fríggjadagur 10. desember 1993síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
2 Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — ivemål?
Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar !
Telufon 11820 - - Telefax 147 20
Lágtrýstið, sum hevur ligið
sunnanfyri Ísland, er
spakuliga ávegis eystury vir
og verður væntandi yvir
Føroyum seinast í viku
skiftinum. Tað verður
frískur findur av landsynn-
ingi við kava- ella váta-
siettingsælingi nakrar dag-
ar, men frá seinast í viku-
skiftinum rekur enn kald-
ari luft við kavaavfalli av
útnyrðingi móti Føroyum.
Lágtrýstið, sum mánadagin
rekur undan Íslandi móti
bretsku oyggjunum, elvir
somuleldis til kalt luftrák
móti Føroyum høgt
v
Einamest frískt lot upp í
hvassan vind, 10-15 m/s, av
landsynningi, ádrigið,
hendinga våtaslettings- ella
| kavaæl, men annars gott
i sýni. Hitin av frostmarkin
um upp í 3 stig
Sum frálíður sunnudagin
gui upp í strúk í vindi, 8-13
ms, av vestri, hendinga
heglings- eila kavaæi, men
annars gott sýni, seinni
millum strúk í vindi og
skrið, 13-18 m/s, av åét-
nyrdingi og mestsum klår-
viðrað. Hitin um dagin
uml. á frostmarkinum, um
náttina niður í umi. 2
kuldastig.
Strúkur í vindi upp í skrið,
13-18 m/s, kava- eila hegi-
ingsælingur, men annars
gott sýni. Hitin skamt und-
ir frostmarkinum.
Myndir við j
andligari megi
Listaskálin er kamur um forvitnisliga framsýn-
ing hjá Øssuri Johannesen, listamanni í Runa-
vík. Hetta eru verk, sum bera boð um ein annan
vanliga. Daprar myndir í dókk-
um litum, men kortini lívgevandi á sín hátt
heim enn tann
Tað krevur sín listamann at
fylla karmarnar við einkar
sýning í Listaskálanum.
Í dag letur upp framsýn-
ingin hjá Øssuri Johanne-
sen, listamanni, har heili 57
verk eru at síggja.
Øssur Johannesen er 23
åra gamal og år Runavik.
Hann býr og virkar í Dan-
mark, og er í løtuni heima í
samband við framsýning-
ina.
Á framsýningini eru
málningar, linoliumsskurð-
ar og tekningar, abstraktar
myndir í myrkum litum ella
Vestfalskyrrindi
6. desember: Seinna kvarter
10. desember: Mánin næstur jørdini
13. desember: Tendring
svørt/hvitum, sum siga frá
menniskjalagnum á skugg-
asíðuni.
- Eg haldi, at livssøgan
hjá teimum sum hava tað
ringt, er meira áhugaverd
enn tann hjá teimum for-
kelaðu, sigur Øssur Jo-
hannesen.
- Eg royni at geva myndu-
num eima andliga megi,
soleiðis sum eg fati um-
heimin.
- Tað sæst kanska aftur í
myndunum, at eg eri tung-
lyntur persónur. Besta vápn
hjá mær móti tunglyndi-
num er eisini at skapa hesar
myndir, sum siga frá
menniskjum og lagnum
sum ikki eru spilt av
peningasamfelagnum, men
sum kortini havaeina streka
og dramatiksa søgu at siga.
- Tað er meira lekjidómur
í arbeiðinum enn í heilivági,
heldur Øssur Johannesen.
Ossur Johannesen hevur
fingið útbúgving sína á
listaháskúla og myndlista-
skúla í Danmark í sløk tvey
ár.
Sjálvur heldur hann ikki,
at tann nógva skúlagongdin
er so neyðug, men at tað er
meira umráðandi, at ein
listamaður arbeiðir nógv
við sær sjálvum, skal hann
fáa tað fram í myndum sín
um, sum hann hevur at oysa
av
Serlig fyrimynd er før
oysk list, og Øssur Johanne
sen heldur, at listaverkið
Tey ganga á vegnum og
bíða", hjá Ingálvi av Reyni,
er størsta dramatiska verk,
sum er skapt f Føroyum
Eisini Edward Munk er
ein fyrimynd og Chaim
Soutine, rusisskur jødi, sum
búði í Paris fyri seinna
heimsbardaga og Svend
Vig Hansen í Danmark, eru
fyrimyndir hjá unga lista-
manninum.
- Myndir tínar eru daprar
og dramatiskar, men kans-
ka ikki júst slíkar, sum
vanlig fólk vilja prýða sín-
ar stovur við?
- Eg royni at hugsa um alt
annað enn tað handilsliga,
tá eg arbeiði, tí annars er
eingin meining í tí, sum eg
geri. Tað er ikki høvuds-
endamálið, um tað kann
seljast ella ikki.
- Hugsar tú handilsiga,
dettur tú í eina veit, har tú
missir teg sjálvan burtur, og
Lýsingarfólk okkara er ráðgevari hjá fyrtøkum
Teiefon 118 20
- Teletan 147 20
Ossur Johannesen,
listamaður: - Eg haldi
at lívssegan hjá teimum
sum hava tað ringt, er
meira áhugaverd enn
tann hjá teimum
forkelaðu
so er einki vunnið. Skuldi
eg hugsað handilsliga, so
vóru hesar myndir ikki
skaptar
- Hví hevur tú valt at
fáast við myndlist?
Eg brúki listina til at fáa
kenslurnar út, sum berjast í
mær. Tað er ein sjálvrann
sakan í sjálvum sær, og ein
roynd at finna út av, hver
ein er, sigur Ossur Johanne
sen
Framsyningin í Lista-
skálanum letur upp kl. 15 í
dag. Hon er annars opin 10.
- 21 desember og frá 28. - 31
desember.
Upplaungartíðirnar eru
Mánadag til hósdag. kl. 15 -
17, og friggjadag til sunnu-
dag frå kl. 15 - 18.
orå: Dagn
Mynd: Kalmar