Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-11-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 1993síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S Barnasendingar í Sjónvarpi Føroya Sigrun og Annika Fríggjadagin kl. 19.00: Barnaløtan Annika hevur verið og samlað blød, sum hon og Sigrun gera myndir burturúr. Halla og Dan hava verið í Nordradali og ukið epli upp, sum tey settu niður í vår. Og søgan hesaferð er um álvagentuna ld: Irinu, sum royndi at halda vetrinum burtur. Og vit enda við sanginum »Oli sat á breyt og kvæd« Eerie Indiana Í seinasta parti av Eerie Indiana hendir nógv merkiligt. Men tað er ikki so heilt óvanligt í hesum býi í USA. Ongin av hinum fólkun- um í býnum leggja tað úl merkis, uttan Simon og Marshall. Men tað eru heldur ikki fólkini har, sum fara inn í eitt >tíðarbil<, ella síggja resuna av verðini hvørva inn i ein mjólkarbii Leygardagin kl. 18.00: Disney teknifilmur Í Disney teknifilminum skulu tit fyrst síggja ein part um tað latu grashoppuna. Aftan á kemur ein filmur um Dunnu Dánjal, sum følir seg sjúkan. Næstseinasti tekni- filmurin er eisini við Dunnu Dånjal, sum ætlar sær tidliga í song. Tann seinasti tekni- filmurin er eisini við Dunnu Dánjal, sum fer á villdjóraveiðu. Leygardagin kl. 18.30: Á ævintýrferð á Suðurhovum | Verndargarðurin fær eyga á ta gåtuføru »galeon«, og skal til at skjóta, tå id Jack fær eyga á Charlie, sum liggur uttan vit á dekk- inum. Charlie verður hjálptur, og tann gátu- føri, ókendi skiparin blívur fangaður. a12 Nr 211—5 NOVEMBER 1993 TV3 A ODDO OS SONS NE pr - + Ex A 200 Grannar Toby er keddur um Bouncer. Matt gleðir seg til veitsluna í skúlanum, tí Sharon skal við honum, men Sharon er ikki so ovur fegin. Familjan Robinson fær ring boð LE The Fantasist Irskur filmur frå 1986 við Moira Harris i høvudsleiklutinum. Patricia Teeling fer frá garðinum, har hon er uppvaksin, ul Dublin vid stórari vitan um landbúnað. Men hon er hørm um påpabeiggjan, sum væntaði, at hon fór at arva garðin, tå ið hann fór at doyggja. Patncia fær nyggjar vinir, og ein dagin verdur kona ein vinmann hjå henni funnin dripin. Patricia veit okkurt, sum løgreglan møguliga hevur áhuga fyri, og áðrenn hon veit av, er hon vavd upp í eina eðrvísi verð, har er ótti og ræðuleikar.. Zardoz Bretskur filmur frá 1974 við Sean Connery í høvudsleiklutinum. >Zardoc< snýr seg um eitt familjusamfelag, sum hevur stongt seg uttan fyri tað samfelagið, sum er dømt og um at verða oyðilagt. Hetta samfelagið kallar seg Vortex og hevur ikki brúk fyri ødrum Leygardagin kl. 23.45: McCall Sonur ein kriminellan bandaleiðara verður rændur, og kona hansara setir seg í samband við McCall og biður hann hjálpa teimum... Sunnudagin kl. 18.05: Reasonable Doubts Dicky noyðist at avlýsa fritidarætlanir sin- ar, ti hann skal halda eyga vid einum hus- um, har gentan hjá einum kriminellum býr. Meðan hann er har, sær hann, at okkurt 6- lógligt fer fram... Sunnudagin kl. 21.25; Locking Up Women Holloway fongslið var einaferð tað best varda kvinnufongslið í Stórabretlandi. Har hava verið nógvar brotskvinnur, sum hava framt ymisk lógarbrot. Fyrr vórðu fangarnir læstir inni 23 tímar um samdegrið, men nú er fongslið meira opið. Yorkshire Tele- vision hevur hugt nærri at fongslinum og teimum, ið arbeiða har... og tey upplivaeitt sindur av hvørjum. Månadagin kl. 21.05: Melrose Place Billy og Alison koma aftur til Los Angeles eftir at hava verid eitt vikuskifti i Palm Springs, glad og móð aftan á at hava sitid so leingi á motorsúkklu. Jane hevur pakkað kuffertini hjá Michael og vil skiljast. Amanda sigur, at hon er við barn, men er Billy pápin? Mánadagin kl. 22.35: Sweet Revenge Amerikanskur filmur frá 1984 við Kevin Dobson og Kelly McGillis í høvudsleik- lutunum. Søgan er um, hvussu cin kvinna hevnir seg inn á eim herovasta, sum oyði legði lívið hjá henni og berggja hennara, tå ið tey vóru smá Týsdagin kl. 22.45; Sabata lysp. westernfilmur frá 1970 við Lee Van Cleef í høvudsleiklutinum. Sabata ríður inn í ein lítlan bý, í tí bankin verður rændur. Hetta leggur hann einki í, men fer beint inn í ølstovuna. Ein av teimum ríku í býnum stendur aftan fyri ránið, og Sabata ætlar at finna teir stolnu pengarnar, men hetta er ikki so einfalt, sum hann hevði hugsað sær Mikudagin kl. 20.05; Glory Amerikanskur filmur frá 1989 við sjón- Tíðindablaðið leikarum sum Matthew Broderick, Denzel Washington og Morgan Freeman. Hetta er ein ósenumental, men kortini grípandi sega um nakað næstan ókent í søguni hjá ameri- kanska borgarakrignum. Danzel Washing- ton fekk ein uppibornan Oscar fyri leiklut sín sum tann litu hermaðurin, og Broderick spælir sera væl tann 25 ára gamli komm- andanturin. Tá ið teir skulu loypa á eina borg, melda teir seg sjálvbodnir, hóast teir vita, at hetta er ein torfør uppgáva. Ungi kommandanturin fer av hesu sínum og fer saman við littu hermonnunum beint í eldin Hósdagin kl. 22.35; Peeping Tom Bretskur rædufilmur frå 1960. Mark Lewis er filmfotografur, sum i frítíðini arbeiðir við »nakin-myndum«. Påpi hansara var ein kendur vísindamaður, sum granskaði sálar- fróði. Mark varð altíð brúktur sum royndarkanin hjá pápa sínum... Og so avmyndaði påpin hann. Hetta elvdi ul, at sonurin nú hevur hug at myrða ungar kvinnur, men vil filma tær ådrenn tær doyggja. Útvarp Foroya } Hans Holm og Sonne Smith Leygardagin kl. 19.05; Hans Holm til Grønlands Sendingin »Uti í verdini« leygarkvøldid fer at snúgva seg um inuit-fólkið og Grønland. Inuit tók seg fram til suðurendan á Grøn- landi. Nakrir hildu leiðina fram eystureftir, har teir búsettust heilt niðan til Angmag- Ein annar flokkur var fyrr farin norður um Grønland og hevdi sett seg niður fram- við landnyrðingsstrondini, har mikil veiða var. Tað er lítið sannlíkt, at hesir báðir flokkar høvdu stórvegis samband við annan. Hans Holm fer at greina hesi viðurskifti fyri Sonna Smith í sendingini nú leygar- kveldið kl. 19.05. Sunnudagin kl. 12.00: Symfoniorkestur fyri ungdóm Inøkrum sunnudagssendingum í november fer útvarpið at endurgeva tvær konsertir, sum norðurlendska ungdómssymfonior- kestrið »Orkester Norden« hevði í Oslo og Stockholmi í summar. »Orkester Norden< er mannað við ung- dómi millum 15 og 25 år. Høvi var at spæla saman í tíggju dagar á einum musikkskúla í Svøriki áðrenn konsertimar. Ein føroying- ur var vid — havnardrongurin Andras Olsen, sum var millum yngstu luttakararnar. Í sendingini nú sunnudagin verður tón- leikur eftir íslendska tónaskaldið Thorkill Sigurbjørnsson og síðani ta kendu klaver- konsertina »Elvira Madigan« hjá Mozart. Her verdur tad 24 åra gamli sviin Niklas Siveldv, sum fer at spæla klaver saman við orkestrinum. Mikudagin kl. 19.30: Heilsan ur Nigeria Sendingin KUFFERTID ber mikukveldið eina heilsan ur vesturafrikanska landinum Nigeria. Spældur verður tónleikur hjá teim- um báðum kendastu tónleikarunum úr Ni- geria: Fela Ransome-Kuti og King Sunny Adé, og greitt verdur frå teimum. Báðir hava teir stundum verið tætt knýttir at vesturlendska tónleikamarknaðinum. Eitt skifti hevði Adé sáttmála við bretska plátufelagið Island og upptøkurnar, vit fara at hoyra við Kuti eru gjørdar í Los Angeles,