Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

66. ÁRGANGUR (tgevari: PÆ Sasialurin Bústaður. Argjavegi 28 | Poster: Postsmoga 78 Uppseting PAT Seslalurin Argjum 110 Tórshærn Prom: PA Pressan "881 | Teisíon. 11828 Talefar: 14720 ; | | Fossbankin og figgjareftirlit Hetta seinasta árið hevur ver- ið rættiliga buldrasligt í bankaverðini. Teir báðir stóru bankarnir eru farnir á húsa- gang tvær og tríggjar ferðir, tí danska fíggjareftirlitið krev- ur stórar avskrivingar og burturleggingar, og fyrst í vikuni vórðu teir endurreistir. Hinvegin varð litlibeiggi í før- oysku bankaverðini ikki end- urreistur. Hann er nú farin av knóranum, tí figgjareftirlitid krevur so stórar avskrivingar og burturleggingar móti tap- um upp á veðbrev bankans. Serliga í sethúsum. Avleidingin av gongdini í før- oysku figgjarverdini verður, at teir báðir størru bankarnir verða lagdir saman í komandi ári, og samstundis fáa vit ein banka í Føroyum. Nú talar kanska onkur at, og sigur, at sambært nýggju lógini virkar sparikassin eisini sum banki. Men líka mikið — vit fáa ein banka, og vit koma at hava bankamonopol. Flestu føroy- ingar hava andstygd móti monopolum. Vit høvdu í síni tíð handilsmonopol, og ikki fyrr enn einahandilin varð tikin av, fór av álvara at bragda i Føroyum. Vit hava tryggingarmonopol, og nógv eru tey, sum merkt hava, at vit hava tryggingar- monopol. Hetta er ikki ein á- breiðsla móti fólkunum í før- oysku tryggingunum, tí tey gera óivað sítt arbeiði til lítar, men tað eru stæður, har ein kapping óivað kundi havt betri loysnir við sær. Tí er tað spell, at Fossbankin fór. Hann kom sum ein íblást- ur í føroysku figgjarverdina. Bankin hevur havt hugsjónir og hann hevur lagt fleiri hug- skot fyri almenningin sum í- skoyti til orðaskifti í samfe- lagnum. M.a. á tryggingargk- inum og í sambandi við altjóða figgjarvinnu. Onkur vil kanska siga, at hann trysti rentustigid å ut- lånum upp, vid tad at hann veitti hægri innlånsrentu, men hon er i øllum førum lækkad aftur. Ikki slepst utt- an um, at Fossbankin elvdi til størri kapping å hesum øki, og tað hevur helst verið brúkar- unum til fyrimuns. Í sambandi við at bankarnir eru farnir á húsagang, hava fleiri — eisini politikarar — sett spurnartekin við fíggjareftir- litið. Ikki skerst burtur, at tað er farið harðliga fram, og spá- dómarnir hjá eftirlitinum um føroyska búskapin eru so álvarsamir, at tað býðst neyv- an betur. So galið verður tað neyvan, men løgid er, at teir krevja ein banka, Fossbankan, at fara á húsagang, ella fáa kapitalflyt- ing, tá bankin hevur eitt soliditetsprosent, sum er uppi á 19, og ein likviditet, sum er 130 milliónir krónur! Tað er spell, at Fossbankin fór á heysin, sjálvt um nógv av út- lánum bankans kanska hava verið ivingarsom. Tað er 6- heppið at fáa eitt bankamono- pol. Og tí er spell, at ein loysn ikki fekst, har teir stóru inn- skjótararnir — føroyingar og útlendingar — vóru við. Nú hava bankarnir sett so mikið nógv av móti tapum og avskrivað so nógvar milliónir krónur, at útlánini eru ikki meira enn hálvtriðja milliard. Vónandi eru tey so trygg, at tað ikki verður neyðugt við fleiri stórum avsetingum, sum krevja pening úr landskass- anum. Vit mugu bara ásanna, at hig- artil hava hvørki orðini hjá bankastjórum, búskaparfreð- ingum ella politikarum hildið, og bankarnir hava aftur havt brúk fyri peningi. Harafturat hevur tað bara gingið afturá síðani 6. oktober í fjør. Nú mugu bankar, landsstýrið og vinnan gera sítt til, at meiri gongd kemur á føroyska sam- felagið. | i | | Sethusaeigara- og bankamoralur Tiverri hevdi eg ikki høvi at fylgja við í Fimmaranum mikukveldið, men okkurt, eg hoyrdi, fekk meg ai skriva hesa viðmerking. Fyri føroyingar flest, teir, sum bert hava lønannntøkuna athúsast við, er ílega í egin hús einasta stóra peningafløga, teir gera nakrantíð. Vanligi set- húsaeigarin er dilletantur inn- an fígging og fløgur og noyðist at hava fult álit á ta professio- nellu ráðgeving. hann fær úr peningastovni sínum. Tá lækkandi inntøkur og hækkandi skattir og gjøld taka fyritreytirnar fyri afturgjalds- ætlanum hansara av lánunum burtur, er einki natúrligari enn, at sethúsaeigarin vendir sær til peningastovn sin og spyr, hvat nå er at gera. Kanska nýtir hann eitt honum annars ókent orð, sum hann hoyrir verða nýtt innan fíggjarverðina, orðið »Sanering«, uttan at hava fatað orðið sjålvtog uttan at hava fat- að, at tað, sum undir hesum orði býr, einans er fyri teir stóru, dýru dreingirnir, ikki fyri ein vanligan sethúsaeig- ara. Verður hann tá mettur við tí hugburði, bankastjórin sýndi í sendingini, er lítið at siga til, at hann gerst argur og illur Tað skuldi verið óneyðugt hjá fremmandamanni, sum enntá kemur úr Den danske Bank, at rættleitt vanliga før oyska sethúsaeigaran — og tað merkir flest allar føroyingar — um góðan fíggjarmoral. Fyri vanliga føroyingin hevur tað altíð verið góður siður at rinda tað, hann skyldar, og so man vera enn. Neyvan man nakar serhúsaeigari hava skrivað undir låniskjal til Føroya Banka ella annan peninga- stovn uttan at vilja gjalda henda pening aftur saman vid teuri feitu rentuni, bankin legði á. Skuldi onkur verið, sum hugsar slíkt, er tað eitt nýtt 6føroyskt fyribrigdi, og hvað- an mun tað so vera komið? Ómoralur smittar, og mangt fer fram nú á døgum, sum van- ligi føroyingurin heldur vera 6- moralskt. Eitt nå at geva sinar samånarar upp fyri skutil og skulkasær undan figgjarligu á- byrgd sfni eftir f heila øld at hava gjørt góða forrætning i Føroyum, tað heldur vanligi føroyingurin vera ómoralskt. Og sidan at koma manssterkur aftur við heri av »ekspertum« at belæra Palleba um fíggjar- ligan moral, er at »føje spot til skade«. Soleiðis heldur vanlig! føroyingurin, men hann er jú ben dilletantur. Tað sigst, at tað skal vera púra vist, at hóast allur tann peningur, sum sethúsaeigarin rindar bankunum, er mistur burtur av bankunum, so er hann ikki mistur kortini. Hann er bert tikin upp úr kassanum, koyrdur í ein stóran posa og er krógvaður undir vaðingini at hava til at taka, skuldi tað hent at sethúsaeigarin gavst at rinda lånini. Men so er eingin pen- ingur at arbeida vid, og hvør annar enn sethusaeigarin /skattgjaldarin er at fylla tann tóma kassan? Í hvussu so er ikki tann professionelli høv- udspartaeigarin. Hóast sethúsaeigarin roynir at gjalda lán síni aftur, tað hann er mentur, heldur hann tað vera ómoralskt, at bankin krevur hann at gjalda dupuit, bæði lánið ul bankan og yvir skattin til eitt nýtt lán, sum bankin skal hava til gåvus frá honum. Nú er tað mangur sethúsaeigari av álvara hoknar undir byrðuni og sjålvtteir, sum enn eru á fótum, fara at hugsa um aðrar møgu leikar. Professionellu bankaeks- pertarnir siga, at peningaposin undir vaðingini er ikki til, ti ein teoretiskur vandi er fyri, at set- húsaeigarin gevst at gjalda. Øll húsavirði oman fyri 500.000 kr. eru ikki til, siga teir. Set- húsæigarnin er ørkymlaBur, men so fær hann hugskoti8, sum Bjørn Patursson bar fram herfyri: Tá bankarnir ikki megna at umsita tey lån, sum eru oman fyri 500.000 kr., so eiga vit at sleppa bankunum undan hesi ábyrgd, heldur enn at gjalda teimum lán okkara fleiri ferðir. Um vit innfria øll lån í sethús- um, sum liggja oman fyri 500.000 kr., so eru bankarnir ikki longur insolventir — í hvussu er ikki av sethúsalán- unum. Teir kunnu halda áfram við virksemi sínum, bankarnir fara ikki av knóranum og teir smáu partaeigaramir missa einki. Til at innfria hesi lán við, nýta vit tann pening, vit hava lænt til endamálið í National- bankanum. Lánið verður um- sit& av Húsalánsgrunninum, sum okkara vegna rindar bank - unuin teirra pening, og síðan rindar hvør einstakur sethúsa- eigari Húsalánsgrunninum sín part av láninum yvir eitt hóski- ligt áramál við 7% rentu og bera Nationalbankanum aftur. Hóast Húsalánsgrunnurin helst skal hava eitt umsitingargjald fyri ómakin, hevði skipanin kunnað bjargað bæði sethúsa- eigarunum og bankunum. Men nei. Fleiri >góðar< or- sekir vórðu førdar fram fyri, at ein slík skipan ikki fór at rigga. Tann besta var tó tann, at um bankarnir mistu umsetningin av ti peningi, sum var avskriv - aður, fóru teir at fáa ov lítla inntøku. Modernaður, professionell- ur bankamoralur byggir á, at sethúsaeigarin skal ikki einans rinda bankunum pening teirra aftur, hann skal gera tað fleiri ferðir. Ei undur í, at ein moder- naður bankamaður hartar Palleba fyri ómoral, tá hann trúskildiga spyr. um eingin út- vegur er fyri honum eisini. Ei undur í, attað skulu mangir mo- dernaðir, professionellir, bankaekspertar úr Den danske Bank til fyri at umsita ein slik- an bankamoral. Eingin ivast f, at teir gera ta av berari góðsku fyri føroyska samfelagum. Men ikki fyri sethiåsaeigaran. Hann kann síggja fram ímóti eini vesaligari framtíð sum mjólkikúgv hjá Den danske Færø Bank, sum altíð verður til reiðar við moralska koyrlinum. Men máti átti at verið við. »Tann góðvami letur seg lumpa eina ferð, tann býtti ferð eftir ferð<. Er hugtakið »habilitetur« til innan bankaverðina? Ella met- ir Den danske Bank, at fram- ferð hansara í Føroyum hevur verið so fyrimyndarlig, at als ongin vandi er fyri, at almenn- ingurin kann hugsast at ill- teinkja ein stjóra í Den danske Bank fyri at hava ein teoretisk- an møguleika at rgkja óvið- komandi áhugamál sum leið- ar/formaSur/nevndarlimur í ødrum banka? Eins og allar aðrar privatar fyritøkur hevur Den danske Bank eittans mál, at veita eigarum sínum størst møguligan ágóða. Tá bankin er liðugt saneraður, øll tap væl plaserað í landskassanum og aftur verður neyðugt við einum høvudspartaeigara at taka við avkastinum, hver skal tá sita báðu megin borðið at áseta partabræv akursin?