mikudagur 5. januar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 2 — 5. JANUAR 1994
Tíðindablaðið
Sólarn úr Gøtu og Jo-Anne úr Durban hittust í kibbutz:
Ometaliga vakurt í Førovum
Orð: Dagny
Mynd: Jan
- kanska ti kærleiki mín býr her
Jo-Anne og Sólarn hittust í kibbutz í Ísrael.Tá Sólarn fór heimaftur í august mánaði var
starvstíðin hjá Jo-Anne ikki av, men ein mánaði seinni kom hon til F. øroya. I dag fer Jo-Anne
avstad, og í summar hittast tey ungu aftur - væntandi í Durban í Suðurafriku
Sólarn Solmunde er 20 ára
gamal maður í Gøtu, og
hann fór í fjør í kibbutz í
Revim, har suðuri í landi-
num í Israel.
Jo-Anne er 22 åra gomul
genta ur Durban i Sudur-
afrika, og hon fór at vitja
gamla landið. Hon er jødi.
Millum koppar og borð-
iskar í køkini í kibbutzini,
hittust tey bæði ungfólkini,
og tey gjørdust góð við
hvert annað.
Tá tíðin hjá Sólarn var av
14. august í fjør, fór hann
heimaftur. Jo-Anne var í
kibbutzini til 6. september,
men ístaðin fyri at fara út at
ferðast, sum ætlað, helt hon
beina leið til Føroya at hitta
Sólarn og familjuna í Gøtu,
og har hevur hon verið til í
dag. Nú fer Jo-Anne avstað
aftur.
Njóta tilveruna
Ætlanir hennara er at vitja í
Hollandi, haðani mamma
hennara er, og í Onglandi.
Tey ungu eru ikki fegin
um at skiljast, men tá tað
bert er fyri eina tíð - Sólarn
fer til Suðurafrika um nak-
rar mánaðir - so hava tey
góðar vónir fyri framtíðina
kortini.
Jo-Anne hevur arbeitt
innan ferðavinnuna í Dur-
ban, og hetta arbeiði fær
hon aftur, tá hon kemur
heim.
Sólarn fær væntandi ar-
beiði á eini matstovu. Tey
fara at fáa sær eina íbúð,
men annars eru framtíðar-
útlitini hjá teimum báðum
fyribils, bert at vera saman
og njóta tilveruna.
Jo-Anne sigur, at viður-
skiftini í Suðurafriku eru so
Óviss, og at eingin veit, hvat
hendir, tá val verður í
Suðurafrika í apríl mánaði.
Ófriður í samband
við valið
Eini 38 mið. fólk eru í Suð-
urafriku, og vandi er fyri, at
tað verður ófriðaligt í sam-
band við valið 27. apríl, tá
Mandela ivaleyst verður
valdur í tjóðartingið.
Jo-Anne hoyrir til ensk-
talandi hvíta minnilutan í
Suðurafriku, og tey hava
havt gott samband við
svarta meirilutan.
Umframt hesi er ein annar
hvítur minniluti, sum tosar
suðurafrikanskt.
- Tað er stríðið millum
hesi hvítu og tey svertu,
sum fer at elva til bardaga í
Suðurafriku, sigur Jo-
Anne.
- Har eru eini 5000 hvítir
suðurafrikanarar, sum vilja
berjast móti nýggju stjórin-
ini, og aftrat sær hava tey
eini 15000 viðhaldsfólk,
sum taka undir við hesum
ætlanum, sigur Jo-Anne.
- Í Durban hava vit einki
merkt til ófriðin higartil,
sum mest er farin fram í Jo-
hannesburg og Kape Town,
men nå veit eingin, hvat fer
at henda. Eg rokni vid at
Mandela kemur til, men av
tí at tað verður ein blandað
stjórn, vóna vit tað besta.
Øl eru bangin
- Stúrir tú fyri framtíðini?
- Øll eru bangin í Suður-
afrika í dag, og taðeri eg eis-
ini. Framtíðin er óviss. Eg
eri eisini bangin, tí eg ikki
eri von við harðskap og 6-
frið, og eg rokni við, at tey
hvíti suðurafrikank talandi
fókini fara at elva til ófrið.
Tíbetur er hetta ein lítil
minniluti, og væntandi fær
hann ikki undirtóku uttan
fyri sín egna bólk.
- Ert tú ikki bangin at
fara til Suðurafrika við
hesum útlitum Sólarn?
- Jú, sjálvandi er tað ikki
sum at siga tað at fara, men
eg fari bert, um tað ikki
verður so ringt sum í Jugo-
slavia.
- Hvat siga foreldrini hjá
tær?
- Vit hava ikki tosað so
nógv um tað. Hinvegin, so
er einki at gera hjá mær her.
Eg hevði arbeiði á fiska-
virkinum í Gøtu, áðrenn eg
fór í kibbutz, men tað fekk
eg ikki aftur, tá eg kom
heimaftur. Nú havi eg ging-
ið arbeiðsleysur í hálvt ár,
og tað er heldur eingin
framtíð í.
- Átti eg pening fyri ferði-
na, so fór eg avstað við Jo-
Anne. Eg fari helst í juni
mánaða, tá eg havi spart
mær so mikið av peningi,
sum er neyðugt.
Liviumstødurnar
Sólarn greiðir frá, at ein i-
búð fæst í Durban fyri einar
2000 krónur um mánaðin.
Tímalgnin er bert einar 20
krónur, men av tí at tað er so
ómetaliga bíligt at liva í
Suðurafrika, vænta tey bæði
Jo-Anne og Sólarn ikki, at
tey fáa peningaliga trupul-
leikar. Tað hevur verið lætt
hjá hvítum at fáa arbeiði,
serliga á matstovum. Óvíst
er tó, hvussu tað verður eftir
valið.
Durban liggur á eystur-
síðuni, og har er eini 28 - 30
hitastig í løtuni. Veturin í
Suðurafriku er í juli - sep-
tember, men hitastigini fara
ikki niður um 12 stig kort-
ini.
- Hvat heldur Jo-Anne er
størsti munur millum Før-
oyar og Suðurafriku?
- Eg haldi, at tað er so 6-
metaliga vakurt í Føroyum,
men tað er kanska tí mín
kærleiki býr her, sigur hon
brosandi.
- Alt er kortini so nógv
ødrvisi enn hjá okkum. Her
ersokalt, og tað hevur verið
torført hjá mær at liva við.
- Annars haldi eg, at her er
ov lítið hjá ungfólki at fara
til, og at vit sita ov nógv inni
og hyggja sjónvarp.
Kennir seg
væl i Føroyum
- Øll hava annars tikið so
væl ímóti mær, og eg havi
fingid allan studul, sum eg
kundi ímyndað mær. Tey
eru góð við meg her. Bert er
torført, tá nógv fólk eru
inni, at tey tosa føroyskt, tí
tað skilji eg ikki. So noyðist
Sólarn at umseta fyri meg.
- Ødrvisi enn heima er
eisini, at tad tykist sum øll
eru saman í heilum. Fólk
ganga út og inn alla tíðina,
og hugsa eisini um hvønn
annan. Tað eri eg ikki von
við heima, har familjur ikki
eru so nær hvørjari aðrari í
gerandisdegnum, og har tað
er vanligt, at hjún skiljast.
- Vit hava heldur ikki fast-
ar vinir, sum tit hava her,
sigur Jo-Anne.
Serlig uppliving hevur
tað verið fyri Jo-Anne at
hildið jól í Føroyum. Hon er
ikki uppald við jódadómi-
num, men tey halda ikki jól
heima.
Sólarn og Jo-Anne: - Her
er einki fyri okkum at vera
eftir í løtuni. Tí er best at
fara burtur í onnur lond,
meðan vit eru ung og
óbundin. Vit hava ongar
fastar ætlanir - ikki annað
enn at vit ætla okkum at
vera saman
Kærleikin ber av øllum
Sólarn og Jo-Anne ásanna,
at tey fara at leingjast illa
eftir hvørjum ødrum, nú
hon fer avstað, tó at tað bert
verður fyri eina tíð. Tey
ivast ikki í, at kærleikin
teirra millum fer at halda og
at tey fara at stuðla hvor
ødrum frameftir. Hóast tey
fara so langt burtur í lond,
eru tey vís í, at tey koma
aftur til Føroya.
- Her er einki fyri okkum
at vera eftir í løtuni. Ti er
best at fara burtur í onnur
lond, meðan vit eru ung og
Óbundin. Vit hava ongar
fastar ætlanir fyri framtíði-
na, síga tey bæði - ikki
annað enn at vit ætla okkum
at vera saman, siga Jo- Anne
og Sólarn.