Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Arbeiði í gongd ALT má gerast fyri at fáa arbeiði í gongd í landinum. Hetta verður end- urtikið aftur og aftur og eru vit øll so samd so samd um, at hetta er neyðugt. Spurningurin er bara, hver ger nakað við málið, og hvat kann gerast! Pol- itíkararnir og landsstýrið fáa mangt toyggið fyri ikki at gera nokk. Hesir harafturímóti vísa á, at tað er vinnulívið, sum skal taka sugini, meðan tað almenna bara skal vera við til at skapa fortreytirnar Í blaðnum í dag skjýtur javnaðarting- maðurin Henrik Old upp at landsstýrið við tað sama setir seg niður og leggur eina ætlan fyri, hvussu økta kvotan í Barentshavinum best kann troytast Hann heldur, at tað einasta rætta er nú alt fyri eitt at ngga djúpvatnstrolararnar ul, soleiðis at teir efur nýggjársaftan kunnu leggja frá bryggju og seta kós eystur í Barentshavið. Har skulu teir fylla lastirnar við stórum og góðum toski og síðani flyta hann heim til tey svøltandi virkini. Tað fer at koma sera væl við serliga í janaur mánað, har tað annars er líuð ul at fiski. Oftani vegna ringt veður. Hetta fer at seta gongd á arbeiðið í landinum og tað fer so aftur at lætta um trýstið á arbeiðsloysistrygg- inginå og støðuna annars HETTA ljóðar sera skilagott. Spurning- urin er so, hvussu verður við teimum stóru trolarunum, ið liva av Barents havinum. Tað er eingin loysn at byta fiskin út á fleiri skip, um tey skipini tå ikki fáa endarnar at røkka saman. Hertil er at siga, at fleiri av teimum stóru trolarunum hava fiskað so væl, at har hevur verið møguligt at leggja nakað niðurfyri. Tað er eingin ivi um, at landsstýrið nú má bera seg rætt at og hugsa um, hvussu tað fær fólk aftur í arbeiði. Hóast trolararnir eystan fyri hava "ått” kvotuna har, so må landsstýrið til at býta hesa kvotuna út á fleiri hendur, uttan tó at taka grund arlagið undan stóru trolarunum. LANDSSTYRID eigur eisini longu nú at leggja ul rættis, hvussu línu- og snelluskip sleppa upp í part, tá tann árstíðin kemur. Nettup tí er tað so Ómetaliga umráðandi, at okkara fólk royna at fáa sum mest burtur úr samráðingunum við norðmenn. Vón- andi fara norðmenn at taka aktuttu stóðu føroyinga við í metingarnar, tá teir skulu ul at gera endaliga av, hvat vit kunnu fáa av botnfiski í Barents- havinum. Hetta skylda norðmenn so sanniliga føroyingum VIT vóna, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur uppskouð frá Henrikki Old ul eftirtektar og longu nú gera eina ætlan fyri, hvørji skip skulu eystur. Kanska hetta kann vera við ul at birta upp undir vónina hjá fólki. Ting- maðurin efurlýsir annars stórri iniuativi frá landsstýrinum, tá tað ræður um at fáa virksemi í gongd. Hann sipar við hesum ul ta 6lukku, sum hendi í fjør summar, tá nógvur bíligur russarafiskur var til sølu, og vit einki gjørdu fyri at fáa hendur á honum. Herfyri hevði umboðsmaðurin hjá russum at mynd- ugleikunum og kanska serliga bank- unum fyri ikki at hava tikid av hesum møguleika. Neyvan fer fiskimálaráð- harrin at lata hesi orð sita á sær, nú nettup innkeyp av útlendskum fiski hevur verið eitt av hansara hjartamálum. Men ein sannroynd er tað, at vit lótu ikki við okkum koma, tá hesin bíligi fiskurin var til sølu, og fyri at hetta ikki skal endurtaka seg eiga myndugleikarnir nú av álvara at stinga út í kortið. Tað kundi verið áhugavert at hoyrt, hvat fiskimálaráðharrin hevur at siga til hesar spurningar og hverjar ætlanir hann hevur fyri komandi ár Tórfinn Smith, býráðslimur: Vit gjalda meðan bankarnir valda -og landsstýrið tykist ikki at vita síni livandi ráð Eingin er fegin um at neyðugt var at hækka skattaprosentið í Havn so négv sum nú varð gjørt. Men har var als einki at gera. Væl at merkja, skuldu kravboðini úr landsstýrin- um fylgjast -At rokna við 10 prosentum í minni inntøku næsta ár og at gjalda fullan avdrått. At eitt so mikið høgt skattaprosent fer at raka hart mangastaðni ivast heldur eingin í. Serliga tey, sum sita við stórum set- húsalánum. Júst hesi, sum nú í mánaðir hava bíða eftir teirri sokallaðu loysn, láni- stovnamir hava sagt seg arbeiða við. Tað var tí sera hugtungt at hoyra frá peningastovn- unum, at loysnin, hesir somu hava arbeitt við, í besta lagi munar upp móti hækkaða skattaprosentin- um í Havn. Til hetta kann í fyrsta lagi sigast, at hava lånistovn- amir ikki arbeitt vid eini frægari loysn enn henni, sum rikiliga kann viga upp móu skattaprosenunum, er liul nytta í henni. I øðrum lagi kundi verið áhugavert at spurt låni- stovnarnar hví teir júst nú eru farnir at hvína so óg vus- liga nú Havnin setur skatta- prosenuð upp Hvussu leingi hava ikki stórpláss aðrastaðni í land- inum ligið við einum mun- andi hægri skattaprosenti? Har búgva eisini fólk. Og har eru eisini sethús. Hví hava bankarnir ikki hvini um tey? Kann tað hugsast, at bank- arnir hava hugsað meira um sín egna tapsvanda heldur enn um tey fólk, sum koma illa fyri? Man júst hetta ikki vera orsøkin til hvinini nú, tá hugsað verður um set- húsamongdina í júst Havn- ni? Tað er líuð rós vert, at Tórshavnar Kommuna nú skal gerast syndanbukkur + hesum peninga- og makt- spæli hjá peningastovnun- um Hvar er politiska mótspælið? Men bankarnir skulu jú reka bankavirksemi og ikki poli tukk, hava vit fingið at vita. Munnu peningastovnar nakrastaðni í heiminum rekaso nógvan politikk sum júst her hjá okkum í hesum døgum? Og hvat sigur landsstýrið, sum skal eitast at vera okkara politiski- myndugleiki, til tað. Vit kunnu ikki blanda okkum uppí, verður sagt úr landsstýrinum, og so skundar landsstýrismaður- in í fíggjarmálum at leggja aftrat, at skjótt fáa vit ein føroyskan bankastjóra. Føroyskur bankastjóri skal vera vælkomin, men hann í sær sjálvum man muna eins líuð sum at mála bankan gulan ella grønan. Okkara poliuski leiklutur hevur verið, át veita sokallaða hjálp ul bankar- nar. Og hvat er hent síðani hendan mikla hjálp er veitt? Ein fólkaflyung sum ongantíð áður. Vit eru ikki bert við at missa eitt ættar- lið, men tvey. So at siga alt er steðga upp. Og útlitini - sum átti at verið ein glotti - eru tíggju prosent minni inntaka næsta ár. Eg loyvi mær at spyrja eftir einum kvalifiseraðum poliuskum mótspæli úr landsstýrinum til banka- ping-pong spæli við hampa- fólki. ligguballið kostar Tað skal vera mær langt frá at geva øðrum enn Tórs- havnar Byrådid sjålvum, ábyrgdina av teirri alt ov stóru lánibyrðu, vit nú noyðast at dragast við. løguballid úr áttiárunum kostar Tað er bert harmiligt og ófatiligt, at tað eydnaðist at økja nettoskuldina hjá Tórshavnar Kommunu úr 104 milliónum í 1985 og upp í 439 milliónir í fjør. Skuldin í mun ul skatta- inntøkuna var í 1985 78 prosent, og í fjør 233 prosent. Júst hesi árini tá pengarnir streymaðu inn í kommunukassan. Næsta ár fara vit at royna at gera iløgur fyri 10 milli- ónir. Til samanberingar kann nevnast, at bert tað eina árið - 1988 - gjørdi býráðið ílegur fyri 158 milliónir. Men tá skuldi skattapro- senuð haldast fyri ein og hvønn pris. Eisini hóast beinleiðis undirskot var á rakstrinum frå 90 til 92 upp á tilsamans 53 milliónir. Hetta verður ikki sagt fyri at revsa ella harta nakran. Bert fyri at geva havnafólki eina hóming av, hví fíggjar- ligu vidurskiftini í komm- unun: eru sum tey eru. -At landsstýrið nú setir kommununi tilikar treytir sum hesaferð bøtir ikki um støduna Tad er altíð skilagott at rinda bæði rentur og avdrátt til tíðina, men tá stødan er sum hon er, var einasta rætta at virka fyri avdråttarskoda Tað er bæði órealistiskt og Gansvarligt at krevja fullan avdráu, samstundis sum roknast skal við so stórari afturgongd í skattainntøk- uni. Og tað ringast av øllum, uttan at visa å ein einasta glotta. Heldur tvørturim6ti. Men eitt skal landsstýrið og øll onnur vita. Tað er, at hóast landsstýrið sigur, at kommunur ikki hava loyvi til at stuðla vinnuni bein- leiðis, fara vit at leggja alla orku í at birta lív í og stuðla vinnulívið í okkara øki. Ti ikki fyrr enn vit kunnu økja um okkara útflumningsvirði kann talast um, at positiv vend kemur í. Tórfinn Smith Ny auktion Det meddeles herved, at der pá tidli- gere bekendtgjort tvangsauktion (AS 472/93) v/ adv. Annfinn Hansen j. nr. 313/92 over matr. nr. 309, Tórshavn. der var berammet til torsdag den 09. december 1993, kl. 11.50, er begæret ny auktion, der afholdes torsdag den 13. januar 1994 kl. 12.00. Færøernes fogedret, den 13 12 93 Mette Søgaard-Nielsen dím — DD ØD >