leygardagur 18. desember 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 242 — 18. DESEMBER 1993
Tummuas Arabo, fiskimálaráðharri:
Vit mugu
hava eitt
skinað
samfelag
Vit kunnu ikki longur liva við bara at lata standa til og einki
fyritaka okkum. Vit eru noydd til at tilrættaleggja framtíðina.
Lata vit standa til á fiskivinnuøkinum kvala vit samfelagið
spakuliga.
Hetta sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, sum í dag leggur lógaruppskot fyri tingið
um nýggja fiskiveiðilóg. Júst hetta uppskotið er eitt dómið
um, at landsstýrið ætlar ikki bara at lata standa til. Hann
sigur:
Trupulleikin hjá okkum
føroyingum í dag er tann,
at summir stovnar eru Ó-
forsvarliga smáir, serliga
hýsan og toskurin, og vit
vita, at aðrir stovnar eru í
vanda fyri at gerast Otor-
svarliga smáir
Tað eru tvær orsøkir til
hetta. Onnur er nátúrlig og
hin er, at veiðutrýstið hev-
ur verid ov han. Hvussu
nógv hver orsøkin vigar
dugi eg ikki at siga heldur
enn nakar annar. Vit
kunnu einki gera við ná-
tårligu orsøkirnar, men
veiðutrýsuð kunnu vit
gera nakað við. Vit settu ti
bygnadamevndina fyri at
kunna siga, hvat fyri flota
vit skula hava fyri at
byggja stovnarnar upp-
aftur
Bygnadamevndin
-Hvørja ferð tveir mans
mótast Á gótuni, so tori eg
at svørja upp Á, at teir eru
ósamdir um, hvussu flotin
skal síggja út, og tað
uppdagaði bygnaðar-
nevndin sera tíðliga. Tað
gekk so ikki at fáa eina
semju um tað, og vit vita,
at tað er émøguligt í ting-
inum at fáa eina semju, ú
tað eru so nógvar mein-
ingar.
Tí setti bygnaðar-
nevndin sær sum mál at
fåa eina mekanismu, sum
ger, at flotin ullagar seg
sjálvur eftir tilfanginum
vid teimum
avmarkingum, sum ein
slík mekanisma má hava.
Her skuldi takast hædd
fyri stovnsrøkt, at fiskurin
varð veiddur út frá figg)
arligum sjónarmiðum, og
ti endaði hetta við eini lóg
um umsetiligar kvotur
Eingin frægari loysn
Tummas Arabo sigur, at
hann hevur endavent
hesum aftur og aftur og er
hann kom til ta sann-
føring, at tað finast eingin
betri loysn. -Tá tað verður
rópt um kvotur, so má eg
bart út siga, at eg alla
tíðina havi sagt, at bara at
hava TAC hjálpir einki, ti
so fara menn út og fiskast
sum harðast ul liðugt er,
og so liggur alt. Eingin
útviklingur er í tí.
Men kanst tú seta í
gildi umsetiligar kvotur,
soleiðis at fiskimadurin
kann byrjar at spekulera
figgjarliga, og sama reida-
rin, so trågvi eg, at vit
kunnu fáa eina góða
skipan.
-Men tað verður víst á,
at henda skipan er mus-
eydnað alla aðrastaðni!
-Tað er ikki rætt. Eing-
in hevur havt eina skipan
sum vit leggja upp ul.
Hetta er ein skipan, sum
ikki er roynd aðrastaðni.
Danir hava ikki slíkar,
norðmenn bert í sera av-
markaðan mun, og íslend-
ingar eru nústaðni nú
farnir yvir til tað. Sjálv-
andi hava vit lært at
mistøkunum, sum
islendingar hava gjørt. Og
tad vit kunnu finnast mest
at har er, at arbeidsplåssini
á landi eru flutt út á sjógv
á stórar
verksmiðjutrolarar. Í tí
lógini vit leggja fram ber
hetta ikki til.
Hava tíkið hædd
fyri nógvum
-Vist verður so eisini á, at
tú kanst ganga í landi og
leiga kvotur út og liva av
ti!
-Leigar tú eina kvotu út
í tvey ár fellur hon aftur til
landið. Vit hava lært av
skeivleikunum hjá ødrum
eisini á hesum øki.
-Men er ikki vandi fyri,
at tað fer at verða snýtt og
svindlað við hesum kvot-
um?
-Tað er ikki rætt. Før-
oyar eru eitt so lítið land,
at innvegingarstødini
verða fá, at vit kunnu
stýra skipanini. Tað eri eg
fult sannførdur um
Landið er so líuð, at
fjúrtan dagar eftir, at ein
toskur er tveittur út aftur á
Føroya Banka, so vita vit
tað.
Tummas Arabo sigur
víðari, ai landsstýrið er als
ikki hugað fyri at stovna
nakran politistat í so máta.
Tað er als ikki neyðugt, tí
at meta okkara fiskimenn
sum røvarar er skeivt.
95% av fiskimonnunum
halda seg til tær reglur og
lógir, sum eru.
Ikki frítt longur
Hann sigur víðari, at vit
mugu viðganga, at tað
heilt fria veiðumannasam-
felagið er tíavnerri ikki til
longur. Øl veiða í
framtíðini kemur at verða
undir skipaðum viður-
skiftum.
-Men er tað javnaðar-
politikkur, at nøkur få
skulu sleppa at eiga til-
feingid undir Føroyum?
-Ein kann siga, at tað
er ímóti javnaðarprin-
sippum, men eg eri ikki
samdur í tí. Eg trúgvi upp
á eitt arbeiðsbýti í sam-
felagnum. Teir, sum duga
at fiska og hugsa fíggj-
arliga á sjónum skulu
sleppa at gera tað. Vit,
sum arbeiða á landi, skulu
bara gera okkara arbeiði
væl. Gongur tað væl hjá
teimum, sum arbeiða á
sjónum, so fellur altíð
nakað av til samfelagið.
Tummas Arabo sigur,
at skipan er so lidilig, at
->
Tíðindablaðið (571)
MRD 950
Multímac
Lætt & skilagott í bruki — eingir
knøttar á móttakara — ALT er á fjar-
stýringini.
Við PACE MRD 950 Multimac kanst tú m.a.
eisini taka Pai, DM-MAC, D2-MAC og Eurocrypt-
kodaðar sendingar.
120 kanalir at programmera eftir vild, kortlesari,
frekvensur 10.850—12.900 GHz, 2 parabol-LMB-
inntek, stigleys ljóðstilling (stereo á mono), dansk- |
ir undirtekstir á D2-MAC-kanalum — og ALSKYNS
ADRIR HENTLEIKAR.
Fæst vid Við 90 cm 3 795
90-100 peraboli 7] 5 |
| 8 120 om |
við 100 em
glasfipur
paraboli
4.795,-
Ring, vit senda um alt landið
SatrOnic
Box 49 - 600 Saltangarå - Tlf. 48940 - Fax. 48947