Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 1993síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Barnasendingar í Sjónvarpi Foroya Fríggjadagin kl. 19.00: Barnaløtan Í kveld skulu vit hoyra um, hvat hendi gås ini Pinku við ongum fjaðrum. Mamman bant henni eina ulltroyggju, men var tað nóg mikið? Vit skulu síggja nøkur børn venja fim- leik og bólt. Men hvar eru Annika og Birita hesa vikuna? Vit enda vid sanginum >Á ferð ul dreymaland<, sum Rúna á Heygum syngur Friggiadagin kl. 19.30; Eerie Indiana — 8. partur Í Eerie Indiana skulu tit síggja at pápi Todd skeldar øgiliga inn á rock tónleik. Hann heldur at hesin tónleikur hevur ringa ávirk- an á tey ungu. Men hann fær av at vita frá teimum, sum kenna til tónleikin. Leygardagin kl. 18.00: Disney teknifilmur Fyrst i Disney teknifilminum skulu tit síggja ein film um Pluto, sum hevur fingið ta uppgávu, at hann skal finna ein hundahvølp. Finningarlønin er 10.000 kjøt- bein. Aftan á skulu tit síggja ein film um Dunnu Dánjal, sum roynir at fáa autograf frá kendum persónum. Tann næsti teknifilmurin er eisini við Dunnu Dánjali, sum roynir seg sum boks- ara. Tann seinasti tekni filmurin er um Pluto og Mikkjal mús og Dunnu Dánjal. Pluto finnur ein gandahatt, sum hann fær stutt- ligar løtur við. Leygardagin kl. 18.30; Á ævintýrferð á Sudurhøvum Filmurin er ein familjusending um try ung, sum royna at fanga smuglarar og spiGnir. Jack og Bobby eru vísir í, at teir sóu eitt skip, tá ið teir eina nátt vóru úti og fiskadu. Teir siga tað fyri pápa Jack, sum tosar við hinar menninar í býnum. Men menninir trúgva ikki Jack og Bobby. Nr. 201 — 22. OKTOBER 1993 Murphy's War Bretskur filmur frå 1971. Tá ið seinni heimsbardagi var um at vera liðugur, varð eitt bretskt handilsskip sekt av týskum bát i Tropikerna. Bert ein yvirlivdi, tað var mekanikarin Murphy, og hann var illa fyri komin, tá ið fraklendingurin Brezan fann hann, og hann flutti hann ul missi6nsstød ina í jungluni. Hagar var eisini særði flog skiparin Ellis komin. Ellis hoyrdi ul somu deild sum Murphy, og tá ið týskarin, sum søktu skipið, knappliga kemur og drepur Ellis, verður Murphy frá sær sjálvum Hann finnur flogfarið hjá Ellis, og Brezan hjálpir honum at umvæla tað so frægt, at tað fæst á flog. Murphy hevur ongantíð áður flogið, men hann megnar at fáa flogfarið upp at flúgva Leikarar: Peter O'Toole, Sian Philips, Philippe Nonet 0.0 Fríggj in kl. 0.00: Undir kanningunum av morðinum á konu ein løgregluovasta, uppdagar Sungray eitt løgreglu-loyndarmål Leygardagin kl. 20.00: The Survivors Amerikanskur leikur frå 1983 vid Walter Matthau og Robin Williams i høvudsleik- lutunum. Sølustjårin Donald Quinelle verdur uppsagdur sama dag sum Sonny Paluso stendur og hyggur at, medan bensin- stødin hjá honum brennur. Báðir fara á eina barr at drukna sorgina, og har noyðast teir at avvápna brotsmannin Jack Locke. Brádliga eru teir hetjur, og skjótt læra teir, hvat prísurin er fyri at yvirliva. Jack verður leys- latn aftur og fer at hevna seg... Sunnudagin kl. 19.00: Pretty Woman Amerikanskur filmur frá 1990 við Julie Roberts og Richard Gere í høvudsleiklut- unum. Handilsmaðurin og »børshåvurin« Edward Lewis kennir seg heima, tá ið hann situr á fundu, men tá ið tað snýr seg um kærleika, tá stendur hann á berum. Vivian Ward, harafturímóti, rekur annan handil. Hon selur seg sjålva. Av ulvild koma tey saman, og Edward býður sær at vísa henni, hvussu tey ríku í samfelagnum liva, og tá fær Vivian meira sjålvsålit. Men Øskufia úr Hollywood Bouleward er ikki tann einasta, sum broytist hesa vikuna, Edward fær eisini annað at hugsa um... Sunnudagin kl. 21.15: Dokumentar: Lorenzo's Oil Hetta er ein dokumentarfilmur um Lorenzo Odone, sum fimm åra gamal fek ALD. ALD ereinarvalig sjúka, sum bert dreingir kunnu fáa, og hon førir ul heilaskaðar. Um várið 1984 var eingin heilivágur fyri hesa sjúku. Foreldur hansara fingu at vita, at sonurin fór at doyggja innan 18 mør. Odone hjúnini brúktu nógva tíð á békasøvnum í vón um at finna okkurt, sum kundi lekja sonin. Tey funnu útav, at ein serlig olja hjálpu, í dag verður hon kalla Lorenzo's olja. Mánadagin kl. 22.35: Witness for the Prosecution Amerikanskur filmur frå 1982 bygdur å skaldsøgu hjá Agatu Chrisue. Advokaturin Sir Wilfred Robarts hevur fingið boð frå lækna sínum ikki at fara upp í meira virk semi, enn hann hevur, orsakað av heilsu støduni. Í løtuni fæst Robert vid at verja ein ungan amerikumann, sum er ákærður fyri morðið áeinaeldri, ríka , enska kvinnu, sum hann royndi at lána pengar frá Týsdagin kl. 21.10: Married with Children Onkur hevur stolið bilin hjá Al og teimum, og efur at Al hevur sagt tryggingarfe lagnum frá, fær hann at vita, at bilurin er bert verdur fáar dollarar, Jefferson eitt frálíkt hugskot men so fær Týsdagin kl. 22.45: The Tall Men Amerikanskur western frá 1955 við Clark Gable í høvudsleiklutunum. Tveir cowboy brødur ræna cin rikan mann, men verda noyddir at lata pengarnar aftur og ul at reka neyt. Har bjargar tann eldri beiggin einar gentu frá deyðanum, og hon kemur við í fylgið Mik in kl. 20.05: Kvinnan í reyðum Amerikanskur filmur frå 1984 við Gene Wilder og Kelly Le Brock í høvudsleik- lutunum. Teddy Pierce ein ulkomin madur — sær eina sjån ein morgun, hann er å ” Tidindabladid gå veg til arbeiðis. Ein vøkur, ung kvinna í reyðum kjóla > vísir< seg fyri honum. Hóast hann altíð er konu síni tnågvur, so ynskir hann at meta kvinnuni í reyða kjólanum < aftur. Hann uppdagar, hvørp áhugamál hon hevur og metir henni — úíbetur hjá Teddy, verður Charlotte forlipt í honum, men hvussu gongst hjá honum at halda hetta loyniligt fyn konu síni? Stevie Wonder fekk ein Oscar fyn »I just called to say Í love You« í hesum filminum Mik in kl. 22.15: Gulldreingirnir Tå id triggjar vakrar kvinnur allar siga seg vera ta somu, mugu tvær lúgva. Hetta er tann stóri trupulleikin hjá Danny og Brett Hósdagin kl. 19.05: In the Heat of the Night Fosturpápi Parker verður lagdur undir at hava myrt fyrrverandi stjóra sín. Men er hann drápsmaðurin? Hósdagin kl. 22.35: Invasion of the Bodysnatchers Amerikanskur science-ficuon filmur frå 1978 bygdur á skaldsøgu hjá Jack Finney Nakrar mikro-verur í froskbúna eru komnar á jørðina. Í byrjanini er tað eingin, sum sær hylkini at vera vandamikil, men heilsu- stjórin Matthew Bennell varnast vandan Hann uppdagar, at innihaldið í hylkjunum yvirtekur innihaldið í fólkum, meðan tey sova, men eingin tyr honum, og einsa- mallur berjist hann móti hylkjunum og hóttanini... Útvarp Foroya | } Leygardagin kl. 19.05 og mánadagin kl. 11.00: Æðuparið —Leikmynd av Skålafjørdinum Summarið á Skålafjørdinum er tiltikið vak- urt, í fjøru, bø og haga. Men hjá einligari æðumammu kann tað eisini roynast vanda- fult og svárt at fáa sínar smáu ungar heil- skapaðar oman gjøgnum Glyvrabø, tvørtur um koyrivegin og út i Olavsvik. Sverri Egholm hevur dramatiserað og lagt ul rætus efur »ædusøgu« hjá Martini Olsen i Søldarfirdi. Sverri Egholm Mánadagin kl. 19.30 og nn in 31. okt. kl. 16.30: Kvøldarstundin Í Kvøldarstundini hesa ferð verður tosað við fýra fólk, sum vóru á Pensjónistaskeiði á Fólkaháskúlanum í síðstu viku. Vit fara at hitta ta 89 ára gomlu Ragnhild Debes og ta 83 ára gomlu Martu Matras úr Havn, sum hava verið á Pensjónistaskeiði 13 ferðir. Vittosaeisini vid Jarmund og Tullu Ludvig úr Vestmanna, sum fyri fyrstu ferð vóru á Pensjónistaskeiði.