Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Misnøgdin Misnøgdin úti um landið er stór millum manna við virkis- politikkin hjá Fiskavirking. Fyritøkan, ið skuldi loysa trupulleikarnar hjá flaka- vinnuni og fáa fólk aftur í ar- beiði, megnar ikki at liva upp til teir stóru forvæntningar- nar. Sum sagt lovaðu bæði landsstýrið og stjórar, at eitt iveyciffrad tal av virkjum skuldi verða latin upp og ar- beiða. Hetta lyftið er ikki hild- ið og vónbrotið er stórt millum manna. Víst vita vit, at trot er á fiski, men vit mugu sam- stundis spyrja, um alt verður gjørt, sum gerast kann fyri at fáa hendur á tí fiski, ið hendur kunnu fáast á. Bátarnir landa niðri og virðismiklir arbeiðs- tímar á landi fara fyri skeytið. Lítið verður keypt av russara- fiski og virki liggja við turrum gólvi. Hetta fer ikki at bera til í londini. Hveitibreyðsdagar- nir hjá Fiskavirking eru av og nú er upp á tíðina, at fyritgkan fer at liva upp til tey krøv, al- menningur og landsstýri seta til hesa fyritøku. Her má vend koma í og tað í stundini! Eisini millum húkamenn prutlar undir lokinum og utt- an at vit kenna endaliga upp- skotið um kvotabýtið út í æs- ur, 8o sigast må at klossut er farid at i hesum vidbrekna máli. Landið hevur ikki ráð til eitt uppslítandi stríð millum veiðihættirnar. Politiska javnvágin tolir ikki eitt upp- slítandi stríð innanhýsis í samgonguni um hetta sera torføra mál. Eisini her må koma annað lag. Fiskivinnan og almenningurin hava krav upp á, at landsstýrið sum skjótast kemur við nýggjum útspæli við einum javnari býti millum húk og trol og millum ymisk skipa- og båtasløg. Til vildar gllum kann eingin gera, tað er so satt sum tað er sagt, men eitt skilabetri uppskot enn tað, ið nú liggur á borð- inum má og skal finnast og má hetta uppskot gerast so rættvíst sum tað nú einaferð ber til, so eingin kennir seg 6- rættaðan. ERR % Ég FÅ JOLAGÅVUR „ Arbokin Arsmappan Jolamerkini eru at fåa å øllum posthusum Altid bagir… Oli Jacobsen er aftur í øðini Nú um telefonpengarnar Forsøgan er, at ein meiri- lutu í løgtinginum setti pengar av á fíggjarlógini til endurgjald fyri samskiftis- útreiðslur hjá langfarafiski- monnum Tá ið útgjaldast skuldi mettu teir, ið skuldu skriva undir, at skrivaða heimildin ikki var góð nokk til at ávísa pening eftur. Nógv hevur verið prátað og skrivað um málið. Eg helt, at nú var nokk - 11 mánaðir eru farnir av ár- inum. Avgjøn varð tí at skera í gjøgnum og fara til tingid at fáa eina greiða heimild, so langfarafiskimenn kundu fáa sín pening. Sum sagt so gjørt. Lógin er í tínginum. Men Oli er framhaldandi í eðini Hví? Er tað ikki í lagi at teir, sum peningurin varð ætlað- ur til, fáa teir??? Eg haldi tað er tíð uppá. Virðingarmest Thomas Arabo Á Góðtaka ikki at landsstýrið tveitir ábyrgdina frá sær Í brævi til landsstýrið siga fakfelagsumboðini í stýr- inum fyri Arbeiðsloysis skipanina, at tey als ikki góðtaka, at útgjaldið í ALS verður lækkað. Tey grunda hetta á, at ein lægri útgjald- ing ikki kann nýtast, t longu sansar at hjá so mongum. Fakfelagsumboðini vilja ikki taka ábyrgd av fylgj- unum, um útgjaldið fer nið- ur um verandi upphædd. — Okkara stóða er tískil, at ábyrgd landsstýrisins er at útvega ta fígging, sum skal til aftrat fyri at geva teimum arbeiðsleysu ta trygd, sum er í verandi skip- an. Hetta kann antin gerast við eini játtan, ella við at landsstýrið veruliga fer til verka at útvega arbeiðs- pláss, stendur í skrivinum. — Vit kunnu ikki góðtaka at landsstýrið tveitir alla á- byrgd av teimum arbeiðs- leysu á ALS. Eftir okkara metung er tað heilt greitt, at landsstýrið ikki tekur tey stig, sum kundu verið møgulig, fyri at útvega ar- beiðspláss. Eitt nú, at tey uppskot um »arbeidsskap- andi nevndin« kom við í vár er fullkomiliga ignorerað. Fakfeløgini siga, at tå tey játtaðu at halda fram í ALS- styrinum, var tað við ti av- gjørdu fyritreyt, at lands- stýrið beinanvegin fór undir at útvega arbeiðspláss. Fakfelagsumboðini í ALS staðfesta, at stórt sæð einki er hent síðani tá, stendur m.a. í skrivinum frá fakfeløgunum tl landsstyr- ið. Dagny |