Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-10-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fóroyingar villleiddir! SENDINGIN í sjónvarpinum týskveldið var einki minni enn eina gysari. Hetta var ein óhugnalig og avdúkandi sending, sum sjónvarpið eigur tøkk fyri. Tá noyðast vit sjálvandi at taka øll tey fyrivarni, sum eisini vórðu ukin í sendingini í sambandi við eina endaliga niðurstøðu, sum sigur, at føroyingar vórðu lumpaðir fyri eina heila milliard, tá Den Danske Bank snildisliga avhandaði skyldur sínar í Føroyum ul føroyska skattagjaldaran TIANVERRI fekk sjónvarpsmaðurin ikki orð á hevuðspersónarnar í hesum forbankaða spæli og var tí noyddur ul at halda seg ul aðrar ónavngivnar keldur í banka- og fíggjarverðini. Men er bert ein evarska litil partur av "giungunum” sannur, so er talan um einki minni enn eina neydtøku av føroyingum. Dens Danske Bank hevur rætt og slætt gjørt figgjarhigt statskvett í Føroyum. Sam efurhud saman vid leiðsluni i argrunninum fyr: ikk: at losa un leiðsluna í Den Danske Banke - vitand og heilt miðvíst villleitt føroyskar em bætismenn og politikarar, og hetta eigur at fåa oe onkursvegna. Før- oyskir myndugleikar hava nú skyldu til at kanna pástandirnar í hesi sending Eru teir rættir ella ikki? Hetta må vera minstakravið ul eitt demokratiskt valt stýri í eini tíð, har alt fólkið noyðist at bløda orsakað av eini kreppu, sum bæði er sjålvskapt men eisini í stóran mun kemur uttanífrá REYÐI wådurin í sendingini var tann, at føroyingar áttu ongantíð at ukið hóttanina frá Den Danke Bank - væl stuðlaður av bæði Figgjareftirliti og Fíggingargrunni - fyri fult. Danki bankin hótti við at kappa á stokkinum og stongja Føroya Banka, um ikki landsstýrið góðtók eina loysn, sum bar í sær, at Den Danske Bank slapp undan síni bankaskyldum í Føroyum. Bankin hevði neyvan nakrantíð gjørt álvara av hesi hóttan, tí tá hevði tað fingið sera álvarsligar avleiðingar fyri henda størsta danska bankin úti í altjóða kreditheiminum. VIT minnast øll ta tungu avgerðina, sum táverandi løgmaður og fíggjar- málaráðharri kendu seg noyddar til at taka í sambandi við fyrsta banka- krakkið. Og tað er ikki sørt av líkheit millum ta støðuna og so hana, sum før- oyskir embæusmenn og politikarar vóru í tann 22. mars, tá avgerðin skuldi takast um at keypa partabrøvini hjá Den Danske Bank i Føroya Banka. Bådar hesar so avgerandi hendingar fyri Før- oyar og ikki minst Føroya framtíð líkj- ast á tann hátt, at føroyingar vóru undir einum ómetaliga stórum trysti og høvdu ikki nokk av upplýsingum til at kunna taka eina reiðilig, ærliga og rætta av- gerð. Sendingin hjá Trónda Djurhuus hevur aftur reist spurningin um í hvønn mun danir ella rættari donsk fíggjar- áhugamál hava misbrúkt kreppustøduna í Førovum ul tess at sleppa sær undan Babioik Randi Jacobsen - Dagny Jensen - Térfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - ME See Pn Pront: PM Pressan 7 Justines Eidesgaard eini annars sjálvsagdari ábyrgd. Hóast vit hava vitað tað, so verður tað nú skorið út í papp, hvussu pnvaur speku lantar, og her er Den Danske Bank tann størsu, hava gjørt sær dælt av syrgiligu støduni í Føroyum við at hongja alla ta privatu skuldin um hålsin å føroykum borgarum, sum annars als onga ábyrgd skuldu havt av hesi privatu skuld ONKUR vil nú beinanvegin leggja alla skyldina fyri, at hetta kundi henda, yvir á føroysku politikararnar og kanska serliga embætisfólkini. Vit skulu ikki her meta um, hvørtvitt hetta er rætt Men bert ásanna, at embætismenn okkara, sum eru teir, ið skulu ráðgeva poliukarunum, hava ikki havt nóg gott innlit í hesi annars so ålvarssomu viðurskifu. Um hetta skyldast ov vána- ligar embætsmenn, eina ov vånaliga stýrisskipan ella okkurt triðja skulu vit heldur ikki meta um her. Tað fara so vónandi komandi kanningar av hesum óhugnaliga máli at geva eitt svar upp á Vit rvast tó onga løtu i, at tad er eingin uppgáva at hava við professionellu nkaleiðsluna í Den Danske Bank og leiðlsuna í Figgjarefurliuinum at gera. Hevur tú ikki atgongd ul tær neyðugu upplýsingarnar og kennir tú ikki út í odd og egga teirra arbeiðs- metodur og veit, hvussu stórt vald hesar leiðslur í veruleikanum hava í øllum ti danska samfelagnum og helst eisini yvir ti politisku leiðsluni, so er tað sum at verða sleptur upp á fjall. Og møgu- liga er tað júst hetta, sum er hent bæði 6. oktober og 22. mars: at føroyskir embætismenn hava verið sleptir upp á fjall - at teir hava ongar møguleikar havt fyri at kanna hesi viðurskifti nóg væl. HIN møguleikin er so tann, at hesi góðu embætismenn, sum skulu eitast at hava bæði góð pappír og royndir, ikki hava verið nóg góðir ráðgevar hjá okkara politiska stýri. At tey rætt og slætt ikki hava dugað síni ting. Okkurt er í hvussu so er ravruskandi galið í hesum landi, um tað er so, at tað skal vera neyðugt við einum uppsøkjandi arbeiði frá einum arbeiðssamum og dugnaligum journalisti fyri at siga umrøddu embætismonnum, hvar og nær teir bóru seg skeivt at og harvið góvu okkara politisku leidslu skeiv råd. TAÐ er so lætt at vera eftirklókur ella at síggja alt í bakspeglinum, sum er vorðin ein nógv brúkt vending. Men vit fara kortini at reisa spurningin: í slíkum tíðum vit hava verið igjøgnum, har vit hava havt tipp-topp professionell og roynd donsk embætisfélk og bankafólk hinumegin borðið, áttu vit føroyingar tá ikki at útvegað okkum serliga ráð- geving frá onkrari útlendskari ráðgev - arafyritøku, sum hevur gott skil og innlit í júst slík banka- og fíggjarmál, sum hava verið so avgerandi fyri okkara framtíð! Ella er tað bara so, at tføroyingar eru so autoritetstrúgvir, at vit trugva øllum ti, ið hesir góður danir siga og at vit eru ov stoltir til at hvorki at biðja um ráð frå ødrum ella lurta eftir ráðum frá ødrum? Bústaður. Argjavegi 26 Tølston: 11820 Postadr. Postsmoga 78 110 Tórshærn Tatotax 14720 Argjum Edvard í Skorðini Joensen hevur gjørt nógvar av upptøkunum í sendingini Hann hé vur ARRAFS staðið fyri mongum av upptøkunum, sum gjørdar hava verið í af ; sambandi við samráðingarnar millum føroyingar og danir. Her lur Winthereig eftir boðum frá sjónvarpsleiðluni í Versluni beint und på } PI PY - f Få > . , , , Moiorolatelefoninar frå Storno vó sera hentar teir strævni Keypmannhavn, tá danir og føroyingar samråddust. Mynd SJONVARPSSENDINGIN tyskvøldid eigur at fáa avleiðingar. Politikararnir hava skyldu til at kanna eftir, um upplýsingarnar og pástandirnir í hesi sending eru rættir. Tí eru teir tað, so minnir hetta ikki sért um eitt danskt statskvett í Føroyum, sum byggir á lump og lirk, ósannindi, mafiametodur og tað sum verri er. Vit eru partur av danska kongaríkinum. Vit hava grund- lógarfest rætuindi og skyldur. Vit eru umboðað á fólkatingi. Er tað so, at størsu bankin í sama kongaríki - vid studuli frá einum sokalladum óheftum og neutralum Figgjareftirliti - vitandi og við midvisum ætlanum hevur "reyv- rent" - snytt og bedrigid - Føroya fólk, tá má hetta metast sum eitt so ål- varssamt mál. at tað eigur at verða tikið upp á hægsta sugi. Hetta kunnu før- oyingar ikk: liva við. Tí hava landsins myndugleikar skyldu til at eftirkanna avdúkandi innihaldið í umrøddu sjón- varpssending. Kemur tað fram, at vit eru villleidd, tå hava vit gjørt ein handil undir følskum fortreytum, og tí eigur umrøddi handil eisini at verða anoleraður og Den Danske Bank eigur at sleppa at svíða fyri misgerðir sínar mót Føroya fólki. TAÐ, sum er uppaftur meira óhugnaligt í øllum hesum, er, at allir hesi nýggju upplýsingarnir geva gróður fyri teimum gitingum, sum hava verið frammi áður og sum snúgva seg um, at hendingarnar og avgerðirnar í bankaverðini bert eru ein partur av eini samansvørjing frå danskari síðu móti Førovum, soleiðis sum eitt nú fyrrverandi løgmadur og fíggjarmálaráðharri Jógvan Sundstein hevur borið upp á mál í fjølmidlunum. Tað var hann, sum segði seg ivast í, um ikki danir høvdu eina ætlan vid øllum tí, sum nú hendi, og at teir kendu alla gongdina í hesi ætlan. At teir høvdu umhugsað hvønn leik í hesum talvi. Føroyingar høvdu bara at makka rætt. TAÐ syndarliga og eisini óhugnaliga við øllum hesum er, at føroyingar sita efur sum kánus og vita ikki, hvørjum teir skulu trigva. Skulu teir trugva donsku figgjarserfrødingunum, illtank- anum hjå Jégvan Sundstein, uttalilsu- num hjá teimum énavngivnu banka- fólkunum i sjónvarpssendingini ella hverjum? Einki er so ringt sum at liva í óvissuni. Hetta hava føroyingar gjørt leingi. Vónandi er sjónvarpssendingin tyskvøldid tann dropin, sum fær bikarið at renna yvir tvs. er tað, sum skal til fyri at fáa føroyskar myndugleikar at rakna við og krevja av donskum myndug- leikum, at hesi málið verða kannað av kvalifiseraðum og ábyrgdarfullum fólk- um. Um danir nokta fyri hesum líkist hetta ikki sért eini sak, sum átti at verið løgd fyri ein ella annan altjóða dómstól. HESI orð okkara skulu ikki skiljast sum ein skitin tøkk ul danskar myndugleik- ar, sum annars hava vist Føroyum stóra vælvild f hesum krepputidum. Soleidis sum stødan er vordin i hesum landi hava vit brúk fyri vælvild og hjálp frå danskari síðu og her hevur so sanniliga heldur ikki skortað upp á vilja frá teirra síðu. Men vit mugu sum partur av sama rikisfelagsskapi kunna krevja sum eitt minastamark, at tað í øllum lutum verður spælt við opnum kortum. Og skulu vit ganga eftir sjónvarpssend- ingini, sum her hevur verið umrødd, so bendir mangt á, at førovingar í mongum hava spælt kort við bind fyri eygunum. Spurningurin tá er, hvgr hevur bundið fyri og hví. Sendingin tyskvøldid er føroyska sjónvarpinum og journalist- stættini her á landi ul miklan heiður.