fríggjadagur 12. november 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lesið føroyskt
Í hesum døgum er bókasýn
ing í Norðurlandahúsinum.
Høvudsendamålid við tiltak-
inum er at fáa fólk at lesa
meira á føroyskum og at
menna føroyskt mál. Tey
flestu munnu fegnast um
hetta tiltak. Í eini tíð, hvar alt
tykist vónleyst og myrkt fyri
framman eru allir glottar
kærkomnir. Tiltakið vid bóka-
sýningini er ein tílíkur glotti.
Føroyingar eiga ríkar bók-
mentir og hóp av sera talent-
fullum yrkjarum og rithøv-
undum, ja, tað man ikki vera
ov nógv sagt, at vit í mun til
fólkatalið munnu hava rík-
astu bókmentir í heiminum.
Flestu føroyingar hava valt at
skriva á móðurmálinum.
Hetta
undar hava eitt av heimsins
minstu måløkjum at virka i.
Hetta er bæði ein fyrrmunur
og ein vansi. Tað sigst t.d., at
eitt yrkingasavn, sum kemur
út á føroyskum hevur eins
nógvar lesarar og eitt yrk-
ingasavn, ið kemur út í Dan-
mark. Vit vita ikki, um hetta
er satt, men vit vita, at føroy-
ingar yvirhøvur lesa tað okk-
ara egnu rithøvundar skriva
og tað er bert at fegnast yvir.
Hinvegin vita vit, at nýggju
fjølmiðlarnir taka alt meira
av tíðini hjá fólki serstakliga
kanska hjá børnunum og
hetta er álvarsamt. Tað er í
sjálvum sær einki skaðiligt í
at børn innan eitt rímuligt
merkir. at hesir høv-
mark hyggja at sjónvarpi, um
vit síggja burtur frá tí harð-
skapi. ið tíverri alt ov ofta er á
skíggjanum. Men vandin er,
tá skiggin kemur í staðin fyr
bókina. Tað er hesum vanda,
viteiga at byrgja upp fyri með-
an tíð er.
Tað er tí at fegnast yvir, at
bókasýningin í stóran mun
vendir sær til børnini. Hetta
ikki tí, at tað einans er neyð-
ugt at verja børn móti video-
harðskapi, men tí at tað er
gott fyri sál og sinni at lesa.
Tað er tí sera umráðandi at
venja fólk at lesa dygdargóð-
ar bókmentir, meðan tey eru
børn, ti royndir visa, at hevur
ein lisið nógv sum barn, so
heldur ein fram vid hesum
góða vana seinni i lívinum.
Tað er
omanfyri, at
endamálið við sýningin? eisini
nevnt
gi
er at menna føroyskt
Sjáldan hevur so nógv
gjørt fyri at bóta um umstød-
urnar hjá føroyskum máli í
skúlanum. Tað ræður tí um at
styrkja og menna hesa posi-
tivu gongdina, soleiðis at børn
og ung ikki bert læra at vera
góð við móðurmálið, men at
tey eisini læra, at málið er ein
gáva til mannaættina og eitt
hitt hentasta amboð menn-
iskjan eigur. Tað ræður tí um
at rekja hetta amboð væl. Vit
vóna, at nógv fólk fer at vitja
framsýningina og ynskja fyri-
reikarnum eydnu við tiltakin-
um.
mál
verið
Lesarabrøv
Góði Eirikur Lindenskov!
Norðoyingar kenna Lands-
sjúkrahúsið og Klaksvíkar
Sjúkrahús!
Suðuroyingar kenna
Landssjúkrahúsið og Suður-
oyar Sjúkrahús!
Norðoyingar og suðuroy
ingar vilja Sjúkrahúsverki
Føroya og øllum féroyingum
væl
Trý sjúkrahús veita so nógv
um fólkum sum gjørligt mest
meguliga trygd! Hesum ætlar
tú at forða fyri av trongum
lokalpolitiskum sjónarmið
um, sjålvt um tú ert formaður í
einum landspolitiskum felag!
Hvar er javnadarhugsjonin hjá
tær farin?
Tað eru fólk, sum eru á lívi í
dag, tí Klaksvíkar Sjúkrahús
og Suðuroyar Sjúkrahús eru
har tey eru! Hesi fólk, har í
millum fleiri børn, høvdu ikki
lukkast til Havnar, sjålvt í
bestu likindum!
Góði Eirikur, fyn tína egnu
sjålvsvirding: Vita fyrst, hvat
tú skrivar um, áðrenn tú skriv
+
ar!
Skriva heldur um koyn
pengarnar, har tókust tú hava
ein tráð
Martin S. Eidesgaard
Fingrarnar vekk Lisbeth
Nú tosar tú um at alt er leyst og
klárt frá tínari síðu at leggja
saman við Argjum. Men tú
gloymir at tú ert vald í Havn tl
alt tað besta fyri havnarborgar
ar, og ikki ti at fremja bygda
menning i grovan stil, so sum at
spilla 2 milliónir upp á ein
mann av bygd at standa sum ein
skemdarvarði í Vågsbotni,
leggja saman við einari botn
leysari skuldarreyv, sum tá ið
hon átti nakran pening einki
vildi hava nakað við saman-
legging at gera, men nútá ið tað
er bert ein botnleysur penga
kassi eftir, vilja tey gjarna at
Havnin tekur skuldina. Men
havnarborgarar mugu undir
øllum umstødum fáa loyvi ti at
velja um samanleggingin skal
- vera framd, antin við býráðs
valið ella valum samanlegging
ella ikki. Við býráðsvalið rýk
ur kanska hetta býráðið, og vit
fáa eitt býráð, sum virkar fyri
havnarborgarar, og ikki sum
hetta, fyri bygdamenning, ar
beiðsloysi fyri havnarborg
arar, eitt hækka skattaprosent,
sum helst verður millum 5 og 8
prosent hægri enn nú ella
kanska royna hina loysnina, at
havnarborgarar fáa høvi at
stemma um samanleggin ella
ikki. Um tit eru so bangin fyri
ikki at verða afturvald
Odmar Kúrberg
Klakksvík við tveimum »k'um« og
foroyska >ð'ið<
Ongantíð longur sæst á prenti
kæra bygdamavn okkara
»Klakksvik« við tveimum
»kum«. Hví loyva vit okkum
at spyrja. Vit halda, at hetta
kundi verið loyvt okkum, tá vit
øll í Klakksvíkini vilja hava
tað so
Hví føroyska >ø'ið< við
tveimum prikkum yvir onum,
eins og hjá svium og týskarum,
skal treingjast burtur úr rætt-
skriving okkara, er eins illa
skiljandi.
Gotthevði verið, um onkur —
kanska onkur teirra, ið skrivar
málteigin í Sosialinum — kundi
sagt okkum, hvat rættast hevði
verið at skrivað.
Spurin
Tlf. 17500
vid Oyggjarvegin
DANSUIFA
við Harmonikukvartettini
Leygarkvøldid 13. nov.
Kostnaður 50 kr. .
TILBOÐ á
Rækjubland
Piparbúffur
v/ bakaðum epli
MAIStOYUN)
ss 20,-
Vinarliga bíleggið borð
Altíð
vælkomin á