hósdagur 16. desember 1993síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 240 — 16. DESEMBER 1993 Síðag9
Fyrsti arbeiðsdagur á Klinkuni:
Nú skera teir upsa - 4
flak í Hósvík
Eini 15 fólk eru til arbeiðis í dag
=
Nýggjasta arbeiðsplássið í
Hósvík, Klinkan er farið
undir framleiðslu. Týs-
dagin seinnapartin royndu
teir flakamaskinurnar og
mikumorgunin byrjaðu teir
við fullari manning. Í fyrstu
atløgu fara millum 12 og
fimtan fólk at arbeiða á
virkinum.
Okkara myndamaður var
hjástaddur, og tók mynd-
imar á síðuni. Tær visa
arbeiðshungrandi hendur
og langt er í millum at vit í
dag skriva at virkir lata upp.
Vinnulivsmadurin, sein-
astu mongu årini, Osmund
Justinussen hevur keypt
virkið frá einum kreditt-
felag. Hann fekk virkið sera
bíliga, niðanfyri tvær milli-
Ónir og tí skuldu verið góðir
møguleikar fyri at hetta
virkið kemur at bera seg.
Osmundur var sjálvur hjá-
staddur týsdagin, men hann
kemur ikki hava dagliga
gongd á virkinum. Hann
hevur annað at takast við.
Stjórin eitur Sjúrður Jacob-
sen úr Havn og hann skal
leiða og luta sundur
arbeiðið á virkinum í Hós-
vík. Fiskurin til virkið skal
fáast til vega í fríari kapping
á uppbodssølunum. Sosial-
urin ynskir nýggju eigar-'
unum og hósvíkingum góða
eydnu við virkinum.
Osmund og ein flakakvinna hyggja at meðan Sjúrður greiðir frá. Mynd: Kalmar
EN oa
; ;
NY DEN LN NN
Tær skera dugliga, fremst å myndini Jyua Davidsen, longst de høgru Sólgerð Olsen
í miðjuni Emely Olsen. Mynd: Kalmar