Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-10-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI- JAVNADUR -BROÐRALAG Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Blabloix. Randi Jacobsen - Dagny Utgevar: P/T Sosialurin Bústaður. Argjavegi 28 | Posiadr: Postsmoga 78 r Fyritaksstjóri Krisjan Dahi Joensen - Térfinn Smith - | Uppsetrg P/T Soslalurin Argjum 110 Tórshærn Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Prant: P/t Pressan 1981 | Teisíon 11820 Taletax 14728 Justines Eidesgaard r- Bankaeftirlitið Mánadagin mátti Fossbankin lúta fyri teimum døpru spá- dómunum hjá danska fíggjar- eftirlitinum. Hetta kemst av ti, at figgjareftirlitid hevur sett virðið á øllum sethúsum i Havn niður á 500.000 krónur og á bygd niður á 300.000 kr. Stórur partur av veðrættin- um hjá Fossbankanum liggur oman fyri hetta virðið, og tí rýkur eginpeningurin hjá Fossbankanum. Hvussu figgjareftirlitid hevur mett, er ikki greitt, men tað ber til atgita, at eftirlitið held- ur, at útlánshópurin hjá Foss- bankanum er helst ótryggari enn hjá hinum bankunum. Tá tað er sagt, ber kortini til at seta spurnartekin við hesa virðismetingina hjá figgjar- eftirlitinum. Búskapartrup- ulleikarnir eru stórir, men bú- skapurin er ikki rapaður. Eitt ávíst virksemi er hóast alt, og útflutningsvirðið fer helst at toga upp móti tveim- um milliardum. Eini 75 pro- sent av føroysku lønarbeidar- unum fáa framvegis løn, og í alt verða slakar tríggjar milli- ardir krónur útgoldnar í lónum. Men helst man fíggjareftirlit- ið meta, at upp aftur meiri steðgar upp, og at fólk í hópa- tali fer at rýma úr oyggjunum, so ein rúgva av hús-um fer at standa tóm. Við øðrum orðum er langt millum spádómarnar hjá figgjareftirlitinum og tær við- merkingar, sum danski fíggj- armálaráðharrin, Mogens Lykketoft, hevði í útvarpinum í gjár, tá samráðingar vóru millum landsstýrið og stjórn- ina. Hann segði m.a., at forð- ast má fyri, at fleiri flyta av landinum. Samstundis varð greitt, at stjórnin fór ikki at hjálpa Fossbankanum. Teir, sum varða av bankanum, mugu so leita aðrar vegir, um teir ynskja at endurreisa bankan. Í sambandi við, at heimastýr- ið skuldi hava feroyska banka- og sparikassalóg, søgdu fleiri, at vit áttu fram- haldandi at liggja undir danska fíggjareftirlitinum, tí tað er eitt av heimsins bestu. Tað passar meguliga, men mong spyrja í dag: — Hvar var bankaeftirlitid, tá føroyskir bankar læntu upp i tiggjutals milliénir til handilsbygningar og adrar tænastubygningar? Tá bankarnir góvu ein blanko-kekk til menn, sum fóru undir alibrúk? (Við tí ursliti, at iløgan í brúk, bátar, jeepar o.a. ikki kundi for- rentast). Ella góvu ábyrgdir til meira ella minni óproduk- tivar iløgur, sum bankarnir — t.e. føroyski skattgjaldarin — i dag bløda fyri? Vit fáa einki svar, og vit kenna heldur ikki úrslitið av sam- ráðingarfundinum í Keyp- mannahavn. Strong krev verða sett til føroyingar. Tað er greitt. Men verða hetta krøv, sum knokkroyta vanliga foroyska løntakaran upp aftur meira, so verða tað upp aftur fleiri, sum keypa ein einvegis ferðaseðil. Hinvegin. Verður úrslitið konstruktivt, og hevur eina framtíðarvón, vilja helst teir flestu foroyingar leggja rygg til eitt tak, so vit aftur kunnu byggja hetta land, men so má kravið verða størri rættvisi og stórri ábyrgdarkensla móti felagsskapinum. ge" Møguleiki er sjálvandi at steðga longur Gran Canaria ur. Sæde Iroknað prisin er e Flogferð og ferdaavgjøld ur Føroyum u og aftur a Innivist í 1 rums ibudum m Danmark I eina viku á Punta del Rey - títt ferðasamband við I út their Keypmannahavn uk. 2.600,- Iroknað prisin er e Flogferð og ferdaavgjøld ur Føroyum um Danmark og aftur a |nnivi v/ morgunmat (vikuskifti) FLORIDA st á dup. kamari á Hotel Cosmopole i 2 nætur úr kr. 4.91 0,- Hesin prisur er treytadur av at 4 bugva saman lroknaåd prisin er a Flogferð og ferdaavgjøld úr Foroyum um Ísland og aftur. a Innivist á Hotel Hilton Inn Gateway í 7 nætur London Íroknað prísin gt a Flogferð og a |nniv í 3 nætur (vikuskifti) úr kr. 4.355,- erðaavgjeld ur Føroyum um Danmark og aftur st á Tavistock Hotel á dup. kamari v/ morgunmati Ring og hoyr meira Tlf. 15900 5 TILL