Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 2 — 5. JANUAR 1994 st Fiskavirking Leivur Mikkelsen, sum er formaður í Havnar Arbeiðs- gevarafelag, starvast sum roknskaparleidari í Føroya Vit mugu verja borg - Tad er trupult, men vit finna uppå okkurt, so vit fáa meira virksemi i ár, sigur Leivur Mikkelsen, formaður í Havnar Ar- beiðsgevarafelag Øll munnu vera samd um, at nú ræður um at fáa okkurt at henda, so meira arbeiði verður í landinum. - Tað er trupult, tí rávgran erso avmarkað. Vitroynaat keypa fisk til virkini, men kappingin er hør3, sigur Leivur Mikkelsen, formað- ur í Havnar Arbeiðsgevara- felag. - Vit eru komin væl, áleiðis við at fáa hægri góðsku á okkara vørum, men tað er ikki nóg mikið bara at framleiða. Vit mugu eisini duga at keypa og selja, og á tí økinum eru vit møguliga ov veik, sigur Leivur Mikkelsen. Hann er ikki millum tey svartskygdastu í landinum, sjálvt um hann hevur ilt við at fáa eyga á nakrar glottar. Tað verða hóast alt gjørdar ymsar royndir kring landið, men tað gevur bara ikki so nógv arbeiðspláss. - Vit mugu fram um alt royna at verja borg, laga okkum eftir umstødunum og standa okkum í kapp- ingini. So mugu vit eisini vóna at finna onkrar óvan- ligar loysnir, so at tær ætl- anir, sum finnast, kunnu setast í verk. Tað ræður um at finna uppá okkurt heilt nýtt, sigur Leivur Mikk- elsen. randi Tíðindablaðið GSK 14 kommunur klára seg ikki Embætisfólk hjá kommunum sita nú og rokna, hvat skal til fyri at hjálpa kommununum úr stóru skuldint Seinni i hesi vikuni ella fyrst í næstu viku fer kommunubólkurin vænt- andi at hava fund aftur um kommunuskuldina. Bíðað verður í løtuni eftir, hvat embætisfólk komm- ununnar koma til. Tey sita og rokna, hvat skal til av rentuniðurskriving, soleið- is at kommunurnar allar verða førar fyri at halda sínar fíggjarligu skyldur. Hetta málið hevur drigið nógv út Fyrst bíðaðu kommunurnar eftir lógini, sum landsstýrið gjørdi, og sum sigur, at javnvág skal vera á fíggjarætlanini, og at seta kommunur skattapro- sentið upp á 23, góðtekur landsstýrið hall á fíggjar- ætlanini. Henda lógin varð sam- tykt, og so varð bíðað eftir, atskattaprosentið varð ásett fyri allar kommunurnar. Og nú rokna tey. Fleiri kommunur eru sera illa fyri. 14 kommunur hava nú skattaprosentið 23, og eingin teirra mega kortini at gjalda allar rentur og av- dråttir. 27 mi6. i grunnin Landsstýrið metir, at tað fara at koma 27 mió. krónur í ár í grunnin, sum komm- unurnar nú skulu gjalda til, og ætlanin er, at hesin grunnur skal fíggja ein part av kommunuskuldini. Eingin kunngerð er tó enn gjørd fyri, hvussu grunn- urin skal útgjalda. Fleiri av lánunum hjá kommununum hava sera høga rentu, og roynt verður nú at finna eina loysn, so hesi lán verða umløgd til lægri rentu. Lánini eru bæði føroysk lán, útlendsk bankalán og kredittfelags- lån. Rentulækkingin kann bóta um ein part av komm- unuskuldini, men Øvist er, um hetta tiltakið verður nóg mikið. Ein kommuna, sum er sera illa fyri, er Skála kommuna. Henda kommuna ætlaði at hækka skattaprosentið úr 19,5 upp í 19,9, men so komu boð úr landsstýrin- um, at skattaprosentið skuldi upp á 23. Eingin hjálp Símun Pauli Berg, bygdar- ráðsformaður á Skála sigur, atsambært teirra útrokning- um hjálpir hetta einki. Skattainntøkan verdur kortini ikki meira enn fýra mió. krónur, og tá skatta- prosentið er so høgt, er stór- ur vandi fyri, at uppaftur meira fólk rýma úr komm- ununi. Higartil eru longu eini 20 farin umframt teir mongu útlendsku hand- verkararnar, sum einaferð arbeiddu á Skála. Komm- unan er annars væl fyri á tann hátt, at tað hevur verið vælav arbeiði á skipasmiðj- uni. Høg renta Men skuldin er ikki at fáa tamarhald á. Í fjør vantaðu næstan tríggjar mió. krónur í fyri at fáa endarnar at røkka. Samlaða restskuldin var við ársskiftið 33,9 mið. krónur við miðalrentuni 14,7%. Skála kommuna er gott dómi um, hvussu tung lånini eru at gjalda. Fyri níggju árum síðan tók kommunan 10 mið. krónur í realkredittláni. Av tí at kommunan ikki hevur megnað at goldið rentur, kemur morarenta uppá, og hesi lán hava higartil kostað kommununi 18 mió. krónur. 13 mió standa enn sum skuld. Í fjør var bara mora- rentan 1 mió. krónur. - Vit vita framvegis ikki, hvat kann gerast. Tað er í hvussu er greitt, at komm- unan ongan livandi møgu- leika hevur at gjalda skuld- ina. Vit hava annars gjørt alt, ið gerast kann fyri at spara. Eingin kommuna hevur skorið so nógv niður sum vit, men tað er kortini ikki nóg mikið, sigur Símun Pauli Berg, formaður í Skála bygdarrådi. randi Skála er bara ein av teimum 14 kommunum, sum ikki fáa figgjarætlanina at hanga saman, sjálvt um skattaprosentið er sett upp igjøgnum Þ í