Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bjartskygni í Klaksvík TAÐ er ikki so langt síðani, at klaks víkingar ongan glotta sóu fyri framman Kósavirkið varð stongt og lægnan hjá virkinum var óviss. Nógv av skipunum lógu fastbundin við bryggju og framtíð teirra var eisini ókend. Í hesum fyrr- verandi størsta og so stolta fiskivinnu- plássi føroyinga var vónloysi við at fáa yvirhond. Hetta lítla samfelagið fyri norðan varð rætt og slætt vid at steðga heilt upp. SO koma bráddliga vend í. Fyrst var Kósavirkið leigað og nakað av fólki kom aftur í arbeiði. Síðani kom glið á, og skipini fingu nýggjar eigarar og tey fóru aftur til fiskiskap. Meðan arbeitt varð við eini felagssanering av flest øllum øðrum flakavirkjum kring landið royndu norðingar nú at fáa eina loysn, sum teir kundu liva við og ikki mist trúgva uppá. Og teir skuldu so eisini sanna orðatakið um, at tolin trivst. Tí tå avtornaði fingu klaksvikingar ta kanska bestu loysnina, sum nakar kundi hugsað sær, nevniliga eina einstakliga sanering, har teir sjálvir keyptu virkið aftur - mótvegis gongdini í restini av land- inum, har øll virkini fóru inn í móð- urfelagið Føroya Fiskavirking. TAÐ skuldi eisini vísa seg, at "Klaks- viksloysnin” var so mikið góð, at hon í dag hevur birt lív í aftur vóninina hjá klaksvíkingum. Hóast tað enn er ov tíðliga at frødast, ti mong eru skerini fyri framman, so hevur saneringin av vinnulívinum har skapt eitt heilt nýtt og lovandi grundarlag fyri framtíðar trivn- aði á plássinum. Tað er sum vit uppliva tað av nýggjum - hetta at Klaksvíkin enn einaferð leggur seg á odda sum ås FRÆLSI -— JAVNAÐUR — BRØDRALAG fiskivinnuplåss í landinum. Eingin ivi er um, at vid hesi saneringini eru lunnar lagdir undir eina sunnan vinnulivs- útvikling í Klaksvík, sum vónandi ikki bert fólkið har býr fær ágóðan av, men so sanniliga landið alt. Tí nettup hetta at Kósavirkið kemur at standa uttan fyri Fiskavirking ger, at vit fáa eina sunnan kapping á vinnulivsøkinum, nakað, sum so nógvir hava borið ótta fyri skuldi vera søga LEYGARDAGIN varð so stevnt til fundar á Kósini við tí endamáli at fáa klaksvíkingar at seta pengar í ný- stovnaða virkið. Efur øllum at dóma er hugurin til tess góður, spurningurin er so, hvussu nógvir pengar eru millum fólk. Her mugu vit so bara vóna, at m.a. tey fólk, sum av ótta fyri at missa stóru peningaognir sínar hava flutt teir av landinum, nú taka teir heimaftur. Tí hvat skuldi verið meira náttúrligt, enn at menn sum hava ríkað seg upp sum skiparar, maskinmeistarar, stýrimenn og eisini sum vanligir dekkarar á teimum “eydnuríku" fiskiskipunum mongu semastu árini, nú eru vid ul at fáa vinnulívið í gongd aftur! KLAKSVÍKINGAR fegnast um, at teir eru uttan fyri Fiskavirking. Teir líkasum kenna tað sum teir nú aftur liggja á odda og stinga út kósina. Teir hava fingið lívsvónina aftur og tí kunnu allir føroyingar fegnast við teimum um. Tað vildi í hesum sambandi verið náttúrligt at spurt, um Fiskavirking tå ongantíð átti at verið komið. Hetta er ein meira torgreiddur spurningur og ikki so einfaldur at svara, sum mong halda. Tí vit mugu ikki gloyma, at stødan hjá Kósavirkinum og restini av virkjunum í landinum var ikki tann - Jan Miller Biabioik: Randi Jacobsen - Dagny PA Sosialurin as Krisjan Dahi Joensen - Torfinn Smith - | Uposet PA $eslalurin Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Pres: PAL Press Pressan 1981 Jåstinus Eldesgaard sama. Eitt stórt danskt figgingarfelag átti tey flestu virkini í landinum, meðan táverandi eigarin av Kósavirkinum ikki hevdi so nógv virksemi í landinum annars. Ti kann hetta ikki uttan víðari sammetast. Tað eru tey, sum siga, at vit áttu- at kravt av Kreditforeningen Danmark, sum átu tey flestu virkini, at tað loyvdi eini einstaklinga sanering eins og gjørt varð við Kósavirkinum Hetta kunnu vit kjakast um ul démadag, men tað varð so ein felagssanering vid einum móðurfelag sum tað figgingarfelagid ynskti. Og so bleiv. Spurningurin um tað fólk á bygdunum høvdu farið at sett pening í nystov nad virki efur eina tvangsaukuón og í heila tikid tud upp á, at virkinum fór at verða lív lagað eisini efur tað, stendur ósvaraður. Møguliga hevði tað borið ul, møguliga als ikki. Tí mugu vit viðganga, at :líuð annað var at velja í enn ein felagssanering VIT vita, vid ti fiski, sum er til í dag, at tað hevði ikki borið ul at havt oll táverandi flakavirkini opin. Og ein eintaklinga sanering hevði so kunnað havt við sær, at vit aftur fingu kapp- ingina millum tey mongu virkini, og so høvdu vit aftur gamla mynsturið, har einki virki fekk nokk av fiski. Tað er ringt at vera eftirklékur í hesum máli, ti ein kundi jú eisini sagt, at vórðu virkini sanerað hvert sær, so høvdu tey verið so bilig at reka, at:tað hevði borið til við munandi minni nøgdum av fiski. Og at tað tá hevði verið kappingin um at vera bestur á tí einstaka virkinum, sum nát- túrliga hevði gjørt av, hver kom at yviliva. Og soleiðis kundi ein hildið fram at reksa upp møguleikarnar uttan tó at hava nakra vissu fyri, hvat veruliga hevði hent. Bústaður Argjavegi 26 66. ÁRGANGUR Argjum 110 Tórshærn Tølston: 11820 Tøletax 14720 FISKAVIRKING er so ein veruleiki, men um tað er komið fyri at verða er ein annar spurningur. Hetta er nakað nýtt og má sleppa at royna seg, men vísir tað seg, at hetta varð ein skeiv gongd, so mugu eisini her gerast broytingar. Og tað vil tíðin so vísa. Tað er neyvan nøkur létt uppgåva at skula umsita hetta stóra felagið, og givið er, at hava vit ikki tey réttu fólkini til tað, so er Fiskavirking kolldømt. Um núverandi stjórin fer at megna uppgávuna má so tíðin vísa, men tað at fleiri av okkara dugnaligastu monnum, sum nettup skuldu vera álitið í Føroya Fiskavirking hava vent fyritøkuni bakið, kemur ógvuliga illa við og tað má so vera nakað, ið má takast við í metingar okkara av leiðsluni. Fiskavirking er so tydningarmikil lívsnerva í okkara samfelag, at vit hava ikki ráð til at hava tey skeivu fólkini. Er tað so, at hesin "kolossurin” als ikki hóskar inn í okkara samfelag, so kann tað vera líka mikið, hver situr í leiðsluni. Men er hann komin fyri at verða og skal mynsturið við Fiskavirking roynast í langt inn í næstu eld, so mugu allar tær bestu kreftirnar brúkast ul endamålid. Og ul tess er ein professionell og skilagóð leiðsla lyklaorðið. Fiskavirking er enn ungt. Teir komandi mánaðirnir fara at vísa okkum, um Feroya fólk hevur givið teimum røttu fólkunum lykilin ul at leiða hesum fyri okkum øll so týðandi fyritðkuna. At tann dugnaligi parturin av oddamanningini longu hevur kvittað við fyritðkuna boðar tíanverri ikki frå góðum. Postadr.. Postsmoga 78 Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 06. januar 1994 kl. 14.20 tvangsauktion, (AS 394/93) over matr. nr. 24 b, Vágur beliggende Vági. Auktionen er begæret af advokat Jógv- an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 36715) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 326 kvm. stor grund, det bebyggede areal udgør 70 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 07.12 93 Mette Sogaard-Nieisen dim Tvangsauktion Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 06. januar 1994 kl. 14.00 tvangsauktion, (AS 403/03) over matr. nr. 771 b, Fuglafjørdur beliggende Fuglafjørdur. Auktionen er begæret af advokat Jógv- an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 36813) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 440 kvm. stor grund, det bebyggede areal udgør 106 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 07 12 93 Mette Søgaard-Nielsen dím Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Térshavn, afholdes torsdag den 06. januar 1994 kl. 15.00 tvangsauktion, (AS 499/93) over matr. nr. 640, Toftir beliggende å Heygnum, Toftir. Auktionen er begæret af advokat Frida Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 930676) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 607 kvm. stor grund, det bebyggede areal udgør 132 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nerisyn pá Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 06. 12 93 Mette Søgaard-Nielsen dim | | | | A"