týsdagur 26. oktober 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 203 — 26. OKTOBER 1993
Føroysk
g donsk
— bankakrimi
i SVF í kvold
Tróndur Djurhuus , journalistur setir í SvF-sending í kvold
ljóskastaran á leiklutin hjá danska Fígg jareftirlitinum og
Fíggingargrunninum í sambandi við søluna av partabrøv-
unum hjå Den Danske Bank i Føroya Banka. Hann setir
spurnartekin við teir leiklutin hjá teimum báðum stjórunum,
Richard Mikkelsen og Eigil Mølgaard, sum skuldu vera
óheftir og umboða okkum.
Hvussu kundi tað bera til,
at ein milliardaskuld, sum
ein danskur banki átti at
åtikid sær, endaði hjá ti
føroyska skattgjaldara-
num, meðan danski
bankin slapp sær burtur úr
øllum skyldum i
føroyskum samfelagnum?
Hvørjar kvalifiseradar
upplysingar og metingar
bygdi ein 6heftur stovnur
sum danska
figgjareftirliud tilmæli sitt
å, um at Figgingargrunn-
urin skuldi keypa parta-
brøvini hjå Den Danske
Bank fyri eina ávísa upp-
hædd? Og hvussu bar tað
til, at danski stjórin i
Fíggingargrunninum uttan
víðari góðkendi ulmælið
frá figgjareftirlitinum?
Hetta eru bert nakrir av
teimum sera áhugaverdu
spurningunum, sum
Tróndur Djurhuus, jouma-
listur setir í sendingini í
sjónvarpinum í kveld
klokkan 20.30 og sum ber
heitið: "22. mars 1993 - tå
Føroya Banki gjørdist
Føroya banki".
Sendingin er bert ein
av teimum mongu, sum
hesin arbeidssami, upp-
søkjandi og krituski sjón-
varpsjournalisturin hevur
gjørt á ferð síni í Danmark
hesar seinastu vikurnar,
har hann í fyrstu atløgu
fylgdi samráðingunum
millum donsku stjórnina
og landsstýrið.
Mylnusteinur
Men hvat snýr sendingin í
kveld seg tá um! Jú hon
vidger støduna hjá Den
Danske Bank til Føroyar
hesi seinastu árini, hvussu
bankin roynir at taka seg
úr Føroyum og hvussu tað
at enda eydnast honum at
sleppa sær heilt av við
Føroya Banka, sum var
vorðin ein mylnusteinur
um hálsin á danska bank-
anum. Sjálvt um Feroya
Banki er líul, so er hann
kortini ein sera tung byrða
hjá Den Danske Bank.
Sendingin snýr seg um
tann føroyska skattgjald-
aran, sum nú rindar fyri
ein banka, sum fór av
knóranum - ein banki,
sum varð ein reinur
dótturbanki hjá einum
donskum banka.
Talan er um at skjóta
inn eina milliard krónur
fyri at bjarga bankanum,
og hetta verður føroyski
skattgjaldarin bundin til at
gjalda aftur.
At talan er um høg tøl
sæst kanska best, um ein
sammetir við donsk við-
urskifti, har henda eina
milliardin er at sammeta
við 100 milliardir, um tað
var í Danmark hetta hendi.
Fíggjareftirlitið og
Fíggingargrunnurin
Tróndur Djurhuus seur
serstakliga ljóskastaran á
leilutin hjá danska fíggj-
areftirlitinum og støduna
Ein stórur partur av sendingini í kveld snýr seg um
leiklutin hjá stjóranum í Fíggjareftirlitinum Eigil
Mølgaard. Á myndini síggja vit varastjóran í Fíggj-
areftirlitinum, sum serliga hevur við Feroyar at gera,
Peter Sylvest Larsen, her saman við Sigurd Poulsen,
landsbankasttjóra og Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóra
undir samráðingunum 12. oktober. Mynd jan
Tidindabladid CH
Tróndur Djurhuus, journalistur hevur við sínum mongu sendingum í seinastuni latið
upp gluggan til mong áhugaverd viðurskifti í Danmark, eitt nú á Christiansborg og í
donsku banka- og fíggjurverðini
Av føroysku viðskiftastovuni hevur hann got
“yvirblikk" yvir støðuna. Ikki heilt uttan symbolikk er bankaskeltið niðanfyri heldur
Varde Bank var nettup ein av teimum bankunum, sum Fíggjareftirlitið kravdi skulu
lata aftur, og sum fleiri stórir bankar síðani bjargaðu. Mynd jan
hjá stjóranum í Fíggingar-
grunninum. Hóast send-
ingin snýr seg um Den
Danske Bank, so er leik-
lutur hansara ikki tann
mest áhugaverdi í send-
ingini. Tað er haraftur-
ímóti leikluturin hjá
teimum, sum hava keypt
bankan okkara vegna og
teimum, sum hava sagt
gott fyri handlinum. Tað
var Fíggingargrunnurin,
sum keypt partabrøvini,
og tað var Fíggjarefurlitið,
sum var við ul at rokna
prisin ut.
Tréndur Djurhuus sigur
vid Sosialin, at ein væl
kann skilja politikkin hjå
Den Danke Bank. Truplari
er at skilja, hvørjumegin
bordid hinir bådir donsku
stovnamar hava sitið.
Ikki bert føroyingar
gjørt nógv skelvt
-Mín persónliga meining
er, at vit føroyingar hava
gjørt nógv skeivt. Og hetta
mugu sjálvandi beta fyri.
Men tað vísir seg, at tað
hevur verið so lætt at
leggja allar byrðar á okk-
um føroyingar, tí alt verð-
ur lagt út sum, at tað bara
eru vit, sum hava borið
okkum tápuliga at. Nú
vísir tað seg, at royndir
bankamenn, kredittfeløg
og øll onnur hava borið
seg líka skeivt og tápuligt
at sum vit, og har tað eru
privat útlendsk banka- og
kredittvidurskifti uppi í,
har eiga tey eisini at taka á
seg sínar byrðar. Tað er
eingin meining í, at Palle-
ba skal taka tað oman á
seg eisini.
Við revolvaranum
í nakkanum
Tróndur Djurhuus sigur,
at í tí sambandinum er 22.
mars í ár tann mest á-
hugaverdi dagurin. Tá
góðkendu føroyingar at
yvirtaka Føroya Banka.
-Var tað við revolvara-
naum í nakkanum, at tað
varð gjørt?
-Ja, tað er m.a. tað,
sum sendingin snýr seg
um.
Tróndur Djurhuus vísir
á, at teir hava loyvt sær at
seta spurnartekin við leik-
lutin hjá teimum, sum
skuldu umboða okkum og
sum skuldu vera óhefur,
ávikavist stjórin í Fíggjar-
eftirlitinum Eigil Møl-
gaard og stjørin í Figging-
argrunninum, Richard
Mikkelsen.
Alt talar fyri, at før-
oyingar i kvøld fara at fåa
nógvar gitingar våttadar,
tá sjónvarpið í kvold legg-
ur fyri við umrøddu send-
ing. Okkurt bendir á, at
hetta verður ein banka-
gysari frá veruliga lív-
inum.
Upptøkurnar hava
Carsten M. Arnskov og
Edvard í Skorðini Joensen
gjørt, meðan Edvard og
Ingun Olsen hava sett
sendingina saman sum
eisini setir hana saman.
jan
PC-spøl
FØROYA
TELDUBUD
Dr. Jakobsensgøta 16
Tif. 18010