hósdagur 14. oktober 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
L
a FRÆLSI--JAVNAÐUR --BROÐRALAG
Fyritakssgóri | krisjan Dahl F
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskoy
Bladtolk: Randi Jacobsen - Dagny
- Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Útgevari: P/1 Seslalurin
Uppsetng PA Sosialurin
Prant: PL Pressan 1981
Jústínes Eidesgaard
110 Tórshærn
Taletar 14728
Argjum
Teiston. 11828
Herskin kostur
Samakveldið sum landsstýrið og
stjórnin gjørdu eina nýggja semju,
legðist fyrsta veruliga følvid kring
oyggjarnar. Landnyrðingurin var
tráður, men ígjár skein sólin aftur,
og sólargeislarnir vermdu í tí ann
ars kalda lotinum. Onkur heldur
kanska, at onkur symbolikkur ligg
ur í hesum
Tað er greitt, at tað verður strævið
at búgva í Føroyum komandi árini
Um tað eisini verður kaldligt — í
fluttar: veldst um,
hvussu solidariskur politikkurin
verður í komandi tíðum. Ti tað er
neyðugt solidariskum
ikki fleiri
merking -
við meira
javnaðarpolitikki,
skulu stinga í sekkin
um
Semjan er ikki sodnað enn, men
givið er, at tað verður ein herskin
kostur. Tey flestu kunnu semjast
um, at neyðugt er at bjarga bankun
um fyri at varðveita peningaskipan-
ina, hóast tey mongu óivað hava ein
beiskan ráka í munninum, tínúskal
føroyski skattgjaldarin taka å-
byrgdina av tí vitleysa útlánspoli-
tikkinum í áttatiárunum
Somuleidis munnu tey flestu halda,
at i prinsippinum skal javnvåg vera
á fíggjarlógini. Men á hesum plássi
er kortini víst á, at í verandi rak
tíðum hevur verið frægast at hava
eitt hall, so ikki upp aftur meira
steðgar upp og fleiri missa arbeiðið
Hinvegin er eisini ásannað á hesum
plássi, atum vit framhaldandi verða
noydd at læna til eitt hall, so knogva
vit í longdini ikki undir rentubyrð
uni
Hvussu 250 milliónir krónur — ella
10 prosent av figgjarlogaruppskot
inum — skulu fåast til vega, er enn
évist. Ein lønarlækking loysir ong
an trupulleika, og fleiri uppsagnir
kosta aftur »i hinum endanum«, so
tad er næstan lika vitt sum sitt. At
hækka inntøkuskattin ber heldur
ikki til, tí tað ber nú einaferð ikki til
at royta ein skallutan
At tað kann sparast, er einki at
ivast i. Somuleiðis kann nógv innan
tað almenna rationaliserast, men
slíkt tekur tíð. Vit mugu bara harm-
ast um, at undanfarin landsstyr
ikki hava brotið av álvara upp erm
ar á hesum eki, tí leingi er tosað um
henda spurningin.
Tað sama ger seg galdandi á tí
kommunala økinum, á heilsu-, al-
manna- og skulaøkinum. Í nógv ár
hava kvinnur og menn ásannað, at
tað bar ikki til at halda fram við ver-
andi bygnaði, samstundis sum úr-
tøkan í samfelagnum stóð í stað ella
minkaði. Og her hevur okkara polit-
iska skipan — ofta við einum tinglimi
í meiriluta — sína stóru skyld. Vit
skulu ikki taka lokalpolitikkin fram
sum nakað negativt, tí hann er
neyðugur, men alt ov nógvir politik-
arar hava ikki sæð samfelagið sum
eina heild, tí teir hava ikki verið
annað enn nalvaskoðarar
Flestu føroyingar vóru greiðir yvir,
at danir fóru at seta okkum fíggjar
ligar treytir. Hinvegin mundu nógv
stúra fyri, at stjórnin eisini fór at
seta fleiri politiskar treytir. Ja,
summi bóru ótta fyri, at »heimastyr-
ið< fór undir kong — ella lagt undir
danska fyrisiting, men tað hendi so
ikki. Tibetur.
Uppruddingin verður tung, og
Marita legmaður fekk eina tunga
byrðu, men bæði hon og landsstýri
hennara hava megnað tað væl, tá
hugsað verður um tað út av lagi
truplu steðuna, og okma heim aftur
við einum heiðurligum úrsliti.
Sambandsbandsflokkurin, Mið-
flokkurin og Kristiligi Fólkaflokk-
urin finnast at semjuni við ymsum
grundgevingum. Sjálvandi verða
ikki ell samd, men havandi truplu
støduna hjá landi og fólki í huga,
kundu teir latið vera við at saðla
populistiska rossið. At teir ikki at-
kveða fyri semjuni, sigur Feroya
fólki, at har finst bara ábyrgdar-
loysi.
Tá sambandsflokkurin sigur og
mælir til, at komandi tíð er best far-
in, um nýval verður skrivað út, so
bítur hann høvdid av allari skomm
og avdúkar, hvussu ússaligur hann
er við tí nýggju leiðsluni.
Nei, núereinki at gera enn at bróta
uppermar og læra at húsast í egnum
húsi. Kosturin verður ikki minni
herskin, um sambandsflokkurin
sleppur út í Tinganes saman við
nýggja fólkaflokkinum. Tað eigur
føroyski veljarin at gera sær greitt!!
—
Ein háð móti
fiskimonnum
Kanasta politiska treytin i
semjuni millum landsstýrið
og stjórnina er, at minstaløn-
in hjá fiskimonnum skal
broytast við lóg og vit skulu
hava eina skipan við sølu-
kvotum.
Tað er ófatiligt, at landsstýr-
ið gongur við til slíkt, og letur
um seg ganga, at slíkt verður
felt niður í eitt protokollat.
Serliga, tá tað ljóðaði, sum um
landsstýrið ikki vildi tingast
um smálutir, men bara tær
stóru linjurnar.
Bilskaðar?
Bilskaðar verða umvældir skjótt og bí-
liga av royndum fólkum.
Tlf. 11154 & 84700
Harafturat man tað kennast
føroyingum ovboðið, at týdn-
ingarmesti vinnubólkurin í
okkara samfelag skal takast
út sum tann einasti. — Hesir
menn, sum flyta alt okkara út-
flutningsvirði til lands, í ódn
sum í logn.
At landsstýrið ikki hevur
sent hetta krav dana hagar
piparið grør, sigur nakað um
forstáilsi og innlivan lands-
stýrisins í viðurskifti og kor
fiskimansins.
At hetta er ein beiskur biti
hjá mongum javnaðarmanni,
er eyðsæð. Minstalgnin var
eitt javnaðarmál, og mangan
er minstalgnin tikin fram á
hesum plássi sum dømi um
avrik javnaðarfloksins.
Inntøkur fiskimansins
rapadar nidur. Heili
sent i alt, og i dag fáa nógvir
fiskimenn bara minstulønina.
Um hon er ov høg, skeiv ella
ótíðarhóskandi skal stóða ikki
takast til her.
Hinvegin, skuldi nakað
broytast á hesum øki, so áttu
landsstýrið og fiskimannafe-
lagið at sett seg niður í friði og
náðum og umrett henda
spurningin og roynt at funnið
eru
40 pro-
TILSØLU NU
Avroð vid 1 kilo av tålg og krov til solu. }
Tlf. 22228
eina loysn. Ikki grundad å
donsk álit, bygd á misskiljing-
ar.
Fleiri tingmenn hava boðað
frå, at teir taka hvørki undir
við ætlanini at broyta minstu-
lønina ella uppskotinum um
»umsetiligar« kvotur. Hetta
skuldi bent á, at hóast semja
er fingin í Keypmannahavn,
so eru allar súðir ikki syftar.
Men brotið um inntøkutrygd
fiskimansins var ein háð móti
fiskimanninum og gomlu
javnaðarmonnunum.
ADC ilsølan
iarvegur 14 - Tórshavn - Tlf 15828 - Fax 15893
ARBEIDSHANDSKAR
til øll endamál — bæði á sjógvi og landi
|
|
|
Í
|
|
J
Sosialurin — fimm ferðir um vikuna!