týsdagur 30. november 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 228 — 30. NOVEMBER 1993
Eldradagarnar í Norðurlandahúsinum:
Tey gomlu í hásæti
So nógu fólk hittust á Eldradøgunum í vikuskiftinum, at
tað neyvan heuði verið pláss fyri øllum, um verðurvánir-
nar ikki spáddu so ringt verður, at fleiri settust aftur
Einki var latið yvir til
úlvildina, tá eldradagarnir
1993 vóru settir í Norður-
landahúsinum í vikuskift-
inum
Stóri salurin var meir enn
fullsettur tá stevnan varð
sett leygardagin kl. 13, har
umleið 500 fólk í øllum ald
ursbólkum hittust.
Undir heitinum: "Gott er
at kenna hitan av hondum ið
sleptu", við undirheitinum
at knyta samband millum
ættarliðini, og sýna samá-
byrgd í krepputíðum.
Rættur hátíðardámur var
yvir luttakarunum, sum
høvdu stásað seg upp, og
tað fjaldist ikki, at tey grá-
hærdu vóru við yvirlutan.
Hesa vikuna hava hárfríð-
kanarfólkini havt úr at gera í
Havn. Tey hava bjóðað
pensionistum hárviðgerð
fyri hálvan prís í sambandi
við eldradagamar, og nú
jólini eisini eru í hondum,
havanógvar konur nýtt høvi
at vitja á hárfríðkanarstovu-
num.
Umsorganin sjónlig
Vanliga síggjast gomul! fólk
ikki so væl aftur í hópinum,
og heldur ikki, hvussu nógv
fólk eru um tey í gerandis-
degnum. Fleiri sita í koyri-
stóli, og nógv eru ikki so
væl fyri til gongu, og nýtast
tí eina hjálpandi hond, men
tað nervaði ikki, mt
starvsfólk og ávarandi vóru
um tey gomlu, at tey ikki
skuldu kenna seg 6trygg
ella skuldu tørva nakað.
Nógv vóru sjónarmiðini,
og poliukamir og samfelag-
ið alt fekk eina skolu her, og
nøkur rósandi orð har.
Nógv og ymisk mál vóru
á skránni, bæði hugleiðing-
ar og upplýsandi fyrilestrar
um tað at vera gamal, og
viðmerkingar ul eitthvert
av hesum, felagssangur og
prát.
Leygarkveldið endaði
við stórfingnari kvøldsetu,
við tónleiki og sangi, upp-
lestri og sjónleiki
Stevnudagarnir endadu
við pallborðsfundi. Tá vóru
enn eins nógv fólk í stóra
salinum, sum tá stevnan
varð sett.
Leiðbeining
og kanning
Báðar dagar kundu stevnu-
fólkini fáa upplýsing um
tablettir 0.a. sum tey nýta
Cagliga, á bási hjá Apoteks-
verkið, eins og møguleiki
var fyri at máta blóðtrýstið á
ødrum båsi, sum Heilsu-
røktin skipaði fyri.
Tað er synd at siga, at tey
gomlu ikki orka so væl, tí
neyvan hevði unga ættarlið-
ið verið so tolið og úthald-
andi, sum tey nógvu gom-
lu,tá pallborðsfundurin
gjørdist í so drúgvur.Klokk-
an var nærum hålvgum átta,
áðrenn fólk sluppu heim-
aftur, eftir tveir hendinga-
ríkar dagar, eftir hvat skilst
á stevnufólkunum.
- Bert tað at vera í Norður-
landahúsinum helt ein vera
so áhugavert og hugnaligt,
at hann kundi verið verandi
her í eina viku. Hesin gest-
urin helt, at tað vóru tíverri
nógv túsund fólk í Føroy-
um, sum ongantíð høvdu
verið inni í Norðurlanda-
húsinum.
- Tað er nógv fyri, tí
stovnurin er ætlaður okkum
øllum - eisini okkum á
bygd.
So mikið hugaligari vóru
eldradagamir, tí nógv fólk,
sum annars ikki hava høvi
dagliga at ferðast til Havn-
ar, nú eisini fingu høvi at
vitja í Norðurlandahúsi-
num.
Omman lærir ommu-
Sonur at dansa vals
Ein 80 ára gomul kona á
bygd helt, at hon ongantíð
hevði hugsað um fyribrigd-
ið at vera gomul.
Hon átti ein níggju ára
gamlan ommuson, sum hon
lærði at dansa vals í hesum
døgum.
- Honum dámar so væl
Gluntarnar í sjónvarpinum,
og kom til min ein dagin og
Myndir: Kalmar
ST hevur lýst 1. oktober at vera árligan altjóða eldradag og
EF hevur lýst 1993 at vera europeiska árið fyri eldri og
samábyrgd millum ættarliðini. Landsstýrið tók stig til
eldradagarnar í Føroyum, og væntandi verður hetta tiltak
eina ferð áriliga í framntíðini
spurdi, um omma ikki
kundi læra hann at dansa
vals
Tad vildi eg fegin, og
helt, at um vit fóru varisliga
fram, so mundi tað fara at
rigga
Nú valsa vit aftur og
fram i stovuni, tá havi býð
st. Eg havi ongantíð hugsað
um tað, men hetta er so ein
háttur at knýta samband
millum ættarlidini,
sigur
Framsýning við gomlum
yndum í Havn og í Vágum
var eisini í
Norðurlandahúsinum. Á
myndini Ragnhild Debes
og Martha Matras
konan.
Fyrireikamir høvdu eis-
ini hugsað um tey gomlu,
sum ikki vóru so væl til
gongu.
Eini 10 ungfólk úr Norð-
urstreymi vóru tek at hjálpa
og stuðla, eitt nú við at syrg-
ja fyri at gestirnir fingu ein
kaffimunn í steðginum, sum
ikki sjálvi kundu fara at fáa
Felagssangur
Annað væleydnað ultak var
felagssangur, sum ljóðaði
so råmliga í salinum
Her fyrireikarnir
skipað so fyri, at sangurin
varð vistur á stórum lørifti á
pallinum, sum fólk kundu
syngja eftur.
Fyrireikarnir vóru Edna
Háberg, leiðari á Heima-
hjálparskipanini, Marjun
Smith, fyristødukvinna á
Lágargarði og Brynjálv
Borðoy, Landsfelag Pen-
sionistanna, sum Lands
stýrið hevdi biðið staðið fyrr
tiltakinum.
Hetta er fyrstu ferd at
eldradagar hava verið hildn-
ir í Føroyum. Ætlanin er
hetta skal vera afturvend-
andi tiltak å hvørjum åri.
Hetta upplýsti Jóannes Eid-
esgaard, landsstýrismaður,
á pallborðsfundinum.
Sosialurin fer frameftir at
prenta fyrilestrar og hava
frásagnir o.a. tilfar, sum
varð vidgjørt á eldradøgu-
num 1993.
høvdu
Dagny
BILLUTIR
útvegast til
FLEST ALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
TW. Fax.
21605 21666