Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-10-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 1993síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 196 — 15. OKTOBER 1993 Skift dekkini í Kvívík Bílig dekk fáast. Dekkverkstaðið í Kvívík Alberg Miller Tlf. 21425 ella 87525 Hus I eysturbynum til sølu ella leigu. Husini standa i fridar- gum umnvørvi Tlf. 17455 Blindastovnur Føroya hevur opið måndag-friggjadag kl. 9—16. Telefonir: 18222 og 19288. sent tað Verður Ópos fo # A Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 3238 FR-110 Tórshavn i | * i Í Tíðindablaðið hr Rg br: A 7 i Vágum skipað seg iNevndarlimirnir hava býtt ymsar uppgávur ímillum sin at fáa | UPP á pláss áðrenn næsta fundin, sum verður um tvær vikur. — Vit |fara at royna at fáa alla oynna við, sigur Kalle Soll, formaður Mikukvoldið var nevndar fundur í nyvaldu neyndini i ferðavinnufelagnum í Vág- um, ið varð sett á stovn månakvøldid. Å skrånni var fyrst og fremst skipan av nevndini, { og endaði hetta mål á dags- skránni við, at Kalle Soll I gjørdist formadur, Tummas Lauridsen næstformadur, Finnbogi Niclasen skrivari, Niels O. Joensen kassa- meistari og Jón Hendrik Davidsen nevndarlimur Vit eru longu nú farin i gongd, og fyrsta uppgávan er sjálvsagt at fáa fleiri av teimum meira vanligu fel- agsvidurskiftunum upp á pláss, so sum gjørt ein lima- lista, limakort og hvat ann ars skal til av sovorðnum, sigur Kalle Soll, formaður í felagnum >Ferðavinnan í Vågum«. Å fundinum gjørdu vit so eisini tað, at vit býttu ymsar uppgávur millum okkum, ið hver einstakur nevndarlimur skal loysa í sínum lagi. Vit hildu, at vit best kundu fáa nakað burtur úr á tann hátt beinanvegin Fáa alla oynna við Kalle Soll sigur við Tíð- indablaðið Sosialin, at ætl- anin er aftur um ikki so langa tíð at skipa fyri einum almennum fundi um ferða- vinnuna í Vágum. Tað er sera umráðandi, at vit fáa alla oynna við, og at tað ikki bert er vestari parturin, ið er vid, sum tað kanska sær út til nú, heldur nývaldi formaðurin í ferða- vinnufelagnum. Eg haldi, at vit hava fingið eina góða byrjan við hesum tiltakinum, so nú er ikki at gevast á hondum, men halda fram. hj. VERKÆTLANIN SJOROK GER UM SEG Í SMS: Hevur uppbodssølu við livandi seyði Í dag kl. 16 skipar verkætlanin fyri at selja livandi seyð á Torg- inum í SMS á uppbodssølu Seinnapartin í dag fer verk- ætlanin Sjórok at skipa fyri einar rættiligari forvitnis- ligari uppbodssølu á Torg- inum í SMS. Ætlanin er at selja li vandi seyð á uppboði, og skal so vinningurin av hesum fara til verkætlanina. - Vit fara at seta eitt ella annað lægsta boð á seyðin, og so kunnu fólk bjóða eitt nú tíggju krónur oman fyri tað. Samstundis sum tey bjóða uppáseyðirnar, skulu tey gjalda tær tíggju krón- urnar, sigur Manbjørn Mor- tensen, leiðari av verkætl- anini. A tann hátt ber tað væl til, at onkur kann fara avstad við einum góðum seyði fyri bert tiggju krónur, sam- stundis sum eitt gott enda- mál verður stuðlað. Upprunaliga var ætlanin hjá verkætlanini Sjóroki at skipa fyri einum heilt ødr- um tiltaki. Meiningin var at fáa einar fýra menn at fletta um kapp á Torginum í SMS, meðan fólk so kundu ganga her og hyggja at og fylgja við, hvussu teimum gekst og hvussu teir bóru seg at. Men hendan ætlanin varð av ongum, tí Heilsufrødiliga Starvsstovan ikki helt tað vera ulrådiligt at hava eina sovorðna flettingarkapping á Torginum í SMS. Í staðin var so farið í holt við at fyrireika uppbodssøl- una, sum verður í dag kl. 16. - Vit vóna, at fólk meta upp og taka væl undir við tiltakinum, sigur Manbjørn Mortensen. hj.