, Klaksvík og Albert Sjúrðaberg, Klaksvík. (Mynd: Norðlýsið) Seinasta mikudag fingu 16 næmingar handað "Námsprógv í yrkisskeiði innan landbúnað" í býráðs- høllini í Klaksvík. Hetta var fyrsta skeið av sínum slag í Norð- oyggjum. Skeiðið varð skipað sum eitt kvøldskúlaskeið. Slík skeið verða eisini hildin á Búnaðardepl- inum, men tey eru í vanligari skúlatíð PRÓGVHANDAN Rúna Sivertsen Klaksvík: Landbúnaðar- skeiðið í Klaksvík er sprott- ið úr hugskoti hjá Andrasi Joensen, nevndarlimi í Bóndafelag Føroya, sum visti um eitt slíkt skeið á Búnaðardeplinum í Kolla- firði. Hetta segði Eigil Hentze, kvøldskúlaleiðari, í røðu síni, tá 16 næmingar fingu handað námsprógv í bý- ráðshøllini seinasta miku- dag. - Hugskotið varð lagt fyri Jóruna Høgnesen, formann í mentanarnevd býráðsins og Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum. Tá tær báðar sýndu málinum væl- vild, lá væl fyri at fara víðari. Vit vilja fegin takka teimum øllum trimum fyri, at skeiðið gjørdist veru- leiki, segði hann. Skeiðið er skipað í læru- greinirnar, búskap, húsdjór, plantur, tøkni, lívfrøði og náttúru. Umframt hesar lærugreinar, skuldu næm- ingarnir eisini gera eina verkætlan. Tímatalið er 200 tímar; tá er próvtøkutíðin ikki íroknað. Óvæntaður heiður Sum vanligt, fingu tríggir av næmingunum heiðurs- gávu fyri bestu avrik. Emma Sigvaldsdóttir Ja- cobsen úr Hattarvík varð best. Hon fekk eitt gávu- kort uppá 1500 krónur frá Meginfelag Búnaðar- manna. Næst henni varð Hans Elias Højgaard av Húsum. Hann fekk eina vekt frá heilsøluni, Triv. Og nummar trý gjørdist Bjarni Ziska Dahl, sum fekk eitt koppastell frá Kjølbro heil- sølu. Sum nakað nýtt, høvdu næmingarnir gjørt av at heiðra tann næmingin, sum hevði bestu samarbeiðs- evni. Henda heiður fekk Jóhanna Maria Hansen úr Hattarvík, sum gjørdist ógvuliga ovfarin og glað. Hon fekk henda heiður fyri at vera savnandi, still- før, arbeiðsom og menn- andi. Jóhanna Maria fekk eitt vakurt pennasett frá Norð- oya Sparikassa, sum Eyð- finn Reyðberg, stjóri, hand- aði henni. Hann segði, at hetta var nakað, sum Norðoya Spari- kassi í framtíðini fór at heiðra næmigar fyri, tí samstarvsevni hava størst- an týdning, tá til stykkis kemur. Fullteknað skeið Tá fyrireikingarnar til skeiðið byrjaðu, varð sagt, at fingu tey 8 næmingar á listan, skuldi tað latið seg gjørt. Men tað stóð ikki á at fáa fólk, og tá avtornaði, var skeiðið fullteknað við 16 næmingum og nøkrum á bíðilista. Líkt er til, at at slíkt skeið verður aftur komandi vetur, sigur Eigil Hentze. Verkfallið gjørdi, at prógvhandanin mátti fara fram í býráðshøllini, men løtan gjørdist ikki minni hugnalig av teirri orsøk. Landbúnaðarskeið í Klaksvík lokið Jógvan Joensen, Kristin Poulsen, Símun Petersen og Símun Gullaksen gjørdu eina verkætlan um "Framtíðar Seyða- og Neytahald" Teir ynsktu at vera ílatnir okkurt, sum symboliseraði hetta. Tað nærmasta, teir kundu koma, vóru blusur frá Føroya Bjór við veðrinum á (Mynd: Rúna Sivertsen) Tað var Andras Joensen, bóndi í Gerðum, sum kom við hugskotium um at skipa eitt Landbúnaðarskeið í Klaksvík. Her er hann avmyndaður við soninum, Jógvan, sum var ein av næmingunum á fyrsta skeiðinum, og abbasoninum Andras, sum sigur, at hann ætlar sær at verða bóndi, tá hann verður stórur (Mynd: Rúna Sivertsen) 27 Týsdagin 03.06. kl. 1830 Týsdagin 03.06. kl. 2245 Mikudagin 04.06. kl. 1830 Mikudagin 04.06. kl. 2245 Hósdagin 05.06. kl. 1830 Hósdagin 05.06. kl. 2245 Týsdagin 03.06. kl. 2015 Mikudagin 04.06. kl. 2015 Hósdagin 05.06. kl. 2015 HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Týsdagin 03.06. kl. 2200 Mikudagin 04.06. kl. 2200 Hósdagin 05.06. kl. 2200 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Týsdagin 03.06. kl. 1930 Mikudagin 04.06. kl. 1930 Hósdagin 05.06. kl. 1930 Frumsýning Fríggjadagin 06.06.