fríggjadagur 6. juni 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 105 - 6. juni 2003
Hvítusunnustevnan 2003
í Ítróttarhøllini á Hálsi í
døgunum 6. til 9. juni.
Fríggjakvøldið kl. 20.30 Stórt
syngið við kvøld.
Leygarkvøldið kl. 19 Evangel.
møti, kl. 22 Youth Arise –
ungdómstiltak við ymsari
luttøku.
Hvítusunnudag kl. 11 Møti,
kl. 18 Evangel. møti. Hvítu-
sunnukvøld kl. 22 Lovsangs-
konsert við føroyskum
solistum og útlendskum
tónleikarum – saman við
United Voices.
2. Hvítusunnudag kl. 11 Møti
og kl. 17 Evangel. møti.
Á møtunum verða nógvir
ymsir talarar.
Barnatiltøk: Spennandi
barnatiltøk verða leygar-
kvøldið, 1. og 2. hvítu-
sunnukvøld í Rhema. Byrja
verður saman í stóru høll.
Bøn verður 1 tíma áðrenn
kvøldmøtini byrja. Sí annars
lýsingar í bløðunum.
Øll eru vælkomin.
Samkoman Rhema
Staravegur 5
Á Hvítusunnu verða møtir í
Ítróttarhøllini á Nabb. Øll eru
vælkomin.
Adventkirkjan
Leygardagin kl. 10 Barna-
bíbliutími og bíbliugransking.
Evni: Hví fyrigeva? Kl. 11
Gudstænasta, J. V. Danielsen.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Mor-
gunmøti. Ímeðan er barna-
ansing. Kl. 11.30 Samvera við
drekkamunni. Kl. 12 er
Sunnudagsskúli og møti.
Richard Schwartson talar.
www.hebron.fo
Meinigheitin í Hoyvík
upp á Brekku 3
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti v/ Peter Tkacyk.
Sunnudagin onki møti og
ongin sunnudagsskúli.
Katólska Kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Hósdag kl. 20 verður Taizé-
kvøld (bønarstund við sálma-
sangi úr Taizé) í bønarrúmin-
um hjá Franciskanasystrun-
um, Varðagøta 16. Øll eru
vælkomin.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa v/
Martin de Leur í Mariukirkj-
uni. Eingin sunnudagsskúli í
morgin.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Leygardagin kl. 11 Útimøti
við Handilskjarnan.
1. Hvítusunnudag møti kl. 11
og 18. Marianne Spor úr
Noregi talar.
2. Hvítusunnudag kl. 11 Møti,
Palle Petersen talar, kl. 18
Møti, Marianne Spor talar.
Øll eru vælkomin.
Filadelfia, Landavegur 22
Vegna Hvítusunnustevnu í
høllini á Hálsi, verða eingi
møti í Filadelfia.
www.filadelfia.fo
Meinigheitshúsið
Leygarkvøldið kl. 19.30-22
Juniorhugni.
Hvítusunnudag kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
Hera Tróndheim
2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti
v/ Birgir Johannesen.
Ebenezer
Fríggjakvøldið kl. 20 Ung-
dómsmøti.
Hvítusunnudag kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 12 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. møti.
2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
www.ebenezer.fo
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti, kl. 18 Evangel. møti, øll
eru vælkomin.
Summarkonsertir í
Havnar kirkju
Fýra verða konsertirnar í
Havnar kirkju í juni mána.
Tvær verða hildnar kl. 21 á
kvøldi, nú ið kvøldini eru so
ljós, og matine-irnar verða
altíð hildnar leygardagar kl.
11.30.
Fríggjakvøldið kl. 21 verður
forvitnisligt sangkvøld, við
tað at tjørnuvíkingar koma til
Havnar at syngja Kingo.
Samkoman Immanuel
Fríggjakvøldið kl. 20
Kongsins Herlið, 8 ár og eldri
eru vælkomin.
Saron, Vestmanna
1. hvítusunnudag kl. 19 verð-
ur møti við familjuni Nielsen.
Vestmanna missiónshús
1. Hvítusunnudag kl. 19.00
verður møti við familjuni
Nielsen.
Missiónshúsið Libanon
í Sørvági
Fríggjakvøldið kl. 20 Hvítu-
sunnustevnan verður sett,
Streingjakórið syngur.
Lovsangsløta verður aftaná.
Tjørnuvík
Heimamissiónin hevur útimøti
í Tjørnuvík leygarkvøldið kl.
20.00.
Lívsins Orð
Vegna hvítusunnustevnuna hjá
Karisma í Ítróttarhøllini á
Hálsi, verður onki møti hjá
Lívsins Orð sunnudagin og
mánadagin.
Ungdóms- og
Missiónshúið á Glyvrum
Um høgtíðina verður skipað
fyri fylgjandi møtum:
Fríggjakvøldið kl. 21 Ung-
dómsmøti v/Kajberg David-
sen, ung syngja.
Leygardagin kl. 10 Bíbiltími
v/ Marnu Petersen, evnið,
Heilagi andi, kl. 19 Møti v/
Juttu og Sally Lognberg,
sangur: Glyvra streingjakór,
innsavnan til húsið.
1. Hvítusnnudag kl. 15
Familjumøti v/ Sonju Tausen,
kl. 19 Møti v/ Jógvan
Højgaard, sangur: Magni
Christiansen.
2. Hvítusunnudag kl. 19 Møti
v/ Margar Toftegaard, ung
syngja. Til øll møtini verður
lovsongsbólkur. Bønar- og
lovsongsløta verður 1 tíma
undan hvørjum møti. Tú ert
hjartaliga vælkomin.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 19 Møti við
Frans Jensen, aðalskrivara.
Streingjakórið og ungdómskór
syngur. Ársgávan til Heima-
missiónina verður innsamlað.
Aftaná verður drekka.
Barnaansing undir møtinum.
Missiónshúsið, Leirvík
Hvítusunnu møtir verða í
døgunum 7.-9. juni.
Leygarkvøldið kl. 20 talar
Niels Jacob Nielsen, trúboðari
og Leirvíkskórið syngur.
Hvítusunnudag kl. 19 talar
Regin Høgnesen, trúboðari og
Kórið Effata, Strendur syngur.
2. Hvítusunnudag kl. 19 talar
Niels Jacob Nielsen, trúboðari
og Glyvra Streingjakór
syngur.
Getsemane, Klaksvík
Mikukvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Fríggjakvøldið kl. 20 Spæli-
café fyri ung.
Sunnudagsskúlin og sunnu-
dagsmøti eru ikki vegna
hvítusunnustevnu. Tú ert
hjartaliga vælkomin.
KFUM og K
í Norðoyggjum
Hóskvøldið kl. 20 Bíbiltími.
Fríggjakvøldið kl. 22 Opið
hús.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
Leivur í Buð, kl. 21 Ung-
dómsmøti.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Hvítusunnustevnan byrjar
hvítusunnuaftan kl. 20 við
møti.
Hvítusunnudag kl. 18 Møti og
2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti.
Talarar norðanfjørðs og
ymiskar sangkreftir luttaka.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sion, Vágur
Sunnudag kl. 11 Morgunmøti,
kl. 18 Møti. Øll eru væl-
komin.
Mánadag kl. 21 Bønarmøti.
Frá kl. 21 til 23 verður bønar-
tænasta á tlf. 373777. Tú ert
vælkomin at ringja um tær
tørvar forbøn.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Breyðbrót-
ing, kl. 13.30 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. fundur, kl. 21
Útifundur (um viðrar).
Mánadagin kl. 20 Bønar-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Frelsunarherurin í Vági
Leygarkvøldið kl. 20 Bøn- og
lovsongsmøti.
Hvítusunnudag kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Evangel.
møti. Eingrím Holm talar.
2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti
við Elisabet Joensen.
Felagið Tórshavn
2. hvítusunnudag 9. juni 2003
verður útferð til Gásadals.
Havi góð og heit gonguklæðir
og matpakka við. Farið verður
av Kunningarstovuni kl. 10.
Tilmelding.
Eysturoyar Gongufelag
Annan Hvítusunnudag 9. juni
verður gingið frá Gøtueiði
omanfyri Syðrugøtu og norð-
ur eftir Fjalli, upp á Kamb og
oman av á Breiðaskarði til
Fuglafjarðar. Túruin er miðal.
Vit møtast á Gøtueiði kl. 14.
TILTØK
C
M
Y
K
22
Nr. 105 - 6. juni 2003
23
Vit missa børnini á gólvið
Børn, sum eru for-
sømd, verða víst ov
seint til hjálp. Van-
røktin stendur ofta á í
somikið nógv ár, at
skaðin gerst óbóta-
ligur, sigur leiðslan á
Føroya Barnaheimi.
Rigmor Dam
Vit eiga at seta inn sum
skjótast, tá vit hava varhugan
av, at eitt barn mistrívist
heima, tí allar kanningar
vísa, at um vanrøktin stend-
ur við til barnið er fýra-
fimm ára gamalt, er nærum
ógjørligt at bøta um skaðan.
Hetta var boðskapurin hjá
norska serfrøðinginum í
vansorgan og harðskapi móti
børnum Kari Killén á
Føroyavitjanini í síðstu viku.
Óbúgvin skipan
Leiðslan á Føroya Barna-
heimi, Finnur Helmsdal,
leiðari, og Halbjørg Lam-
hauge, deildaleiðari, siga seg
vera samd í boðskapinum
hjá Kari Killén, um at børn,
sum eru fyri vansorgan, eiga
at fáa hjálp sum skjótast.
Men samstundis við-
gongur leiðslan, at sum
skipanin er í løtuni, er hon
als ikki búgvin til hetta.
Finnur Helmsdal sigur, at
børn í Føroyum verða víst
alt ov seint til hjálp, og
møguleikarnir at hjálpa eru
ov fáir.
- Alt barnaforsorgarøkið
er ov stirvið, og hugburður-
in mótvegis vansorgan má
broytast um vit skulu hjálpa
børnum fyrr, kanska longu
meðan tey liggja í móður-
lívi, sigur Finnur Helmsdal.
Stig verða tikin ov
seint
Ein av trupulleikunum er,
sigur Halbjørg Lamhauge,
at sosialu myndugleikarnar
drála ov leingi, at taka
neyðugu stigini.
- Ofta gera fólk ikki vart
við vanrøkt fyrr enn tað
sæðst, og tá er tað ofta
vorðið so grelt, at vit orka
ikki at síggja tað longur,
sigur hon. Og hóast fólk
venda sær til Barnavernd-
ina í nóg góðari tíð, skulu
ofta fleiri áheitanir til, áðr-
enn stig verða tikin til at
hjálpa barninum. Hetta
kemst av, at flestu barna-
verndirnar hava ov lítlan
førleika, eitt nú tí tær hava
ongan fakkunnleika at stiga
seg til, umframt at tær hava
ov fá tilboð at vísa til.
Tó leggur Finnur Helms-
dal dent á, at hetta ikki skal
skiljast sum ein ákæra móti
fakbólkum sum hava við
børnini at gera, so sum heil-
susystrum og jarðarmøðrum.
- Hesar gera eitt gott ar-
beiði, men royndirnar við so-
sialu myndigleikunum gera,
at tær aftra seg við at siga frá,
tí tær hava ikki álit á, at
neyðug stigini verða tikin.
Ping-pong ábyrgd
Um vit skulu seta inn fyrr,
so krevur tað bæði hug-
burðsbroytingar og skipan-
arbroytingar, sigur Finnur
Helmsdal, og vísir á, at
skipanin er ov stirvin, tá
áheitanir koma frá fólki,
um at eitt barn mistrívist.
- Eitt nú tá heilsusystrar
ella jarðamøður hava ill-
gruna um, at okkurt ikki
ruggar rætt. Tá eigur ein
automatikkur at vera í skip-
anini, sum ger, at eygleið-
ingarnar verða tiknar í
størri álvara, og ikki bara
verða noteraðar í eina jour-
nal, sigur Finnur Helmsdal,
sum eisini vísir á, at sum
støðan er í løtuni, er eingin,
sum tekur ábyrgdina á seg.
- Nú kunnu øll skúgva
sær undan ábyrgdini. Um
yrkiskunnleikin, tað veri
seg sálarfrøðingar ella ped-
agokar, meta at stig eiga at
vera tikin, so er barna-
verndin ósamd og øvut.
Soleiðis sleppa vit undan at
gera nakað sum helst, sigur
Finnur
Helmsdal,
sum
kundi hugsað sær meira
tvørfakligt
samstarv
í
skipanini.
Eingin fyribyrging
Ein annar trupulleiki er, at
ov fá tilboð eru at vísa til,
sigur leiðslan á Barnaheim-
inum. Eitt nú at fyribyrgja
at familjur, sum framman-
undan eru í vandabólkum,
verða sleptar upp á fjall.
- Hetta kundi verið eitt
stað, har mamman longu
meðan hon var við barn
kundi komið til eygleiðing
og vegleiðing hjá kønum
fólki, sigur Finnur Helms-
dal, sum eisini vísir á, at vit
mangla sálarfrøðingar og
eina barnapsykiatri.
Tí sum hann sigur, so
kemur tað meir enn so fyri,
at børn, sum skulu undir
psykiatriska viðgerð ella
kanningar, verða løgd inn á
stongda psykiatriska deild
fyri vaksin á Landssjúkra-
húsinum, og at hetta er
undir alt mark.
Góðar vónir
So samanumtikið er støðan í
løtuni ikki góð, sigur leiðsl-
an á Føroya Barnaheimi,
sum samstundis vónar, at
vitjanin hjá Kari Killén, sum
var sera væl móttikin av
fólki innan alt barnaøkið,
kann birta uppundir eitt
orðaskifti, umframt at tey
hava góðar vónir til nýggju
barnaforsorgarlógina.
Tí sum Finnur Helmsdal
tekur til at enda:
- Um vit veruliga vilja
gera nakað fyri at geva
børnunum og familjunum
eitt virðiligt lív, er neyðugt
at seta inn langt fyrr.
Finnur Helmsdal, leiðari og
Halbjørg Lamhauge, deildar-
leiðari á Barnaheiminum
Mynd Jens K Vang
23
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Vit hoyra at
tú ert í DK
til roynd.
Alt gott við
ynski um, at
tú við tínum
smílandi
hjálpsemi
sum lýsir
upp í Heilsu
verður skjót
aftur, vit
sakna teg.
Kundarnir
Ein heilsan til
Annu, Arnbjørn og
Birnu
Hjartaliga tillukku
við føðingardøgun-
um, Anna 8 ár 17.
apríl, Arnbjørn 9 ár
3. juni og Birna 8 ár
23. juni.
Ynskja Erling abbi
og Marjun omma
Góða elskaða Ada
Hjartaliga tillukku
við degnum 5. juni.
Vit elska teg.
Mamma, babba,
Jonhard, Áki og
Jógvan
Góða fitta Sunnva
Hjartaliga tillukku við
føðingardegnum 23. mai.
Vit gleða okkum sera nógv
til tú kemur niður. Vit elska
teg.
Muss William,
Brian,
Jenny og Daimi
Góði gubbi
Hjartaliga tillukku við
degnum 5. juni og tillukku
við hattinum. Eisini muss
og klemm til Trónd.
Ynskja vit øll, Bodil og
Maria
Góða Sólvá
Hjartaliga tillukku við 5
ára degnum 6. juni. Muss
og klemm.
Ynskja mamma, babba
og Hans Haraldur
Góði Beinir
Tillukku við 3
ára degnum. Nú
ert tú stórur.
Ynskir beiggi
tín Rani
HAVNAR BIO
P
Tlf. 3119 56
P
www.bio.fo
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
P
BIO KIOSKIN P
Heitt Pop-Corn - Coca Cola -
Góðgæti - Fóm ís - o.m.a.
Frumsýning
Fríggjadagin 06.06. kl. 2300
Leygardagin 07.06.
kl. 2300
Mánadagin
09.06. kl. 2145
KOMANDI FILMUR
Fríggjadagin 06.06. kl. 2330
Leygardagin 07.06.
kl. 2330
Mánadagin
09.06. kl. 2215
Fríggjadagin 06.06. kl. 2045
Leygardagin 07.06.
kl. 2045
Mánadagin
09.06. kl. 1930
Fríggjadagin 06.06. kl. 2015
Leygardagin 07.06.
kl. 2015
Mánadagin
09.06. kl. 1900
Frumsýning Fríggjadagin 13.06.