hósdagur 11. november 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-JAVNAÐUR --BROÐRALAG
Fyritaksstjóri. Krisjan Dalí
Le. Koltur tsdanskur
FRIGGJADAGIN og leygardagin skip
| Oljurådstevna - ein glotti!
|
|
|
|
L
ar landsstýrið fyri ti fyrstu veruliga
oljurådstevnuni her á landi. Á hest
ráðstevnu verða umleið 200 luttakarar
Millum fólkini, sum fara at halda fyri-
lestrar eru kend fólk við ulknyu ul
oljuvinnu í øSrum londum
TAÐ er serstakliga eftir, at undir-
grundin kom á føroyskar hendur í fjør,
at spurningurin um eina komandi olju-
vinnu hevur ukid dik á seg. Og síðani
ikki minst eftur at bretar hava funnið
stórar oljukeldur heilt uppat føroyska
markinum. Hetta saman vid ødrum
viðurskiftum, eitt nú ynskinum um at
troytta nýggjar vinnuvegir her á landi,
er so orsøkin til, at landsstýrið nú hevur
ukid sug ul hesa rådstevnu. Hon kemur
helst eisini í lag, eftir at ungmenn undir
oljuorðaskiftinum á tingi herfyri, settu
fram ynski um at skipa fyri skeiðum ol
har teir fingu betr innlit í eina komandi
nýggja oljuvinnu her á landi
VIT halda tí, at landsstýrið við løg-
manni á odda - hon umsitur hesi mål -
hevur vist skilagóðan atburð, bæði vid
at taka ynskið frá ungmonnum ul
efurtektar og annars at fylgja við i ti,
sum er frammi í tíðini
TIÐINDABLAÐIÐ Sosialurin, sum
eisini verður við á oljurådstevnuni og
fer at siga lesarum sínum frå ti har fer
fram, hevur annars skrivað nógv um
allar hesar spurningar nú í fleiri ár. Í
hesum sambandi hava vit sum eitt
tilboð ul lesararnar og onnur við áhuga
fyri hesum spurningum latið gera ein
Blaðfoik. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Justines Eidesgaard
sokallaðan "Oljupakka”. Tað er eitt
ringbind vid flest øllum greinum, sum
hava verið í undirgrund, oljuvinnu og
marknatrætuna í blaðnum seinastu árini
Vit halda, at eitt blað, sum eftir
førimuni hevur roynt at dekka eitt åvist
målsøki, sum kanska serstakliga kann
fáa tydning fyri framtíð okkara, eisini
eigur at kunna veita sínum lesarum og
annars øllum samfelagsborgarum eina
slíka kunning savnaða undir einum. Tá
ber tl skjótt og lætt at kunna seg um
gongdina seimastu árini og hvat teir
ymsu persónarnir hava havt at siga. Nú
vil tað sjálvandi altíð vera ein persónlig
meung, um nú blaðið hevur dekkað hesi
evni nóg gjølla og nóg sakliga. Tað skal
vera sagt her, at vit hava roynt at liva
upp til henda setning og kemur tað
millum annað ul sjóndar í tí sannroynd,
at tað eru nógv fólk við ymsum
sjónarmiðjum, sum hava úttalað seg ul
blaðið ella sjálvi skrivað innlegg
SJALVANDI hevði nógv kunnað verið
gjørt ødrvisi og betri, men hetta er so
tað vit hava havt orku, tíð, hugflog og
evni ul. Vit vóna sjálvandi, at mong
aftrat taka av ulboði okkara, nettup ú
vit halda, at skrivingin um hesi evni er
ein góð introdukuón ul tey fólk, sum so
ella so fara at arbeiða vid umrøddu
spurningum í framtíðini. Ikki minst
halda vit tað vera eitt gott ulbod til
okkara politikarar, tí teir á henda hátt
fáa tað mesta av ulfarinum, sum hevur
verið í føroyskum fjølmiðlum um
málið, í einum "pakka".
STORUR áhugi er fyri hesi oljuráð-
stevnu, og vit vóna sjálvandi, at nógv
fer at spyrjast burtur úr, sum kann vera
við ul at skapa ett trygt og skilagott
grundarlag undir tí komandi utvikling
inum á hesum øki. Tað er greitt, at fólk
hava ymsar meungar av, hvat er skila
best at gera. Onkur heldur vit eiga ikki
at bíða longur við at seta skjól á,
meðan onnur halda, at vit eiga at tara
hóvliga fram og heldur læra av mistøk
unum, sum vórðu gjørd í t.d. 80-unum,
tå vit tóku munnin ov fullan og lupu ov
skjótt avstað í eitt nú svartkjafta
málinum fyri bert at taka eitt dómi
EINGIN ivi er um, at tað er rætt at tara
hóvliga fram og ikki skunda nakað
igjøgnum. Vit eiga at lurta efur øðrum
og læra av teirra mistøkum. Hinvegin
eiga vit heldur ikki at forða einum
nátúrligum utviklingi á økinum. Tí er
tað so, at olja finst í føroysku und-
irgrundini, so eiga vit at meta hana sum
nakað gott heldur enn sum ein komandi
figginda. Væl vita vit, at tað eru tey,
sum halda, at ein komandi oljuvinnu fer
at oyðileggja okkara samfelag. Hetta
vita vit ikki. Lurta vit efur øðrum so
siga tey beint tað øvugta
TAÐ avgerandi er at vit hava tamarhald
á utviklinginum og at vit brúka okkara
vit og skil - umframt royndirnar hjá
øðrum - tá vit skulu til at stinga víðari
út í kortið. Spurningar um hetta er rætta
tíðin at fara undir eina oljuvinnu ol. er
nakað, sum vit opið eiga at tosa um.
Men eitt er greitt, og tað er, at vit hava
eisini eina skyldu ul ikki at steðga
einum nátúrligum utviklingi, soleiðis at
skilja, at tá tíðin er komin til tað og tá
umstødurnar eru til tess, so eiga vit
kanna, um nú olja og gass í heilaukið er
í undirgrundini. Samtíðis eiga vit so at
fáa gjørt tann neyðuga lógarkarmin og
ikki minst - vit eiga at útbúgva fólk til
hesa vinnu - ikki bert við eini komandi
føroyskari oljuvinnu fyri eygað, men
eisini sum eitt nátúrligt lið í royndunum
at skapa føroyingum arbeiði
aðrastaðni
VIT ynskja hervið øllum luttakarunum
eina góða rådstevnu og ynskja gest
unum hjartaliga vælkomnum. Mána-
dagin kemur so ein stór bretsk sendi-
nevnd ul Føroya, og vónandi verður
henda vitjanin eisini at liva upp til og
gagna teimum sjónarmiðjum, sum eru
umrødd omanfyri. Til løgmann, sum
umsitur hetta so týðandi mál hava vit
bert hetta at siga: halt fram við at halda
høvdid kalt. Brúka og tak til tín teir
røttu ráðgevararnar í hesum so stóra og
týðandi máli. Tá skulu vit nokk fáa tað
frægasta burtur úr.
LATIÐ okkum ikki eygleiða eina kom-
andi oljuvinnu sum ein figginda, mer.
heldur sum ein glotta fyri tjóðina og
ikki minst fyri komandi ættarlið
Verður rætt borið at so kann hon gerast
eitt týðandi alternativ ul verandi vinnu,
og slíkt alternativ hava vit brúk fyri skal
okkum øllum verða lív lagað á hesum
klettum. Vit hava hvørki ráð ella rætt til
at siga nei til eina komandi oljuvinnu
Men vit hava harvið eisini eina skyldu
ul at úlrættaleggja hana so mikið væl,
at hon veruliga fer at ganga okkum
øllum. Her hvílir ikki minst stórt ábyrgd
á okkara løgmanni, og vit ivast ikki í, at
hon - við ti linju, sum hevur verið rikin
- fer at megna hesa uppgávu - sjálvsagt
við góðari ráðgeving og tí réttu ráð-
gevingini.
seinastu frágreiðingina um
føroyska sjúkrahúsverkið í
Foroyingar mugu
út um Europa fyri
at finna læknar til
smáu sjúkrahúsini
-Skulu tit finna læknar til smáu sjúkrahúsini í
framtíðini , so mugu tit fara út um ídnaðar-
londini. Vit hava bæði í Norðurlondum og í EF
felags avtalur um ta víðari læknaligu útbúgv-
ingina. Og finst hetta læknaslagið ikki í hesi
útbúgving.
Hetta sigur Jorgen Varder,
formaður í Ráðleggingar-
bólkinum, sum hevur gjørt
eimi viðmerking til úttalil-
sið hjá Jóannes Eides-
gaard, landsstýrismanni í
kjaksendingini í sjónvarp-
inum tyskvøldid.
Jóannes Eidesgaard
segði í sendingini, at er
tað so sum eitt nú stjórin á
Ríkishospitalinum vísti á
fundi í Havn mánadagin,
at tað ikki longur verða
útbúnir læknar til smærri
sjúkrahús sum tey í
Klaksvík og á Tvøroyri,
so eiga føroyingar at fara
ul onnur lond at finna
útbúnar læknar, sum
kunnu arbeiða á hesum
sjúkrahúsum í framtíðini.
Sambært Jørgen Varder
letur hetta seg als ikki
gera. Hann sigur, at før-
oyingar tá mugu fara út
um Europa fyri at finna
sínar læknar í framtidini,
um ein ynskir at varðveita
smáu sjúkrahúsini á ver-
andi støði.
Dreymaynski
Hann sigur annars, at tað
er ynskidreymurin hjá
einum og hverjum polit-
ikara at kunna tillaga
veruleikans heim til tað,
sum tænir politisku
sjónarmiðjunum best
Men av og á er tað bara so
óheppið, at hetta letur seg
ikki gera. Og tað er hetta
málið so eitt dómi um.
Tíðindablaðið
Sosialurin hevur tosað við
Jergen Varder, nú beint
áðrenn hann fór aftur til
Danmarkar og sett honum
ymsar spurningar í sam-
bandi við frágreiðingina,
fundirnar í Føroyum og
um, hvussu hann heldur,
at føroyingar í framtíðini
kunnu fáa sum mest og
best burtur úr sjúkrahús-
verkinum - eftir hesa um-
røduna. Henda samrødan
kemur í eitt av komandi
bløðunum.
jan