Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 1993síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ("11 Útvarp Foroya Magnussen 8 Magnussen Tey erueitt tey kendastu systkini í landinum tey bæði, sum fara at taka lut í > Tí ødrvisi tíðinda- og søguleikinum«. Liv teirra hevur fyri ein stóran part verið sjónleikur, sangur, útvarp, sjónvarp og filmur, men tað hoyra vit nærri um í sendingini. Nógv annað undirhaldandi er eisini á skránni í kveld, s. s. tónleikur, speisk við merking og lurtaraprát. Høgni og Bjørgfinn Leygardagin kl. 10,10 — telefonirnar svara kl. 9.30: »Hey Føroya børn« — måltrådur fyri børn Leygarmorgunin verður aftur høvi hjá børnum at ringja til >Máltráðin fyri børn«. Máltráðurin svarar longu kl. 9.30, og tá kunnu børn ringja til bamaútvarpið og ynskja sær eitt lag. Síðani verður lagið funnið fram og ringt verður aftur til børnini, tá ið sendingin byrjar kl. 10.10 Leygardagin kl. 19.05; Oljumaður úr Horg Sverre Dan Joensen hevur verið frammar- laga í oljuorðaskiftinum í Føroyum hetta seinasta árið, og hann verður gestur hjá Jógvani Arge í útvarpinum leygarkveldið Tríggjar ferðir í sínum lívi hevur hann verið í Føroyum. Fyrstu ferð í 1951, tá hann 16 ára gamal var í summarfrí hjá ættini í Sumba og í Froðba. Aðru ferð, tá hann kom at halda jólafrí í fjør og so nú til oljuráð- stevnuna hjá landsstýrinum. Sverri er verkfrødingur og merkonomur og hevur arbeitt í oljulandinum Bahrain hesi seinastu átjan árni, men í sendingini tosar hann eisini um pápa sín Niclas í Kvidni, sum førdi stór tangaskip undir krígnum. Niclas setti búgv í Nyborg í Danmark og har búði Sverre saman við mammu síni og systir síni til hann fór aðrar leiðir Leygardagin kl. 22.10: Nåttarravnar Jólatíð og gåvutid. Eins og flestu bøkur koma hesa ársins tíð, so koma eisini flestu plátur á marknaðin kring allan heimin í hesum døgum. Náttarravnarnir hava kannað marknaðin og teir báðir Heðin og Birgir hava funnið hvør sínar tríggjar flog ur, sum teir vilja mæla ul at leggja inn undir træið hesi jólini Náttarravnarnir, sum eru í sonnum jóla hýri, fara leygarkveldið eisini atkunngerað eina kapping, ið snýr seg um plåtur, 18 komu farna árið Evnið í spurnarkappingin: verður ferð og ferðsla. Dómarin verður dagligi leiðarin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Jón Kragesteen Sunnudagin kl. 12.00: >En Shao og Sibelius< Vit eru nú komin til seinastu sending um ungdómsorkestrið Norden, sum hevði kon- sent í Berwald-høllini í Stockholm í august í ár. Sendingin hevur fingið heitið >En Shao og Sibelius<, tí sunnudagin fara vit at hava prát við kinesiska dirigentin En Shao, áðrenn hann fer at dirigera orkestrinum í aðru symfoni hjá finska tónaskaldinum Sean Sibelius in kl. 14.15: Jóan Petur Hentze sigur frá > x 3 Jóan Petur Hentze heima á Sandi fer at siga frá í nøkrum sunnudagssendingum í út varpinum. Hann er 84 ára gamal og hevur eitt langt lív at minnast aftur á. Jóan Petur var smádrongur, tá páp: hansara fekk landfarsótt umborð á skipi og varð lagdur í land á Eskifirði, har hann doyði og varð jarðaður Hetta var ein dyggur smeitur fyri heimið í Skorti, har mamman sat eftir við fýra smá- dreingjum og barni undir belti. Jógvan Arge hevur verið inni á gólvinum hjá Jóan Peturi undir Gøtuni, har hann hevur búð í 60 ár. Í hesum umhvørvinum var nógv lív fyrr føldini, tí her vóru handlar og fiska- arbeiði Fyrsta sendingin við Jóan Peturi Hentze á Sandi verður sunnudagin kl. 14.15 Mánadagin kl. 18.00: Nordurlendskur tonleikur Mánadagin er tjóðardagur Finnlands og tí fara vit í sendingini við norðurlendskum tónleiki at hoyra nakað av nýggjum finsk um tónleiki, sum er nógv frammi har í land inum. Vit hoyra poppsangarinnuna Kaiju Koo og Topi Sorsakoski, ið fer at framføra finskan tango Nr. 231 KA Månadagin kl. 19.30: Kvøldarstundin I Kvøldarstndin: hesa ferð verður prátað við limir í Pensionstafelagnum í Sjóvar Sókn Felagið keypu herfyri ein gamlan verkstað á Strondum og pensionistarnir hava sjál bodnir saman við ðrum í bygdini sett húsini í stand Tysdagin kl. 11.00 og 17.30: Heilsa og heilsurøkt — Evni: Migrena Migrena er ein sera pinufull sjúka, sum kemur í herðindum. Hetta er als ikki nøkur vanlig høvudpina, sum ofta verður hildið millum fólk. Nógv, sum hava migrenu mugu ásanna, at umhvervið ikki altíð gevur teimum gatur Gesur í útvarpsstovuni eru Poul Joensen neurologur, og Knstianna Rein, sum frá barnsbeini hevur havt migrenu Mikudagin kl. 19.30; Kuffertid — Ur Finnlandi til allan heimin I fyrstu Kuffertssendingini i jólamánaðin um stendur á spjaldrinum: Frá Finnlandi ul allan heimin. Finskur tónleikur til allan heimin — finskur heimstónleikur. Tjóðar dagur Finnlands er júst farin aftur um bak og við honum endar almenna sjeyti ára hald Finnlands. Vit fara at nýta hetta høvid at hoyra nakað av nýggjum, finskum sangi og tónleiki, einamest av slagnum rópt verður heimstónleikur. Vit hoyra m.a. gentukórið »Vårttinå« eystan úr Karella og »Slobo Horo< úr Tammerfors. > Várttind< syngja og spæla kendar finskar sangir í nýggjum og egnum útseungum. >Slobo Horo« spælir blandaðan sigoynara- og finskan tónleik. Í Finnlandi búgva flestu sigoynarar í Norð urlondum | JESEMBER 1993 Síða 13 6.-11. desember Vilhelm Magnussen í Streymnesi lesur Sálmar og bíblluorð; Mánadagur 6. desember nr. 402 Guð, títt er ríkið Dånjal 7,13—-14 r. 403 Guð, títt er valdið Týsdagur 7. desember nr. 221 Vakna, rópar vaktarmað Vanjai 12,8 Mikudagur 8. desember nr. 282 Guð endurtøddu, nylwna Hósea ! Hósdagur 9. desember nr. 35 Tey sga við er vådaterd Høsea 6 á Fríggjadagur 10. desember i Stig trarr við treysti, ætt unga Hósea 11 Leygardagur 11. desember meg kallar Joel 3, 1 r. 238 Kom, halg: andi, okkum lær DEKKSØLAN á Selatrað ER BÍLIGAST Tlf. 48 195 | Fartlf. 86 195 Skifta og avbalansera - eisini um kveldið og | | í vikuskiftunum. j BILLUTIR! Vit hava víðkað okkara útboð sv eykalutum til bilar og hava nú fleiri útstoyt enn nakran- tíð á goymsiu. Tað loysir seg altid at handia vid okkum. p/f Esmar Simonsen KAMBSDALUR, Box 78, FR-530 Fugiafjerður Tlf. 44405, Fax. 44829