leygardagur 9. oktober 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 192 — 9.. OKTOBER 1993
Danski fíggjarmálaráðharrin við »rikar« føroyingar:
Flytið pengarnar
heimaftur og setið
gongd á vinnulivið
— Eg haldi, at tað er einki annað enn rímuligt, at teir føroyingar,
sum eiga nógvar pengar og sum hava flutt teir av landin-um, nú
vera við til at loysa trupulleikarnar í Fóroyum. Hetta gera teir
best við — saman við okkum — at satsa pengarnar upp á eina
endurreising av føroyskum vinnulívi.
Hetta sigur danski fíggjarmálaráðharrin Mogens Lykketoft við
Tíðindablaðið Sostalin
Danskir embætismenn og
politikarar leggja nú sein-
astu hond á fyrireikingarnar
til fundin týsdagin tann 12.
okt. við landsstýrið. Em-
bætismenn á fleiri ráðharra-
stovum hava nú sitið í fleiri
mánaðir og fyrireikað ulfar
til fundin.
Tíðindablaðið Sosialurin
hitti danska fíggjarmála-
ráðharran í gjár. Mogens
Lykketoft sigur, at tað er
sera umráðandi á fundinum
týsdagin at kortleggja allar
spurningarnar og síðani at
seta fram nøkur uppskot um
loysnir. Her verður ikki tal-
an um bara at avgreiða eitt
ávíst mál.
Vit mugu fyrst og
fremst ul at tosa um bank-
arnar, tí stóða teirra er tann
mest akutta. Her er neyðugt
við at tryggjaå teirra virk-
semi. Til tess skal nýggjur
kapitalur aftur til bankar-
nar.
Mogens Lykketoft sigur,
at stødan í føroyska sam-
felagnum er so mikið nógv
versnað, at virðini, sum ein
higartil hevur lænt upp á
eisini, er nógv minkað, og
tað åvirkar soliditetin hjá
bankunum.
— Hesi viðurskifti mugu
og skulu loysast, tí vit
kunnu ikki loyva okkum at
kvala tað vinnulív, sum er
eftir i Føroyum.
Fíggjarmálaráðharrin
nevnir í hesum sambandi
sanenngina av fiskiidnad-
inum, sum hann heldur var
avgjørd neyðug. Danir vilja
nú royna at hjálpa føroy-
ingum við at finna markn-
aðir fyri fiskin.
Hann vísir í hesum sam-
bandi á, at Danmark má
royna at brúka sín limaskap
í EF til tess at hjálpa føroy-
ingum soellaso. Her hugsar
hann m.a. um at sleppa før-
oyskum fiski heilt undan
tolli og øðrum avmarking-
um.
Lykketoft heldur eisini,
tað hevur stóran týdning at
fáa framt bygnaðarbroyt-
ingar í fiskiflotanum og
vísir her til tær frágreiðing-
ar, sum gjørdar eru i målin-
um.
Hann sigur vidari, at allar
loysnir mugu byggja á tå
fortreyt, at fiskivinnan
kemur fyri seg aftur eftir
nøkrum árum. — Vit mugu
so eisini vóna, at tað koma
nýggir møguleikar, t.d. at tit
finna olju og gass i undir-
grundini. Er her nakað, sum
danski oljusektorurin kann
hjálpa tykkum við, eitt nú
seismiskum — kanningum
0.1, so vilja vit fegnir gera
tað.
Hetta liggur eisini í ú av-
talu, sum varð gjørd í de-
sember.
Kommunurnar
Mogens Lykketoft metir
eisini trupulleikamar hjá
føroysku kommununum at
vera ålvarsligar. Her må ein
ella onnur sanering til, men
hetta er fyrst og fremst ein
uppgåva hjå kommununum
og landsstýrinum at loysa. —
Jan Miller skrivar
úr Keypmannahavn
Men sjálvandi fara vit á
fundinum at viðgera hetta
mál, soleiðis at vit kunnu
leggja kommunalu lánin
um, so kommunurnar fáa
neyðugu tíðina til at loysa
spurningin.
Mogens Lykketoft heldur
tað eisini hava týdning, at
tað verða gjørdar broytingar
í sjálvum kommunubygn-
aðinum. — Eg skal ikki siga
tykkum, hvussu hetta skal
gerast, men royndirnar vísa,
at núverandi skipanin ikki
hevur virkað nóg væl.
Fíggjarlógin
Síðani er tað fíggjarlógin.
Hon fer eisini at verða um-
rødd á fundinum týsdagin.
Her heldur Mogens Lykke-
toft 120 vera avgerandi at
kanna, hvussu ein fær eima
meira rímuliga fíggjarlóg.
Hann vísir til frágreiðingar
frå embætismonnum i Dan-
mark, sum visa, at undir-
skotið á fíggjarlógini fer at
verða munandi hægri enn
tað, føroyingar hava mett.
- Vit kunnu ikki góðtaka
eitt undirskot, sum er tvífalt
so stór. Í sambandi við
kjakið um, hvussu vit skulu
figgja eitt møguligt undir-
kot er avgjørt neyðugt at
minka munandi um reella
undirskoud.
Krøv
Vit spurdu Mogens Lykke-
toft, um danir å fundinum
fara at seta tføroyingum
munandi strangari krøv enn
áður. Til tað sigur hann, at
føroyingar eiga at gera sær
ringt at skilja, hví alt endaði
so galið i Føroyum, og at
Føroyar i dag i veruleikan-
um er samfelag, sum er farið
á húsagang.
Mogens Lykketoft vid før-
oyingar: Stuðlið løgmanni
greitt, at tað fyri danir er
— Vit vita, atcinasu måtin
at sanera føroyska búskapin
er vid hjålp år Danmark. I
slikan støðu sigur tað seg
sjálvt, at hann, sum skyldar
pengarnar, eisini er noyddur
úl sjálvur at gera nakað fyri
at betra um støðuna. Vit
hava ongar ætlanir um at
skerja myndugleikan hjá
hvørki landsstýri ella løg-
tingi. Men vit mugu leggja
okkum eftir, at politiska
skipanin í Føroyum kann
medvirka til nakrar rættiliga
ópopulerar og harðar av-
gerðir, sum kunnu betra um
støðuna.
Fíggjarmálaráðharrin
leggur afturat, at tað stendur
heilt greitt, at Danmark fer
at seta ymisk krøv í kom-
andi samráðingum.
Val
Mogens Lykketoft heldur,
at tað hevði verið sera Ó-
heppið, um tað skuldi hent,
at landsstýrið mátti leggja
frá sær og val varð útskriv-
að. Hann sigur, at tað hevur
stóran týdning, at landsstýr-
ið heldur fram við at átaka
sær ábyrgdina. Tað hevur
eisini stóran týdning, at
andstødan medvirkar til
loysnir og ikki velur at
ganga populisusku leiðina.
Tað er so lætt í eini torføran
stóðu sum nú at velja tær
løttu loysnimar og bara
leggja alla ábyrgd yvir á
landsstýrið og danir. Eg tor
at siga, at tað verður torført
at finna nakran flokk, nakra
familju og nakra vinnufyri-
tøku, sum ikki hevur med-
ábyrgd av støduni. Tí eiga
føroyingar eisini at geva
landsstýrinum og løgmanni
alla hugsandi hjálp.
Mogens Lykketoft dylur
ikki, at hann hevur stóra
virðing fyri løgmanni, sum
hann heldur ger eitt sera gott
og ábyrgdarfult arbeiði: —
Hon ger, hvat hon er ment
fyri at loysa trupulleikarnar.
-