hósdagur 16. desember 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vandi á ferð
VALIÐ í Ruslandi nú um dagarnar
hevur skelkað allan heimin. Hver hevði
gitt, at úrsliuð av hesum valinum skuldi
gerast, at ein super nationalistur skuldi
vinna! At ein Hitler-líknandi persónur
skuldi fáa flestar atkvødur í tí fyrsta
veruliga valinum í hesum stórveldinum!
EFTIR nógv politiskt rumbul í russiska
tjóðartinginum gjørdi Jeltsin forseti av
at skriva út val ul tjóðartingið umframt
val til nýggja stýrisskipanarlóg. Hetta
varð gjørt fyri at tryggja stórri stabilitet
í landinum, nú tað er so umráðandi at
fáa russiska búskapin aftur á fótur. Vit
minnast øll, hvussu Jeltsin við stríðs
vognum og herinum bardi niður
"uppreisturin" í tjóðartinginum, har
hann fekk bilbukt við fleiri av sínum
tåverandi argastu mótstøðumonnum
TAÐ mundi tf vera sum at fáa ein våtan
vet framman á, tå Jeltsin í vikuni frætti
årsliid av valinum. Tann sera høgra-
vendi og tjóðskaparsinnaði politikarin,
eisini róptur fasistur, Vladimir Zjiri-
novskij, tók øll á bóli. Undan valinum
varð hann baras skýrdur fasistur og
einkisigandi. Men úrslitið av valinum
gjørdist, at hesin orðaríki politikarin
vann stórt. Hann fekk meira enn 30%
av øllum atkvgðunum. Næstur honum
er kommunistaflokkurin við nakað
omanfyri 10%
ØLL tann vesturlendska pressan ger
nógv burtur úr valinum og alla staðni
kemur fram, at valúrslitið í Ruslandi er
ein álvarslig hóttan móti øllum
heimsfriðinum. Nú alt tókust at fara at
laga seg so ella so, verður myndin
fullkomiliga vend á høvdid og russar
seta sitt álit ul ein fasist av ringasta
slag. Undir valstríðnum legði hann
stóran dent á tað tj6dskaparliga: at
kunna stovna eitt nýtt Stórrusland við
øllum teimum gomlu løndunum. Hann
fór so mikið langt sum at siga, at bæði
Finland og Alaska skulu innlimast í
hetta stórríkið. Meiningar hansara um
onnur samfelagsvidurskifti eru so
víðgogndar og fasistiskar, at tað hevur
fingið hárini at reisast hjá flestu av
leiðarunum Í ti upplysta
vesturheiminum.
OG sanniliga er øll grund til at óttast
Enn veit nevniliga eingin, hvussu
valsigurin hjå hesum vandamikla
politikaramum fer at verða brúktur og í
hvussu stóran mun hann fer at fáa
nakað at siga. Sjálvur hevur hann longu
kravt at fáa vald og tað nógv vald eftir
valúrslitið. Jeltsin hava vit hoyrt lítið
til, helst tí at hann er skelkaður. Jeltsin
hevur kortini fingið stórri heimildir nú
eftir, at uppskotið til nýggja
stýrisskipan varð samtykt. Men
spurningurin er í hvussu stóran mun
hann fær rátt og stýrt landinum uttan at
taka størsta flokkin í nýggja
tjóðarunginum við upp á ráð.
TÁ hugsað verður um, hvussu nógv
kjarnorkuvápn eru í Ruslandi í dag og
hetta verður tengt at framgongdini hjá
fanatisku tjóðskaparmonnunum, so er
øll orsøk ul at óttast. Og hverja stæðu
hevur hermegin í øllum hesum kundi
verið spurt! Tað er kanska tann mest
áhugaverdi spurningurin. Tí velur her-
urin at stuðla Zjirnovski; kann tað fara
at skapa spenning og enda við einum
borgarakriggi í Ruslandi fyri ikki at tala
um krigg) við núverandi grannalondini
og fyrrverandi partarnar av Sovjet
samveldinum. Tað er greitt, at hesi
londini sum eitt nú baltisku londini eru
sera illa fyri, tí tey síggja høgraråkid í
Ruslandi sum eina álvarsliga hóttan
móti teirra sjálvsstýri
VALÚRSLITIÐ í Ruslandi fer at seta
ferð aftur á herdubbingina og vit hava
longu hoyrt amerikanarar siga, at teir nú
mugu til at umhugsa ætlaðu skerj
ingarnar á verjusíðuni. Kalda kríggið,
sum bráddliga endaði við Gorbatjov og
nidurtøkuni av Berlinmúrinum tykist nú
at kunna kykna uppaftur. Og eingin ivi
er um, at í Vesturheiminum, har pro-
fittur jú hevur so nógv at siga, har eru
mong fólk, sum fegnast um valúrslitið í
Ruslandi. Her síggja tey aftur ein
møguleika fyri at vinna pengar, og tað
viia vit, at tað eru nógvir pengar at tjena
í vápnadubbingini
HVOR hevur skyldina av, at valúrslitið
skuldi blíva hetta í Ruslandi er ilt at
vita. Men helst hevur Jeltsin sín stóra
part av skyldini. Ein kann sjálvandi
siga, at valúrslitið er bert ein spegils-
mynd av tí, sum bylgist millum vanliga
fólkið. Og hetta er rætt. Men vit mugu
heldur ikki gloyma, at russar eins og
onnur kommunistisk lond hava ikki
havt traditién fyri demokratiskum
valum og tí kann ein skilja, at ein
demagogur sum Zjirinosvskij hevur
havt lætt spæl. Hann spælir upp á teir so
vandamiklu men so fastgróvnu
tjóðskaparligu streingimar, ið vit vita
Bústaður. Argjavegi 28
Teisíon: 13820
66. ÁRGANGUR
118 Tórshærn
Toletax: 14720
Argjum
hava verið atvoldin til so nógvar
ræðuleikar her á jørð. Hann roynir
eisini at seta Tólkið upp ímóti
vesturheiminum fyri harvið og skal
hetta vera við at fáa fólk aftur at savnast
um gamla dreymin um eitt russiskt
stórríki. Stóru broytingarnar í landinum
frá áralangum kommunististiskum stýri
hevur eisini gjørt, at fólkið livir í armóð
og fåtækradømi. Og her síggja vit so
paralellimar til tað Tyskland, sum
Hitler neyðtók í 30-árunum, nettup við
miðvíst at gera vart við
tjóðskaparkensluna, háturið móti øðrum
fólkaslagum osfr
VIT eiga at síggja veruleikan í eyguni.
Eisini vii, ið á hesum klettum búgva.
Valúrslitið í Ruslandi kann fáa ålvars-
liga fylgjur fyri okkum øll. Tað einasta,
sum vit kunnu gera, er at royna at stuðla
teimum demokratisku og hummanis-
úsku kreftunum í Ruslandi. Tað hevur
verið sagt, at ein orsøkin til, at ein
fasistur fær slíkan vind í seglini í Rus-
landi er tann, at vit í Vesturheiminum
hava gloymt skyldu okkara mótvegis
fólkinum í landinum, sum eftir so langa
kúging og ófrælsi krevur at fáa hjálp av
bæði einum og ødrum slag. So í síðsta
enda kunnu vit takka okkum sjálvum og
ongum ødrum fyri, at heimurin aftur
verður Gtryggari at búgva í, og at
hernaðardubbingin aftur fer at taka dyk
á seg. Og so hugstoytt tað enn kann
tykjast: ein gongd, sum mong í Vest-
urheiminum eru fegin um, nú tann
múgvandi og blóðtysti vápnaídnaðurin
aftur kann koma á føtur og menna seg
| KENWOOD HI-FI
VIN
>
hátalarar
FI
- betri fæst ikki
— ———i
—
| 1, |
I ————> % Í
! Á tronic 64" |
| > Nami
Sverrisgeta 15
| Tórshavn - TIf. 17497
Ti HANGEONS H
ERE
0 LA AG