leygardagur 13. november 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 217 — 13. NOVEMBER 1993
Fossbankin:
Bera
ella
bresta
Lagna Fossbankans skuldi av-
gerast seint seinnapartin í gjár
á fundi í Fíggjareftirlitinum
Seinnapartin í gjár skuldi
lagna Fossbankans avger
ast á fundi í danska fíggjar
efurliunum í Keypmanna-
havn
Annar av hevuðseigar
unum í Spencer Hammond,
William K. Stangoe, fór í
gjár ul Keypmannahavnar
år London, og år Føroyum
fóru eisini umboð fyri Foss-
bankan fyri at vera við á
fundinum.
Freisun hjá Fossbankan-
um at finna útav sínum við-
urskiftum var åti á miðdegi
í gjár, men kortini gekk
Fíggjarefurlitið við ul at
hava fundin seinnapartin í
gjár, har endaliga skuldi av-
gerast og finnast útav, um
Fossbankin fer athalda fram
ella endaliga fer í søguna
Gjaldssteðgurin, ið varð
settur í gildi mánamorgunin
11. oktober, er higartil tvær
ferðir longdur, men nú bod-
aði Fíggjarefurliuð frá, at
tolið var uppi, og at finnast
mátti fram ul ein enda á
málinum í gjár.
- Eg vil ikki úttala meg
um, hvert vit hava fingið
allar upplýsingar frá Spen-
cer Hammond og Fossbank -
anum, ið vit hava biðið um,
og heldur ikki kann eg geva
nakrar sum helst aðrar upp-
lýsingar enn tær, at fundur
verður nú seinnapartin mill-
um okkum og umboð fyri
leiðslu Fossbankans, segði
Peter Sylvest Larsen frá
Figgjareftirlitinum seinna-
parun i gjår vid Tidinda-
blaðið Sosialin
Heldur ikki Tórmóður
Djurhuus, ið sjálvur annar
hevur havt efurlit við gjalds-
steðginum hjá Fossbankan-
um, kundi siga nakað í gjár
Eisini hann bíðaði eftir at
frætta frá fundinum í Keyp-
mannahavn. hj.
Tidindabladid (SF)
Peningastovnarnir og onnur, id hava te øldusamband við Elektron, hava ikki fingið allar ne yðugar upplýsingar úr teldum
sínum, tí tekniskt brek hevur verið í einum parti av maskinuni hjá Elektron síðani á miðdegi mikudagin
(Sarnsmynd)
Skammilop legði
teldukervið lamið
Á miðdegi mikudagin var
skammlop orsøkin til, at ein
partur av hevuðsteldu-
maskinarínum á Elektron
steðgaði upp, so peninga-
stovnar og onnur, ið hava
teldusamskifti vid Elektron
ikki kundu fåa tær upplys-
ingar, ið vanliga fáast á
teldukervinum.
Eitt nå bar ikki til hjá fólki
Postverk Føroya er nú far-
ið undir atbjóða viðskifta-
fólkum hjálp og vegleið-
ing, tá talan er um at fáa til
vega loyvi at senda før-
oyska kjøtvørv úr Føroy-
um til Danmarkar.
Tað mundi koma mong-
um føroyingi dátt við, at
ein EF-reglugerð setti eitt
mark fyri, hvussu føroy-
ingar kunnu senda ætt,
vinum og kenningum niðri
ein góðan kjøtbita — ser-
liga í sambandi við hátíð-
ardagar av ymsum slagi.
Sambært hesi reglugerð
er ikki loyvt at flyta kjøt-
veru inn í EF-lond, uttan
at heilsumyndugleikarnir
frammanundan hava giv-
ið loyvi. Umframt eru eis-
ini strangar reglur fyri,
nær loyvi verður givið.
Hetta er ein trupulleiki,
ið Postverk Føroya hevur
sett sær fyri at loysa. Við
at venda sær úl avvarandi
myndugleikar, hevur Post-
verk Føroya roynt at út-
vega føroyingum alment
loyvi at senda kjøtvøru til
útísetar í Danmark.
— Hetta hevur ikki eydn-
astenn, sigur Mortan Ras-
mussen, marknaðarleiðari
á Postverki Føroya.
— fløtoni liggur málið i
Bruxelles, og eingin kann
vid vissu siga, nær ein av-
gerð verður tíkin. Í meðan
hevur verið roynt at kanna
núverandi reglugerð og
komið er fram til, at tað er
ikki heilt 6møguligt at út-
vega undantaksloyvi.
Postverkið hjá Ipir |
fólki við kjøtinum
Fyri at lætta um hjá við-
skiftafólkunum og rætta
teimum eina hjálpandi
hond, hevur Postverk Før-
oya ti gjørt eitt umsóknar-
blað, ið er at fáa á ollum
posthúsum. Eisini fáa fólk
neyðuga vegleiðing og
hjálp á posthúsinum.
Umsóknir um loyvi at
senda kjøtvøru til Dan-
markar skulu sendar
»Veterinærdrektoratinum«
i Danmark, og Mortan
Rasmussensigur, at higar-
til hevur verid svarad jått-
andi, tá umsóknin hevur
verið fylt greitt út, og tá
ikki hevur verið søkt um
meira enn eitt kilo til
hvønn persón í húski inn-
flytarans.
hj.
at koma í peningastovnarn-
ar fyri at fáa at vita, um
saldnina á teirra konti. Men
tó bar til at seta pening inn
og at taka pening út
- Peningastovnamir hava
i hvussu er havt møguleikan
fyri at vita, hvussu saldoin
var, áðrenn skipanin brendi
saman mikudagin, sigur
sjtórin á Elektron, Ólavur
Lydersen, við Tíðindablað-
ið Sosialin.
- Vit hava fingið tekniska
hjálp niðanifrá, og arbeitt
hevur verið við at umvæla
brekið, so alt kann koma í
gongd aftur.
Í gjár var alt tað tekniska
komið atkoyra aftur, men tó
varnakað eftir at gera, tí eis-
in! tær ymsu dataskipan-
mar skuldu fåast í gongd
aftur. Hetta roknaði Olavur
Lydersen tó við fór at koma
í rættlag aftur seinnapartin.
Orsøkin ul skammlopið
var eitt fabrikatiónsbrek, ið
legði alt teldukervið lamið
Hetta hevur millum annað
ført við sær, at lønir ikki
hava verið útgoldnar hesar
dagarnar. hj.
Jólamerkini komin
Eins og eftirhondini mong
undanfarin ár hevur Post-
verk Føroya aftur í ár givið
út føroysk jólamerki. Tey
vórðu útgivin 1. november,
og kosta tey 15 krónur fyri
arkið.
Tað er listakvinnan Astr-
id Andreassen, ið hevur
teknað jólamerkini, og sum
nevnt her í blaðnum í gjár,
verða ein framsýning í hes-
um sambandi í Listaskálan-
um í Havn. Har fer lista-
kvinnan sunnudagin atsign-
era jólamerkjagrk. Gjørligt
verður eisini at keypa jóla-
merkjagrk á staðnum.
Síðani á jólum 1976 hev-
ur Postverk Føroya iikid sær
av at gevaføroysk jólamerki
út — sama år varð Postverk
Føroya sett á stovn. Undan
tí høvdu donsk jólamerki
verið seld í Føroyum.
Trý ár seinni varð settur á
stovn jólamerkjagrunnurin,
ið hevur til endamáls at býta
út ágóðan av jólamerkja-
søluni. Hesin ágóði verður
býttur út sum studningur til
ávís tiltók til frama fyri børn
og ungdóm, stovnar, veik
og minni ment, feløg og
annað tílíkt, ið virka fyri
hesum tiltøkum.
hj