týsdagur 30. november 1993síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 228 — 30. NOVEMBER 1993
Brynjólfi Mortensen
til minnis
22.6.1922-21.11.1993
Mikudagin varð Brynjólfur
Mortensen borin út úr Tvør-
oyrar kirkju, kirkjuni, sum
forfedrar hansara lótu sókn-
ini fyrst í øldini
Brynjólfi untist eitt ríkt,
áhugavert og fjølbroytt liv,
men tær strævnu løturnar
vóru ikki fáar, tå hann sum
arbeiðsformaður = skipaði
fyri nærum øllum fiska
arbeiðnum á kaj-økinum
Hann hevði eina sidiliga
medferð vinarligur,
hjartaligur og gestablíður
sum fåur. Altid áhugaður í
tí, sum fólki var fyri, og sum
annars tor fram
Hesir eginleikar hava
havt við sær, at heimið hjá
Monu og Brynjólfi undir
Heygnum hevur verið opið
fyri einum og hverjum, og
mong hava sid væl og havt
hugnaligar letur í tí aldar
gomlu lonini
Væl dámdi Brynjólfi at
siga frá, og mangt hevði
hann at siga frá, tí mongum
hevði hann verið fyri — rík
barnaár á Tvøroyri, við
skúlaskipinum Georg
Stage, minnilig ungdóms
og manndómsár í Havn, fyri
og undir krígnum, frá
spennandi ferðini við Sjó-
løvuni, frá útferðunum við
Havnar Fimleikarfelag, frá
árunum í Sørvågi, har hann
var við at leggja stødid
undir flakavinnuna her á
landi, og ikki minst frá ar-
beiðnum sum arbeiðsfor-
maður á Tvøroyri
Ikki bara søgur, men ofta
frásagnir, sum vóru settar í
menniskjaligt, samfelags-
ligt ella søguligt hopi. Ikki
stór orð og einki reyp, men
sidiligt og inniligt.
Tað materialisuska lå ikki
fremst í huganum, men hin-
vegin menniskjaligu sam-
bondini, og tí hava mong
kent hugna og fløva inni hjá
Monu og Brynjólfi, sum
altíð høvdu tíð at seta seg
niður at práta við fólk.
Lívsstarvið hjá Brynjólfi
kom at verða í fiskivinnuni,
og tað er hadani, at fólk
kring landið kenna hann.
Tað er í dag ikki meira
enn seks vikur síðani, at vit
sótu og tosaðu um stóru
broytingarnar í flakavinn-
uni, og hann segði frá, tá
farið varð at skera og frysta
flak í Sørvågi fyri 40 árum
síðani
Dánjal Niclasen heitti á
hann um at fara ul Havnar,
tí nakrir íslendingar — Og,
minnist meg rætt, ein før
oyingur, sum hevði arbeitt í
Grønlandi skuldu læra
føroyingar at skera flak
A Fiskasentralinum
lærdu so nakrir føroyingar
henda virkishåttin, sum
gjørdist høvudsvinna før
oyinga á landi
Komin aftur ul Sørvågs
varð latið honum upp í
hendi at skipa fyri flaka
arbeiðnum. Menninir — Ja,
onkur teirra hevði vist roynt
tað frammanundan í Íslandi
skóru, og konufólkini
pakkaðu. Nógvur útróðrar
fiskur kom upp á land og
væl gekst í hond
Hetta mundi gera sitt til,
at aðrir eisini fóru undir
hesa vinnu, og eftir at P.f
N. J. Mortensen á Tvgroyri
hevði keypt eitt lítið ílaka-
virki í seinnu helvt av
fimtiårunum, har royndir
høvdu verið gjørdar árini
frammanundan, vóru boð
eftir Brynjólfi at koma suð-
ur.
Umframt at stíla fyri á
flakavirkinum hevði hann
eisini um hendi saltfiskin og
sildaarbeiði í sildatidini.
Harafturat kom so av-
skiping og lossing, tá skipa-
felagsskipini komu og fóru.
Dagamir vóru langir. Á
hålvan nátt bankaðu út-
róðrarmenn upp á tey fyrstu
árini. Teir skuldu hava olju
og agn. Hetta var áðrenn, at
tað var vanligt við frysu-
boks. Efur ein stuttan blund
byrjaði vanligt arbeiðsdag-
urin. Og hann varði ofta ul
seint á kveldið, ja, út móti
nátt, tå síðsu báturin hevði
avreutt.
Var útróðurin nógvur, var
lív í niðri á kajuni, tå allir
hesir mongu opnu bátarnir
og deksbåtamir komu og
blakaðu fiskin upp og
koyrdu hann niðan í børum
Men drúgt kundi vera, ti
bátarnir, sum róðu út tá ið
seksti- og sjeytiårunum
vóru nógvir í tali.
Onkuntíð kundi tó vera
langt ímillum bátarnar, og
tå ein løta gavst, fór Bryn-
jólfur kanska niðan, men tå
so motorljóð aftur hoyrdist,
so oman aftur. Nú kemur
hesin ella hasin báturn
Haldi, at hann kendi allar á
ljóðinum
Hóast virkið var líuð og
umstødurnar so sum so,
mundi gangast væl í hond, ti
ikki er langt síðani, at
maður innan flakavinnuna
segði, at virkið var millum
tey best nknu við minsta
kostnaði fyri hvort virkað
kilo.
Einasta friløta var sunnu
dagar, men sunnudag skuld:
ofta sendast boð efur fólki
til månadag, og ikki sum nú
við eini útvarpslýsing. Nei,
tá varð ringt ella vórðu boð
givin á annan hátt.
Friður var lítil og arbeiðs
tíðin long og krevjandi, tí
nógv var at halda skil á, men
evnini at skipa fyri munnu
hava verið góð og minnið
tað sama. Væl var hann í
øgn við fiskafólkið og ikki
havi eg hoyrt annað, enn at
tey bóru honum alt tað
besta.
Tá nýggja flakavirkið,
Tvøroyrar Flakavirki, varð
ukid í brúk í 1975, stóð
Brynjólfi starv í boði, og har
arbeiddi hann undir nýggj-
um og nútímans um-stødum
ul hann legði frå sær fyri
aldur.
Tey seinnu árini á skriv-
stovuni, men tað arbeiðið
mundi eisini falla honum
lætt, ti upprunaliga var hann
jú skrivstovumadur. Væl
hevur arbeiðið verið greitt
úr hondum, tí eg minnist
mann i fynsiung í Havn
einaferð siga, at tey skjøl og
tilfar, sum kom av flaka-
virkinum á Tvøroyri, og
sum Brynjólfur hevði sett
sítt navn undir, vóru altíð
sum tey skuldu.
Tå hann gavst, hevdi hann
verið í flakavinnuni í meira
enn 30 ár — meginpartn av
tíðini sum formaður, so
hann er ein av teimum, sum
legði lunnar undir hesa
vinnu. Og tey try størvini,
hann hevði, røku hann
samvitskufult sum fáur.
Upprunaliga var Bryn
jólfur = skrivstovumadur
Hann lærdi hjá Balslev á
Co í Havn í triatiårunum
eftir lokna skúlagongd á
Tvøroyri
Í Havn luttók hann i ym
iskum. Alit hevur verið sett
å hann, og nevndarlimur var
hann í fimleikarafelagnum
og íklubbanum. Undirkríg
num skipaði hann fyri sivil
verjuni í hevuðsstaðnum og
í sambandi við hetta arbeið
ið fekk hann útbúgving í
Yorkshire í Onglandi.
Aræði hevur hann eisini
havt, tí undir krígnum leig-
aði hann saman við, minnist
meg rætt, mammubeiggj-
anum Eiríki Mohr sluppina
Sj6løvuna. Tveir túrar vóru
teir í Íslandi og keyptu fisk,
sum teir seldu í Aberdeen.
Mangan hevur í veitslulag
verið flent at søgum frá
hesum tir, sjálvt um hetta
var í mngastu krigstid og
vandar lúrdu í lufun og
undir vatnskorpuni.
Sín serliga part í árunum
undir krígnum hevði so-
nevnda >fremmedlegión-
in< — soleiðis vóru nakrir av
bygdamonnunum í Havn,
sum ótu hjá Frú Ellings-
gaard, skírðir — og mangar
eru søgurnar frá hesi tid.
Áhuga hevur Brynjólfur
eisini havt fyri náttúru og
landi, og hóast ferðasam-
bandið var vånaligt tá í tíð-
ini, var hann rættiliga víða.
Ofta hevur tað undrað
meg, hvussu nógv hann
minust frá hesum túrum — á
Slættaratindi, í Saksun, á
Viðareiði saman við fim-
leikarafelagnum, á Skæl-
ingi, í Trøllhøvda saman
við skyldmonnunum í
Kirkjubø og aðrastaðni við
Ja, tað eru ikki meira enn
seks vikur síðani, at vit sótu
og lurtaðu efur sending úr
Tindhólmi, tá hann segði
frá ferð, hann sum drongur
var í Tindhólmi í nakrar
dagar saman við teimum
norðuri í Stovu. Og seinni,
tá hann búði har vesturi,
hevði hann eisini verið í
Gáshólmi efur veðrum
Brynjólfur var sonur
Maju og Johan Mortensen
Maja, ella Marin, sum hon
var doypt, var dótur Paulinu
og Hans M. Mohr, skipara, í
Havn. Hon av Karlskála í
Íslandi og hann av Hoyviks-
garði. Johan var sonur
Annu Maru og Petur
Mortensen, keypmann.
Hon var úr Búð í Hvalba og
hann var av Tvøroyri, sonur
Susanne Jacobsdatter av
Húsum í Havn og Johan
Mortensen, sum var úr
Øravik.
Brynjólfur vaks upp undir
Heygnum og tey vóru fimm
systkin Anna, Hans,
Trúgvi, Brynjólfur og
Gunnar. Anna er efur á lívi
og býr í Keypmannahavn.
Barnaheimið var trygt og
gott, og fjølbroytt var um-
hvgrvið — við neysti, bátum,
bøi og haga, skipum, handl-
um og pakkhúsum.
Bátur, neyst og fjørður
var ein partur av dagliga
degnum. Tað veri seg, tá
farið varð við fjardasnør
ella tá siglt var við segl-
bátunum, båturin, sum hev-
ur verið í húsinum í slaka
old.
Hetta umhvgrvið — við
stórum urtagarði, neysti
beint niðan fyri havagarðin,
og brúnni beint uttan fyri
var eitt savningarstað hjá
øllum undir Heygnum i
dreingjaárum hjá Brynjólfi
og beiggjunum, og hevur
verið tað seinni. Har varð
svomið og har varð spælt.
Sysíkjunum — Hans, Anna
Bryni fur Trugvi
Gunnar
k
i 1957
Tidindabladid
Sum óviu kom eg at vera
góður vid hetta stað, tå
omman leiddi dreingin og
segði frá. Frá blómum og
trøum, bátum og skipum,
fólki og huldufólki, hvat var
rætt og hvat var skeivt. Á
veg oman við øsku ella
oman á stødna at vita um
onkur sneis var til pinna-
brenni
Tá hon var farin, flutt
Brynjólfur við húski suður,
og hetta heim og stað var
karmur um hvørja summar-
frítíð í mong år.
Hóast dagunn hjá Bryn-
jólfi mangan bæði var
strævin og langur, royndi
hann at geva sær tíð til túrar
við okkum dreingjum út í
fjørdin — við sneri ella trådu
- út undir Akurgerð, yvir í
Øravik ella Tjaldavík, út í
fjarðarmunnan ella fram við
jålganum.
Minnini eru mong og góð
frá ú Udini, og mangt man
sita eftir um bát og segl, fólk
og stød.
Arini gingu. Tidir broytt-
ust. Stórar bylungar millum
ættarliðini. Tað, sum hevði
verið ein sjålvfylgja varð
knappliga ikki so einfalt
meira, og kjakið kundi
mangan vera drúgt og hart.
Hóast tað ikki akíð endaði
við semju, kundi hann
kanska tykjast at skilja okk-
um yngru, men hann helt
nakað annað.
Prátið var ikki innantómt
prát um veður og vind, slat-
ur ella útspilling. Sjónar-
nngurin var víður og nógv
hevði hann lisið.
Frá seinastu árunum
goyma vit í ninnunum lýtur
á Temuryggi, har hann
trúliga kom á gátt, tá hann
var í Havn, men ikki minst
løtur í summarhúsunum i
Tippinum, sum hann fegn-
aðistum, at vit høvdu fingið
møguleika at hava. Mangt
hava vit honum at takka
Tómur er stólurin við
vindeygað í vestaru stovu
Bókin er løgd á hillina
Fleiri av teimum stóru urð
unum eru farin — av elli og í
ódn. Men enn stendur
Oyrnafjall
Í takksemi minnast vit
gubban og pápabeiggjan
Friður veri við minninum
um Brynjólf
Jóhann