Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 1993síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Verða Sjúkrahúsini í Føroyum hava seinastu árini havt it við at fingið nóg mikið av hjálparlækn- um, og til fyri stuttum var bara annaðhvort starvið sett. Orsøkin var, at bædi føroyingar og aðrir læknar óttaðust fyri, at fóru teir til Føroya, komu teir ikki víðari í útbúgvingini, men strandaðu her. Men nú er tað málið loyst. Ursilt av frågreldingini Jenis av Rana, formadur í Hjálparlæknaráði Før- oya, heldur loysnina verða eitt úrslit av tí frá- greiðing, sum ráðlegg- ingamevndin fyri før oyska heilsuverkið kom vid f heyst. Nevndin ásannaði nevniliga teir trupulleikar, ið vóru í Føroyum við at fáa hjálparlæknar, og mælti til at fáa gjørt avtalu við Ríkissjúkrahúsið. Tá nevndin vitjaði, bar Jenis av Rana hetta upp á mál við ein nevnd- arlim, og nú er so avtala gjørd við Ríkissjúkra- húsið. Í seinastu viku fekk Hjálparlæknaráð Føroya bod um hetta frå leiðsluni á Ríkissjúkra- húsinum. Avtalan merkir, at Ríkissjúkrahúsið bjóðar sær til, so hvert tørvur er á tí, at upprætta størv til føroysku hjálparlækn- arnar, sum vilja aftur til Danmarkar at víðari út- búgva seg til serlæknar. Ein minnisframsýning yvir listamålaran Jó- annes Kristiansen er lat- in upp í Føroya Spari- kassa við Tinghúsvegin í Havn. Sparikassin hevur tik- ið stig til framsýningina, ið Áhugafelagið í Leir- vík hevur sett saman. Framsýningin er í sambandi við, at Jó- annes Kristiansen hevði verið 75 ár í ár. Nr. 232 — 4. DESEMBER 1993 sjålvbjargin vid læknum Hjålparlæknar ikki longur nakad at óttast vid at koma til Føroya at arbeiða skjott hava Avtalan hevur longu givið úrslit. Jenis av Rana veit um triggjar føroyskar læknar, sum í næstum koma til Føroya at arbeiða. Haraftrat eru frýasvenskir komnir, og onkrar umsóknir eru aftrat úr Svøriki. Rýma Ikki Tað merkir eisini, at teir, sum eru komnir til Før oya, ikki hava sama skund sum áður at fara avstað aftur. Ein, sum hevði tryggjað sær starv niðri frá |. februar, hevur avgjørt at halda fram í Føroyum. Tad er kanska ikki so legið, at Ríkissjúkra- húsið ger slíka avtalu við føroyska sjúkrahús- verkið, tí nógv samstarv er frammanundan. 20 mió. krónur um árið fær Ríkissjúkrahúsið burt- urav blokkinum aftur- fyri viðgerð av føroysk- um sjúklingum. Sami formaður Hjálparlæknaráð Fer- oya hevði aðalfund fyri viku síðan, og har vórðu formaðurin Jenis av Rana, næstformaðurin Jan Dalberg og kassa- meistarin Kári Jacobsen afturvaldir. Nývaldir í nevndina vórðu Magnus Magnus- sen, sum starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og Jákup Midjord, sum starvast á Landsjúkra- húsinum. randi Jóannes Kristiansen i Føroya Sparikassa Å framsyningini fæst eisini til keyps ein bók- lingur um lív og virkið hjá Jóannesi Kristian- sen. Bóklingurin verður seldur ul frama fyri Áhugafelagið, sum skipar fyri ymsum til- tókum í Leirvik. Framsýningin í Fer- oya Sparikassanum verður allan jólamánað- in. randi Tíðindablaðið CS Sama arheiðsloysi 3964 fingu fólk fingu hósdagin arbeiðsloysisstuðul, og 815 fiskavirkisfólk fingu ískoytisstuðul Góðar níggju milliónir krónur rindaði Arbeiðs- loysisskipanin hósdagin út til fólk, sum eru arbeiðs- leys, og til teirra, sum ikki hava havt fulla arbeidsviku á fiskavirki tvær tær sein- astu vikumar og tí fingu ískoytisstuðul. Samanlagt eru tølini ikki vaksin hesar báðar vikur- nar. 62 færri arbeiðsleys fingu stuðul, men 37 fleiri fiskavirkisfólk fingu ískoytisstuðul. Ein orsøkin til hetta er, at nøkur full- tíðarbeiðsleys hava fingið arbeiði á fiskivirki síðan seinast. Í Eysturoynni sæst Ld., at har vóru 31 færri arbeiðsleys, men sam- stundis hava 38 fleiri har fingið ískoytisstuðul sum fiskavirkisfólk. Í Havn vóru 18 færri arbeiðsleys, og 23 fleiri fingu ískoytisstuðul. Tað eru framvegis nógv flest, sum fáa stuðul í Eysturoynni, bæði tá ræður um fulltíðararbeiðsleys og fiskavirkisfólk, sum fáa ískoytisstuðul. Tað eru ikki øll arbeiðs- tøk, sum fáa arbeiðsloys- isstuðul. Arbeiðsloysis- tryggingin hevur eisini arbeiðsávísing og hevur tí yvirlit yvir, hvussu nógv fólk eru arbeidstøk. Talið av arbeidstøkum er økt vid 36 hesar tvær vik- urnar. Tey flestu arbeids- tóku aftrat eru komin í Havn og í Suðuroynni Eysturoyggin liggur eis- ini á odda við arbeidstøkum, 1205 fólk. Harnæst kemur Havnin við 1109, Klaksvík við 527, Norðstreym við 312, Vágarnar við 286, Suð- uroyar sunnara helvt við 254, Suðuroyar norðara helvt við 226, Sandoyggin við 218, Suðursreym (-Havnin) við 208, og so Norðuroyggjar (-Klaksvík) við 166 arbeidstøkum fólk- um. randi Mynd: Kalmar Torført at koma til og frå Tey, sum búgva í vardu íbúðunum eystanfyri Lág- argarð í Havn, eru ikki tey fólkini, sum rópa harðast. Tí hava tey einki sagt til, at tað hevur verið ófantaligt uttanfyri øll árini, síðan íbúðarlonirnar vórðu bygd- ar. Utgjøgnum Stoffalág gongur ein smalur vegur. Skulu fólk inn í ta ovaru lonina, mugu tey steðga á | SELJARI søkist vegnum omanfyri, og harvið forða gðrum at sleppa víðari. Men grúsvegurin stendur allur undir í vatni, og soleiðis hevur verið alla tíðina. Fara fólk út úr bilinum á vegnum, fáa tey upp í skóogvarnar, so nógv er vatnið. Fyri at sleppa undan tí, koyra summi inn á vøllin við íbúðirnar, og tað er ikki Seljari M/K søkist til homeparty — Kosmetikk, parfuma og undirklæði. Provisión 40—61%. Tlf. 074-431936 serliiga gott fyri vøllin. Ein lesari spyr, hví bý- ráðið ikki kann offra eina last av grúsi at koyra á veg- in. Tað hevði hjálpt væl. Gunnar Hoydal, býar- verkfróðingur, veit at nevndin fyri sjálvsognar- stovnin "Vardar íbúðir" fleiri ferðir hevur umrøtt trupulleikan, eins og tey hava tosað um at fáa gjørt rampur til íbúðirnar allar. Men alt er ein spurningur um pengar, eisini at fáa gjørt vegin, ið eigur at verða breiðkaður og asfalteraður. Ongar ítgkiligar ætlanir eru um at bøta um atkom- ingarmøguleikamar hjá teimum í vardu íbúðunum. randi Er sjónvarpið ella antennan í ólagi a Vit avheinta og koyra út a Skjót og góð tænasta e Vit koma um alla Streymoy-Eysturoy v/ Guttorm Mortensen, Lýðarsvegur 15 SOLA —UMVÆLINGAR — LEIGA