leygardagur 18. desember 1993síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
STEREO
ANLEGG
Í
Nr. 242 — 18. DESEMBER 1993
FFH. 3031 - musíkkanlegg v/ CD
MW / LW / FM stereo (2x20 W) við øllum tekniskum |
hentøikum, hugsandi eru í dag |
4.995,-
Framúrskarandi
ljóðdygð
KYSHO
JAPAN NSX - 1 mikroanlegg
við hópi av tekniskum meguleikum
a 3.895,-
ljóðdygd
UNITED
UMC 354 musikkanlegg v/ CD
MW /UW / FM stereo radio (2x 10 W) við CD, dup. band-
upptakara, plátuspælara og øllum hugsandi
MEMOREX. —
| MINIANLEGG v/ CD 8 håtalarum
Wir
SS Se SEE
Ring, vit senda um alt landið
Box 49 - 600 Saltangarå - Tlf. 48940 - Fax. 48947
Gamalt fóroyskt leika á marknaðin:
At kasta kongar
—Påpi min lærdi meg at kasta kongar og nú royni eg at selja hetta
spæl. Hóast tað ikki er ókent millum manna, so eru tað tey fægstu
Tíðindablaðið ÆTI)
é %
þí +
A
,
sum duga at kasta kongar í dag, sigur Harry Jensen
Fyrr høvdu børn ikki so
nógv leikutoy at spæla við i
gerandisdegnum. Tað tey
spældu við høvdu tey evnad
ul sjålvi, burtur úr onkrum
burturkasu, ella høvdu tey
vaksnu hjálpt teimum. Ein
gjørð av eini tunnu kundi
nýtast sum lastbilur í
sandinum. Horn vóru væl
umtókt á heystardegi, tå
smádreingirnir spældi at
reka seyð. Okkurt træpetti
var telgt og hola og so var
báturin tøkur. Sjógóður og
skjótur, ferðaðist hann á
heimshøvunum í huga
heimi smádreingjanna
Tað eru fólk sum ikki
dáma, at tað sum er gott
hvørvur í gloymskuni.
Marius Johannesen, sáli,
var ein sannur brandur at
lofta gomlum síðum, áð-
renn teir hvurvu. Hann
skrivaði eina heila bók um
gomul spøl úr Føroyum og
nú taka teir ungu við eisini.
Í dag hevur ein ungur
skúvoyingur sett sær fyri at
vælumtókta spælið, "At
kasta kongar," aftur skai
gerast kent millum børn og
vaksin børn
Pápi mín lærdi meg
hetta spæl, tá eg var barn og
í heyst fekk eg hugskotið, at
fara at gera nøkur av hesum
spælunum, sum eg møgu-
liga kundi selja, sigur Harry
Jensen.
- Eg tók allar fø.turnar frá
slaktinum í heyst og rotaði
tær. Síðan eru tær kókaðar
og viðgjørdar við ymiskum
evnum, soleiðis at beinini
gjørdust snjóhvít, rein og
nosslig, sigur Harry Jensen.
— Eg havi valt at gera
kongarnar av seyði, tí hesir
eru so smáir, at tað er meira
spennandi at spæla við.
Gamalt var eisini fyrr at
nýta kongamar av neyti.
Í spælinum verða nýtt
fýra stykkir úr fótinum á
seyði. Talan er um fýra tey
niðastu, frá lagkleyvini og
niður.
24 lutir skulu úl fyri at
kasta kongar. Átta purkur,
átta jallar og átta kongar.
Eisini er neyðugt við einum
kasti.
Spælararnir, sum eru
tveir, seta seg yvirav hvørj-
um ødrum í gleivstødu.
Síðan verða kongarnir settir
upp við síðuna av hverjum
ødrum. Jallarnir verða settir
uttanfyri og purkumar
uttast. Verður spælið
uppsett í viftuskapi, so er
verð at raka. Fjarstødan
millum leikararnar avgera
teir sjálvir.
Ein annar háttur, er at
byrjað verður við einari
purku, tann sum so rakar
fær purkuna frá hinum.
Tann sum fyrst fær alt
spælið frá hinum hevur
vunnið.
Kastið skal ikki, sum
navnið sigur kastast, men
heldur sendast eftir gólv-
inum.
Spælið fæst hjá JJ Harra-
toy í Havn og kostar 75
krónur. Tá liggja lutirnir í
einum vøkrum seymaður
toyposa.
jústinus
Harry Jensen situr her
við purkunum fremst á
myndini, jallunum Í
miðjuni og kongunum
aftast. Mynd: Jan
Miller
þa“
UR