Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 1993síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 236 — 10. DESEMBER 1993 35 TONS AV FISKI IÐ IKKI ER ETANDI Faroe Seafodd Supply liggur nú í sak við islendska fiskaseljaran Marbakki av Hafnarfirði, ið hevur selt Faroe Seafood Supply fisk, ið er so vånaligur, at hann ikki er egnaður sum mannafødi. Heilsu- frødiliga Starvsstovan vil heldur ikki loyva, at fiskurin verður seldur av landinum sum djórafóði Tíðliga í summar — í maí ella juni mánaði — keypu Faroe Seafood Supply 45 tons av frystum sullahavs- toski frá íslendska fiska- seljaranum Marrbakki av Hafnarfirði. Einki lagið er í tí, nú so nógvur frystur fiskur síðstu árini er komin upp á land í Føroyum og er vorðin virk- aður her, áðrenn hann er seldur víðari. Í fyrsta umfari tóktist ei heldur nakað bilað fiskin- um frá íslendingunum, tí tvey umboð frá Faroe Sea- food Supply vóru framm- anundan í Danmark og in- spiseraðu royndir av hesum góða fiski, og tær royndim- ar sóu so mikið góðar út, at einki var at ivast í, at hetta var góður fiskur, ið saktans okkurt kundi fáast burturúr í Føroyum. Men tå vit so fingu fisk- in, vísu tað seg, at hetta var sera vánaligur fiskur, sigur Líggjas Joensen, stjóri. Nakað gjørt til saltfisk — Á Harenga i Gøtu vórðu einir 22 plattar av saltfiski gjørðir burtur úr fiskinum, men vit hava nú 35 tons av honum standandi í pakk- húsinum hjá Skipafelagn- um Føroyum í Havn, har hann nú bíðar eftir, hvat víðari skal henda. Heilsufrødiliga Starvs- stovan var i Gøtu og tók onkrar royndir av fiskinum, og tå úrslitini komu aftur av hesum royndunum, vísu tað seg, at hetta var tann reini >gummi-fiskur<, sum teir kalla fisk, ið er so vánaligur, at hann ikki er so frægt sum egnaður til mannafødi. — Stødan er nokk tann, at vit ikki hava fingið tann fiskin, ið okkara fólk inspis- eraðu niðri, og nú liggja vit so í sak við Marbakka av Hafnarfirði, sigur Líggjas Joensen við Tíðindablaðið Sosialin. — Enn hava vit ikki fingið at vita, hvat úrslitið verður av hesum sakarmálinum, men vit halda uppá, at vit ikki hava fingið tann sama fiskin, ið royndirnar stav- aðu frá. Sakarmálið má so vísa, um vit eru vorðnir snýttir upp um bæði oyru, ella hvat er hent. Fyri kortini at fáa nøkur oyru burtur úr øllum hesum 35 tonsunum av fiski, ið als ikki kundi brúkast sum mannafgði, ætlaði Faroe Seafood Supply at selja hann av landinum sum djórafgði. - Men hesum forðaði Heilsufrødiliga Starvsstov- an fyri, ti so nógv formal- dehyd skuldi vera i fiskin- um, at hann stutt og greitt skuldi verda koyrdur burt- ur, sigur Liggjas Joensen. — Nú er so tað hent, at vit hava kært hesa avgerðina hjá Heilsufrødiligu Starvs- stovuni. Vit hava heitt å landsstýrið um at bera so í bandi, at vit í øllum førum kunnu fáa nakað burturúr fiskinum, um vit sleppa av við hann sum djórafgði utt- anlands. Og vit hava eisini fingið onkran fyrispurning, so fáa vit loyvi at selja fisk- in sum djórafgði, sleppa vit helst eisini av við hann. Ogreitt hvat fer at henda við fiskinum Eitt sindur av ógreiði er viðvíkjandi upprunanum hjá fiskinum, tí hetta skuldi verið stillahavstoskur, ið er fiskaður í 1991, men av tí at einki tykist samsvara, er eisini ivi um, hvaðani fisk- urin í veruleikanum er kom- in. Men at talan er um eitt sera óheppið keyp, sum tað nú sær út, er eingin ivi um. Tey, sum arbeiddu fiskin í Gøtu, søgdu hann síggja ræðuligan út og vera langt frá etandi hjá fólki. Hvat hendir við fiskinum ersum sagt ikki greitt, men í løtuni verður bíðað eftir, um landsstýrið kanska fer at broyta avgerðina hjá Heilsufrødiligu Starvsstov- uni, so hann kann seljast av landinum sum djórafgði — um ikki annað. Annað, ið bíðað verður eftir, er sjálvsagt úrslitið av reista sakarmálinum mill- um Faroe Seafood Supply og Marrbakkan í Hafnar- firði, so svar fæst upp á spurningin, um íslendingar hava snýtt Faroe Seafood Supply upp um bæði oyru ella ikki. bj.