Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-11-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 1993síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 vir, y Førova B Nr. 209 — 3. NOVEMBER 1993 på r Målid er longu tikid upp við donsku stjórnina -Vit tóku eina rætta avgerð ut frá teimum upplýsingum, sum 1 PP, 1 vóru tøkir og teimum fyritreytum, sum vóru galdandi tá Herta sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður, sum var vid til at taka avgerð um at keypa partabrøvini í Føroya Banka frá Den Danske Bank. Hann heldur ikki, at nókur orsøk er til at kanna, um landsstýrið tók eina rætta ella skeiva avgerð. -Nú koma roknskapirnar og tá síggja vit, um vit eru vornir bundnir upp á tráð. Eru vit tað, so er tað ikki ein kanning, sum skal til, men so er tað ein verulig samráðing við donsku stjórnina, ið skal til. Hetta hevur landsstýrið longu lagt upp fyri í sambandi við seinasta lánið frå dónum upp á 1,3 mia. kr. Her hava føroyingar longu tikið sitt fyrivarni sigur Tummas Arabo í samrødu við Tíðindablaðið Sosialin. Nú so nógv hevur verið frammi í sambandi við keypið av partabrøvunum i Føroya Banka 22. mars i ár hava vit heitt á ein av landsstýrismonnunum, sum var við ul at gera hesa avtalu at koma við sínum viðmerking tl gongdina í hesum máli Tummas Arabo sigur, at yvirtøkan av Føroya Banka var ikki nakad, sum varð gjørt eftir eini nátt Tað varð arbeitt við måli- num í í hvussu er eina viku. Landsstýrið royndi at savna allar upplýsingar í málinum bæði frá okkara egnu embætismonnum, figgingargrunni 0.Ø. -Eg standi fast vid,at avgerdin tå var røtt ut frå teimum upplýsingum vit høvdu og út frá teimum fyritreytum, sum vóru til steðar. Tá eg sigi fyri- treytum so meini eg við, at tað lá klárt í luftini, at Den Danske Bank fór at avvikla Føroya Banka, um vit ikki tóku eina avgerð tá. Tvs. at hann vildi leggja trýst á okkum í sambandi við kreditur og gera sína ávirkan tann vegin Røtt avgerð tå Tummas Arabo sigur vi8- art, at landsstýrið hevði fleiri alternativ uppskot á borðinum frá eitt nú bú- skaparráðnum. Allir ser- frødingar og landsstýrið vórðu samd um, at av- gerðin var tann rætta tá út frá táverandi upplýsingum og fyritreytum. Og tað halda vit fram- vegis, men so er tað spurningurin, ið nú er vorðin reistur, um upp lýsingar eru fjaldir fyri okkum. Hetfa kann ein sjálvandi hava ein varhuga av og at bankin eisini er keyptur ov dýrt Tummas Arabo sigur, at landsstýrið fekk henda varhugan longu í juli, og nú tá avseungarnar fyri- liggja fyri bankamar, so er eingin ivi um, at vit hava keypt partabrevini hjá Den Danske Bank í Føroya Banka ov dýrt. Nýggja lánið serliga viðgerð -Hetta hava vit tí eisini tikið upp undir seinastu samráðingunum, tá 1,3 mia. kr. skuldu lænast aftrat ul bankamar. Og tað er ikki av ulvild, at rentu byrðan av hesum 1,3 mia kr. fær eina serliga við ferð " Hvat vil tað siga? Tað merkir, at danir lyfið um at fíggja hesa rentubyrðina beinleiðis við at koyra hana upp í lánið. Við ødr- um orðum kemur hon ikki á fíggjarlógina. Í ti liggur, at vit vilja venda aftur til hetta lánið, um so er, at vit eru drignir upp á tråd við keypinum av Føroya Banka. Er vit villeiddir vid vilja frå danskari sidu, so sigur tad seg sjålvt, at vit ikki uttan vidari kunnu fara og taka enn eitt lån til bankarnar uppá nakkan av føroyska skattgjaldara- hava givid num. Ti hevur hetta seinasta lánið fingið eina serviðgerð og er sum so plaserað út við síðu- linjuna ul nærri umrødu sigur landsstýrismaðurin -Heldur tú tað er rætt at gera eina kanning av hesum keypinum? Eg havi einki ímóti, at avgerðin hjá landsstýr- inum verður kannað. Tí ta avgerðina standa vit øll við. Men ein kanning av avgerð landsstýrisins er burturspilt arbeiði. Heldur mugu vit hyggja eftir, hvat veruliga er farið fram í málinum. -Men eru tað komnir nýggir upplýsingar fram, sum broyta fyritreytirnar og sum gera, at ein er noyddur frá føroyskari síðu at fáa hetta málið lýst betri? Ikki loyvi til at meta so skelvt Tað er alt, sum týðir upp á, at bankin hevur ikki verið tað verdur, sum donsku serfréðingarnir upplýstu fyri okkum. -Men hava teir loyvi til at meta skeivt ella hava teir verið vitandi um, at landsstýrið ikki fekk teir réttu upplýsingarnar at taka eina støðu út frá? Soleiðis sum tað var lagt upp í sjónvarpssend- ingini, so hava teir villeitt okkum, men eg haldi ikki, at ein stovnur sum Fíggjareftirlitið hevur loyvi til at meta so skeivt, og ti er tað eitt mål, sum landsstýrið fer at taka upp á + 2 ER x = við stjórnina Tummas Arabo vísir aftur á, at landsstýrið longu hevur tikið málið upp við stjórnina. Tað er fyrivarnið, sum er ukið í sambandi við seinastu låntøkuna upp á 1,3 mia. kr., longu eitt prógv um. Stjórin í Figg- Ingargrunninum Hvat víðvikur avgerðini hjá landsstýrinum at taka úttalilsini hjá donsku ser- frødingunum fyri góða vøru vísir Arabo eisini til støduna hjá stjóranum i Fíggingargrunninum, sum er fyrrverandi tjóðbanka- stjóri. -Ein slíkur maður má metast at vera ein ávísur fakmaður á gkinum og hann metti, at keypið var á góðari leið. Seinni hevur hann sagt, at hann er eitt sindur ørkymladur av teimum avsetingunum, sum komu aftaná. Hesar ørkymladu okkum øll. Tummas Arabo heldur fyri, at héast føroyingar hava verið sera klossutur í bankaverðini, so kunnu vit ikki síggja burtur frá, at øll peningalóggávan i Føroyum er danskt sermál. Hon er ein gang felagsmál -Men hvat heldur Tummas Arabo so um henda veruleika? Ger hann ikki, at vit í týðandi samráðingum sindur illa fyri? -Tað er rætt, at tað er avmarkað, hvat vit hava av serkunnleika júst í hesum spurningum. Tummas Arabo annars stórt spurnatekin við dygdina í avgerðunum ella manglandi avgerðunum hjá okkara egnu bankafólkum. -Fara vit bert trý ár aftur í tíðina varð nógv tosað um leiklutin hjá Figgjareftirlitinum í sam- eru eit bandi við avseung ol Vit mugu gera okkum greitt, at tann, sum fyrst eigur at avseta pengar í einum banka er stjórnin og nevndin. Men veru- leikin í dag er tann, at Sjóvinnubankin sum tann minni bankin fær tilførdan líka nógvan kapital sum Føroya Banki, sum var tann nógv størri bankin So okkara serfgroyski banki og okkarta serfør- oyska bankanevnd hevur verið munandi klossutari við avseting enn hin bankin. Tí hava hesi somu bankafólk við Birgir Dani- elsen á odda ongan rætt til at ganga runt og peika efur dønum og Føroya Banka. Okkara banki vid Birgir Danielsen å odda hevur so sanniliga verid klossutur. Tað er ótrúligt, at sami Birgir Danielsen nå kemur sær at seta spurnartekin vid avgerdir- nar hjå landsstyrinum og gera tær odiøsar. Tummas Arabo finst hardliga at tørvandi avset- ingunum hjå leidlsuni og nevndini f Sjévinnubanka- num. Hann heldur annars sera líuð um uppskotið hjá Birgir Danielsen, um at avgerðin hjá landsstýri- num skal kannast. -Hann kann kanna sum hann vil. Avgerðin varð røtt út frá teimum upplýsingum, sum vórðu tá. Abyrgdarleysir fólkafloksmenn Landsstýrismaðurin hevur annars bitið serligt merki í upplýsingarnar í sjón- varpssendingini herfyri um, at Birgir Danielsen hálvtannað ár, áðrenn Sjóvinnubankin varð er- kleraður rabundus, situr og droymir um at keypa Føroya Banka. -Høvdu hann og Olaf Olsen tá fingið lokkað landsstýrið til tað, so Tíðindablaðið CET hevði tað verið ein total katastrofa. Tí tá høvdu upphæddimar, sum lands kassin hevði hingið upp á verið kanska 1 til 1,5 mia kr. hægri. Tummas Arabo heldur tað vera fantastiskt, at hesir somu menn, sum fóru so skeivir og høvdu so lítlan kunnleika til veruliga støðuna, nú skulu vera firtnir og spæla guruar -Tað er ein hárfínur munur“ millum ein lummafilosoff og ein guru. Ein má duga at meta, hver er hvat. sigur landsstýrismaðurin við beinleiðis adressu til Birgir Danilsen, sum hesar seinastu dagarnar hevur verið so dúgligur at leggja eftir javnaðarflokkinum. Landsstýrismaðurin spyr, um tað kanska longu tá var ætlanin hjá Den Danske Bank at sleppa undan øllum skyldum í Føroyum. -Til alla lukku fekk sjónvarpið fatur á hesum endanum og hand- ilin varð avlýstur. Hevdi hann verið samtyktur, so hevði hann havt kostað okkum 1,5 mia. kr. Dupultmoralskt Tummas Arabo heldur tað vera ótrúliga dupultmor alskt av teimum somu fólkafloksmonnum, sum herfyri stýrdu bankunum, og sum gjørdu alt fyri at forða fyri at víðka virk- semið hjá landsbankanum og annars vóru ímóu lóg- um, sum skuldu geva okk- um betri innlit í bankarnar, nú at krevja stórri og stórri innlit. jan JO