Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgd politikaranna LØGMAÐUR nam í nyggjårsrødu síni við nógvar týdningarmiklar spurningar, ið vit øll, sum í hesum landi búgva, eiga at geva gætur. Ein teirra var spurn- ingurin um, hvgr stýrir hesum landi og hvør avger lagnu okkara. Løgmaður vísti aftur teimum atfinningunum, sum hava verið frammi um, at tað í veru- leikanum eru danir, sum stýra Føroyum. LAGNAN hjá Føroya fólki liggur í okkara egnu hondum, og tað er okkara fólkaræði, ið skal taka tær neyðugu av- gerðirnar segði løgmaður og legði aftr- at, at hetta eru avgerðir, ið skulu byggja upp sjálvsálit, styrkja sjálvsvirðing og samleika okkara sum føroyingar. HESUM eru vit fullkomiliga samdir við løgmanni í, og eisini tå hon sigur, at tað er avgerandi, at vit varðveita okkara trúvirði mótvegis umheiminum, tá hugsað verður um viljan at gjalda okkara skuld aftur. TAÐ er eingin, sum sigur, at stødan ikki er torfør og at tað verður ringt at koma igjøgnum kreppuna. Møguliga vil tíðin eisini visa - um stødan bara versnar - at vit megna ikki at halda allar okkara skyldur, og at tað tí tá verður ein nýggj stóða, sum má takast upp til viðgerðar við bæði fíggingarstovnar og eisini donsku stjórnina. Men tað altumráðandi er, at vit ikki nú kasta frá okkum - geva skarvin yvir - og bara seta okkum hendur í havn og bíða eftir, hvat síðani hendir. Tað er vissuliga okkara skylda at gera alt vit eru ment fyri at halda okkara skyldur og eisini tær avtalur, sum vit nú hava gjørt. Og vilja vit framvegis varðveita rættin til at vera føroyingar og sjålvi avgera lagnu okkara, so mugu vit eisini vísa ábyrgd og ein grundarsteinunum undir hesi ábyrgdarkenslu er trúvirði og álit, sum løgmaður so rætt var inni á í síni nyggjårsrødu. TÅ løgmadur sigur, at tad er okkara fólkaræði, sum skal taka tær røttu avgerðirnar, so meinar hon her helst vid okkara fólkavaldu politikarar. Veljara- kanningar, sum eru gjørdar í seinastuni visa, at virðingin fyri politikarunum er ikki serliga stór. Tað er tó ein sann- roynd, at vit hava teir politikarar, sum vit sjálvi hava ynskt. Og tað er eitt ár til val og júst hetta eina árið kann vera av avgerandi týdningi fyri okkara framtíð og ikki minst fyri framtíðina hjá kom- andi ættarliðum av fóroyingum. Hvat vit tí halda um politikararnar ella ikki, so mugu vit boyggja okkum fyri tí sannroynd, at vit hava valt teir at sita í fýra ár. Ístaðin fyri at fara í andstøðu til hesar politikarar eiga vit at seta teimum strong krøv í hesum ári, krøv sum løgmaður nemur við í síni rødu, har hon vísir á, at avgerðirnar, sum skulu takast í hesum ári, skulu byggja á sjálvsálit, styrkja sjálvsvirðing og samleika okkara sum føroyingar. EITT er so tað, at Føroya fólk krevur nakað av politikarunum, nakað annað er, at politikararnir so sanniliga eisini eiga at krevja nakað av sær sjálvum. Teir hava biðið um loyvi at stýra hesum landinum, og nú landið alt er í kreppa av nógvum ymsum orsøkum, mugu teir brúka allar kreftir sínar til at betra um støðuna. Og minstakravið fyri at nakað kann koma burtur úr er, at politikararnir gevast við sínum innanhýsis kegli og brúka sína tíð til at finna konstruktivar loysnir. Hóast tað eigur at verða pláss fyri fleiri meiningum í einum flokki og eini samgongu, so hevur henda seinasta tíðin borið bráð av, at samgongan og flokkarnir innanhýsis eru ósamdir um fleiri stór og týðandi mál og í nógvum fórum ganga beint ímóti teimum fólk- um, sum teir hava sett í landsstýri. Hetta má halda uppat. Alternavið er at landsstýrismanningin má pakka saman og lata aðrar sleppa framat. Men hetta hevði einki minni enn skomm og á- byrgdarloysi í eini tíð, tá vit hava brúk fyri stabiliteti. VIT tulka orðini hjá løgmanni í nýggj- årsrøduni sum ein innilig áheitan á allar politikarar um at vísa ábyrgd móti tí sessi teir eru valdir í, nevniliga fyrst og fremst at tæna landsins áhugamálum. Megna teir ikki hetta, tá mugu teir eisini góðtaka veljarans dóm. EFTIR okkara tykki átti tað at verið skyldan hjá øllum politikarum at luttikið meira í almenna orðaskiftinum. Ein av týdningarmestu grundarsteinunum undir fólkaræðinum er nettup ikki bert møguleikin at kunna siga sína hugsan men so sanniliga eisini ábyrgdin til at gera tað. Her má tíanverri sigast, at føroyskir politikarar, og her er eingin flokkur undantikin, i alt ov litlan mun gera brúk av hesum sjálvsagda rætti. Og tá tingmenn loksins taka blaðið frá munninum, tá er tað ofta briksl oman á briksl hvør móti øðrum. Okkum tørvar politikarar, sum hava eina meining og tora at koma fram vid henni. Men eisini politikarar, sum hava evnini til at lurta eftir ødrum meiningum og viðgera tær í eini heild gllum samfelagnum til frama. Nú er valår, og tá plagar ein at taka til, at tå síggjast politikararnir aftur í fjølmidl- unum. SUM alment tíðinda- og tjakblað bjóða vit hervið politikarunum til at vera partur av orðaskiftinum. Vit vóna og rokna við, at teir taka av hesum tilboði og harvið vera við til at geva orða- skiftinum um, hvussu vit fáa hetta landið aftur á fótur, eitt gevandi og positivt innihald. Ein av orsøkunum til, at fólk kenna seg ørkymlad og ótrygg í hesum tíðum, er nettup tann sannroynd, at ov nógvir politikarar liva eina fjalda skuggatilveru og als ikki síggjast ella hoyrast í tí almenna tjakinum. Og tá teir koma fram so er talan oftani um egináhugamál so ella so, heldur enn at tosa sum landspolitkarar, ið taka stød- una í landinum í fullum álvara. Nú eru tað helst mong, sum siga, at vit hava hoyrt nokk til hesar politikarar. Gamaní, men samtíðis mugu vit gera okkum greitt, at vit hava valt teir til at gera eitt arbeiði, og tað er hetta arbeiði, sum teir nú skulu sleppa at fullføra. EIN av høvudsorsøkunum til ta kreppu vit eru komin í er nettup tann sann- roynd, at sakligt og ærligt orðaskifti hevur ikki verið í Føroyum. Her eiga fjølmiðlarnir og har ikki minst teir al- mennu sína ábyrgd. Men fyrst og fremst er orsøkin tann, at politikararnir og haraftat fólk í leiðandi og týðandi sam- felagsstørvum ongantíð hava viljað “bekent kulør” á einum sakligum og objektivum grundarlag. Vit kunnu bert taka eitt dómi. Hvar vóru politikararnir, samfelagsfrødingarnir, búskaparfrøð- ingarnir, verkfrødingar osfr. tå táverandi leiðslan í SEV í ramasta álvara fór undir eina vatnorkuútbygging, sum fór at kosta milliardir og hvert fortreyt var ein framhaldandi himmalhøgur vøkstur í nýtsluni! Tá vóru tað bert fáar røddir, sum tordu at tala at. Høvdu fleiri fólk tá verið meira virkin í orðaskiftinum, tá hevði henda útbygging ikki verið byrj- að. VIT vilja tí fegnir taka løgmann á orðið, tá hon sigur, at lagnan liggur í okkara egnu hondum, og at tað eru okkara fólkavaldu, sum skulu taka avgerðirnar. Undir gllum avgerðum eigur at liggja eitt upplýsandi og sakligt orðaskifti og tí siga vit við nýggja árinum: fram “úr buskinum” allir politikarar og luttakið í almenna orðaskiftinum og vísið, hvat tit standa fyri og duga. Vísið um tit eru lands- politikarar og um tit taka stóðu Føroya lands í fullum álvara og um tit ætla at liva upp til orðini hjá løgmanni í nyggjårsrøduni. Vit heita tí á politikar- arnar og onnur vid um at taka av tilbodi okkara at brúka blaðið til eitt positivt og gevandi tjak. Gott, Egi! Góða Dagmar... Nú jólini eru farin aftur um bak, helt eg, at eg skuldi skriva tær hesa lítlu heilsan við tøkk fyri tað farna árið og sjálvandi við bestu ynsjunum fyri kom- andi árið. Tú veitst ikki, hvussu glaður eg varð, at síggja tíðindini í Sosialinum um, at enn einaferð var metumsetningur hjå okk- ara einkarråsu — orsaka, eg meini sjålvandi okkara einkar- barni. Ikki gjørdi tað meg sért ernan at vita, at eg var partur av hesum metumsetningi. Jú, Dagmar góða, har stóð eg uttan fyri >Rúsuna< í vátaslettingi og vindi, hendan lítlajólaaftan. Men hvønn tydning hevur tað, atstanda og bíða ein lítlan hálv - an tíma fyri at koma inn í hetta >forjettaða landið<. Naglakuldin og kavin varð gloymdur, tá tú so komst gang- andi framvið, við einum fittum smíli til okkum, ið har stóðu og bíðaðu. Hevði tað ikki verið tann langa bíðirgðin, so hevði eg lopið til og bjóða mær at borið ein av Bónus-posunum ella kanska posan frá Jysk Sengetøjslager. So hugaligt, at tú hevði tiki3 tær stundir at keypa seinastu gávumar og krásið. Hetta var nú ein hugnalig løta, vit stóðu og bíðaðu eftir at sleppa framat, tíð var at lata tankarnar sveima. Mangt er undarligt, sum til dømis hví tú valdi at leggjarús- una eitt stað, har lítið og einki pláss var at seta bilin frá sær. Ella hví eitt stað, har tveir bilar illani kunnu metast í brekkuni niðan á fjallið. Men sum tíðin flýgur, tá fel- agsskapurin er góður; tað tykt- ist ikki meir enn sum ein lítil løta, so var eg komin innum. Nú gleddist eg um, at eg hevði latið meg í gummistyvlarnar, tá eg fór heimanífrá. Komin beint inn um dyrnar, stóð eg í einum fittligum hyli. Hevdi sonurin verið við, so hevði hann kunnað flotað sær hola- bátin. Men hvat, nú var eg inni, og góða Dagmar, gott at tú fekst einarætt, tá tú opnaði. Ivist stórliga, um tú hevði gjørt tankar um, hvussu avgreiðslan skuldi fara fram, til dømis um høgtiSimar — alt avgreiðslu- helið er jú til støddar sum ein miðalstórur gangur í einum sethúsum frá mitt í 80-unum. Hvat bilar, nú nærkaðist, starvsfólkini runnu aftur og fram, og skjótt var mitt tørn. Sum tú eisini veitster gamalt, at sein kúgv fær skitið gras, so eitthvert, eg hevði ætlað mær, var útselt. Onkran dropan fekk eg tó keypt, so jólini gjørdust ikki heilt turr í ár. Eitt skulu tit eiga — tað hendir meira enn so, at starvsfólkini eru bæði blíð og fyrikomandi, tó tykist teirra vitan um veruna, tey selja, vera sera avmarkað, men sjálvandi: Tit skulu jú selja sum minst. Ætlanin var ikki, at hendan jólaheilsan skuldi gerast so drúgv, so eg fari at enda nú. Við blíðum heilsanum frá einum góðum vini J Gott, Egi og øll tit, ið luttóku í framførsluni hjá Grimu av leikinum Royndin, sum var framførdur í Norðurlandahús- inum. Tú fekst beinanvegin var- hugan av, at hetta ikki var nak- ar vanligur sjónleikur. Bæði palluppsetingin og hvussu stólarnir vóru settir í mun til pallin var ikki sum at sita til vanligar framførslur. Ljós og ljóð og at leikurin fór fram so tætt, har tú sat, fekk teg at sita sum á nálum og bíða hvat nú fór at henda, tú líkasum var við í hendingunum, sjálvt um tú onki visti um leikgongdina frammanundan So kann verða spurt, hvat » Blindastovnur Føroya heyur opið måndag-friggjadag kl. 9-16. Telafonir: 18222 og 19288. fekst tú burturúr leikinum? — Ja, eina leikandi lætta fram- førslu, har somu leikarar høvdu fleiri ymiskar leiklutir, sum tey megnaðu til fulnar. Tú fekk eisini eina kenslu av teirri tíðini, tá Nólsoyar Páll livdi — tað órættvísið og ta neyð og somu undirbrotligheit fyri danskinum — tá sum nú. Hesar fáu reglur, bert fyri at siga tykkum leikstjóra, leikar- um og hjálparfólki, at tað var eitt stórt upplivilsi at síggja henda leik — tit eru 6før! Tað eru slíkar løtur okkum tørvar — í hesum døgum. Gott nýggjár og góðan byr! Arni